Vestmenningar høvdu lætt spæl í útsetta dystinum móti KÍF mikukvøldið. Kollfirðingar kláraðu at fylgja við fram til 4-3, men so struku føroyameistararnir avstað, og teir litu ongantíð aftur um bak aftur.
VÍF vann at enda 38-24, og tað má sigast at vera ein stórur sigur. Munurin var stórur longu í hálvleikinum, tá vestmenningar førdu 18-10. Og í seinna hálvleiki øktist munurin bert.
Aftur hesaferð komu allir útispælararnir hjá VÍF á málskjúttaralistan. Raskastur var Hjalmar Klein Olsen, sum skeyt átta mál. Sámal Joensen fekk sjey. Hjá KÍF, sum hesaferð spældi uttan Róa Árting, var Súni Fríði Johannesen besti málskjútti við sjey, meðan Allan Mørkøre skeyt seks mál.
VÍF andar nú aftur í nakkan á Kyndli. Har eru tvey stig á muni, og tey kunnu vestmenningar ogna sær longu í morgin, leygardagin, tá teir fáa vitjan av StÍF. Men um StÍF hinvegin heldur taktirnar frá mikukvøldinum móti Kyndli, fáa vit ivaleyst ein rimmar dyst í Vestmanna í morgin.
KÍF er í løtuni næstniðast, seks stig frammanfyri Tjaldrið. Sunnudagin verða tað júst Tjaldrið og KÍF, sum spæla í Runavík. Um tað ikki eydnast KÍF at vinna tann dystin, verða tað bert tvey stig á muni millum tey bæði niðastu liðini, tá endaspælið byrjar.
KÍF-VÍF 24-38 (10-18)
KÍF: Súni Fríði Johannesen 7, Allan Mørkøre 6, Eddie Joensen 4, Vagnur Johannesen 3, Jákup Dam 2, Jónálvur Johannesen 1, Emil Petersen 1.
VÍF: Hjalmar Klein Olsen 8, Sámal Joensen 7, Martin Hummeland 6, Áki Olsen 4, John Zachariasen 4, Agnar Joensen 3, Áki G. Olsen 3, Rógvi Nielsen 2, Oyvindur Brimnes 1.
Ávaringar: KÍF 3, VÍF 3.
Útvísingar: KÍF 2, VÍF 2.
Dómarar úr Kyndli: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg.