Vestmenningurin átti høvuðsleiklutin

Karl Jóhan Djurhuus spældi ein branddyst, tá Kyndil vann seg aftur í finalustríðið í gjár. Vestmenningurin skeyt átta mál

Undan kappingarbyrjan í ár skifti hann brádliga tilveruna í bestu deildini út við hugnahondbólt í triðbestu deildini. Vestmenningurin var hollur stuðul hjá HC Kvívík, sum varð stovnað í vetur.
Karl Jóhan Djurhuus varð knýttur at hópinum hjá Kyndli um jólini. Í gjár spældi hann í grønu troyggjuni fyri fyrstu ferð. Og vestmenningurin spældi ein branddyst.
Hann skeyt átta mál, tá Kyndil fekk samband við annað av finaluplássunum aftur.

Rótutur dystur
Grannauppgerðin í ítróttarhøllini í Hoyvík var rótut.
Liðini framdu nógv mistøk. Tá ferð ikki kom á spælið valdu leikararnir at stríðast. Tað hevði fleiri útvísingar við sær.
Kyndil var minst vánaliga liðið á vøllinum. Aftaná keðiligu byrjanin komu havnarmenninir fyri seg, og beinanvegin í seinna hálvleiki komu teir framum við trimum málum. Hoyvíkingar svaraðu ongantíð aftur.
Erlendur Johannesen stóð eisini sera væl í málinum hjá Kyndli.

Trý stig
Kyndil hevur verið lítið støðug í sínum avrikum í hesum kappingarárinum. Úrslitið er, at liðið hevur runnið aftaná teimum ovastu.
Við sigrinum í gjár hevur liðið aftur fingið samband við annað av finaluplássunum. KÍF, sum er nummar tvey, tapti fyri Neistanum, og Kyndil vann seg sostatt tvey stig nærri kollfirðingum. Trý stig skilja liðini í løtuni.