Eysturoyingarnir hava sagt, at teirra mál er at vinna allar róðrarnar í ár og harvið at seta met, tí eingin annar bátur hevur higartil vunnið allar róðrarnar tvey ár á rað.
Róðurin á Tvøroyri vísti, at um nøkur hóttan skal vera, so skal hon koma úr Vestmanna. Jan Johannesen er bátsformaður umborð á Vestmenninginum. Hann hevur verið við síðani 1990, og tað vil siga, at hann hevur verið við til at vunnið nógvar sigrar, bæði teprar og eisini sannførandi sigrar. Vestmenningurin hevur verið frammarlaga í 1994, í 1995 og í 1997, og tey bæði seinast nevndu árini vunnu teir FM.
Í ár og í fjør hevur Eysturoyingur verið í einum flokki fyri seg sjálvan. Bátsformaðurin á Vestmenningi heldur, at støðið hjá Eysturoyinginum hesi bæði árini minnir á tað, sum Skálabáturin og Vestmenningurin vóru á í 1994 og í 1995:
? Tað sigur ikki altíð so nógv at sammeta kappróðrartíðir, tí veður og vindur hevur so nógv at siga, men eg haldi, at støðið hjá Eysturoyingi í fjør og í ár og tað, sum vit vóru á í 1994 og í 1995 minnir ikki so lítið um hvørt annað. Munurin er sjálvandi, at hesi bæði árini var spenningur í alla tíðina, tí vit vóru tveir bátar, sum vóru tættir og kappaðust, meðan eysturoyingar nú eru einsamallir, og fyri kappingina er tað spell.
Ymiskar fyritreytir
Sambært bátsformannin á Vestmenninginum er tað stórur munur á, hvussu tað kennist at rógva:
? Tá eg minnist aftur á sigrarnar, sum vit hava vunnið, so var tað viðhvørt soleiðis, at vit høvdu ein vánaligan start, og kortini megnaðu vit at stríða okkum fram á fyrsta plássið. Og aðrar ferðir vóru vit á odda allan vegin. Í hesum sambandinum minnist eg serliga norðoyastevnuna í 1994, tá vit komu framum hinar beinanvegin og vóru tjúgu sekund fyrr á mál enn næstu bátarnir. Og eg má siga, at tað er stórur munur á, hvussu tú kennir møðina. Tá tú ert fremstur alla tíðina og hevur tak á støðuni, brúkar tú nógv minni orku, enn tað verður brúkt, tá tú skalt arbeiða teg upp, og tað er henda fyrra støðan, sum teir á Eysturoyingi hava verið í á hvørjari stevnu í fjør og í ár.
Bátsformaðurin á Vestmenningi, sum er annar av lærmonnunum ásannar, at tað verður ómetaliga torført at gera nakað við Eysturoying, men hann heldur ikki, at tað er púra ómøguligt:
? Um vit sjálvir ikki roknaðu við møguleikanum, so hevði tað ikki verið nøkur meining í at kappast. Vit hava havt støðuga framgongd, og eg haldi ikki, at vit í ár hava rokkið tí, sum eg rokni við, at vit kunnu røkka. Hetta kemst av at fyrstu vikurnar vóru eitt sindur baldrutar. Ein maður gekk skaddur, og tí gekk ikki nakað serligt við venjingini. Tað sást aftur í avrikinum á norðoyastevnu, men síðani tá hava vit vant nógv og regluliga, og tað hevur sást á avrikunum. So er spurningurin, um vit kunnu betra okkum so mikið, at vit kunnu hótta Eysturoyingin, men skulu vit gera tað, so skulu vit gerast væl betri, enn vit hava verið.
Starturin
Eysturoyingur hevur ongantíð ikki verið fremstur. Starturin er hvørja ferð góður, og hinir bátarnir hava higartil ikki megnað at vunnið tað innaftur, sum teir hava mist í startinum.
Vestmenningar eru ofta vánaligir á fyrsta teininum. Teir hava ofta megnað at vunnið tað aftur, sum teir hava mist í startinum, men tað hava teir ikki í ár:
? Vit eru greiðir yvir, at hatta hevur verið veikleikin hjá okkum, og vit royna at arbeiða við startinum, tá vit venja. Vit ætla okkum og vit vóna, at vit fara at fáa ein betri start í Fuglafirði, og sjálvandi vilja vit ikki detta afturum Eysturoyingin beinanvegin, men nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at tørna út. Royndirnar siga í hvussu so er, at Eysturoyingurin verður torførur at basa, um hann sleppur leysur beinanvegin.
Báturin
Tað hevur verið tosað nógv um, hvussu stóran týdning tað hevur, at eysturoyingarnir hava ein nýggjan og lættan bát. Vestmenningurin er í ár 30 ára gamal, men bátsformaðurin á Vestmenningi heldur ikki, at so nógv skal leggjast í, at tað eru 28 ár á muni millum bátarnar.
? Hugurin er kanska eyka góður at rógva, tá báturin er nýggjur, og tað hevur sjálvandi nakað at siga, at báturin er lættur. Men úrslitini í ár hava víst okkum, at báturin er bara ein lítil brotpartur av orsøkini. Á jóansøku royndu teir á Tvøroyri seg við einum nýggjum Suðuroyingi, og Kjølur er eisini ein nýggjur bátur, men hjá hvørgum hesum bátunum gekk tað nakað serligt, og frágreiðingin má vera, at manningarnar umborð á hesum báðum bátunum eru ikki so væl fyri, sum teir t.d. eru umborð á Eysturoyinginum, staðfestir bátsformaðurin á Vestmenningi, og hann heldur fram:
? Sjálvandi hevði tað verið spennandi hjá okkum at roynt okkum umborð á einum nýggjum báti, men eg dugi onga orsøk at síggja til, at vit skulu geva okkara báti skyldina fyri, at vit ikki hava vunnið í ár. Vestmenningur hevur vunnið nógv undanfarin ár, og orsøkin til at vit ikki hava vunnið í fjør og í ár hevur fyrst og fremst verið, at manningin umborð á Eysturoyingi hevur verið betri fyri, enn vit hava verið. Tað er hetta, sum tað er uppgávan hjá okkum at gera nakað við, og um tað fer at eydnast fæst at vita, tá vit komandi vikuskiftinum fara at kappast.