Vestnorden Travel Mart 2024

Í hesum døgum er ferðavinnustevnan Vestnorden Travel Mart Havn

Hetta er størsta og týdningarmesta sølustevna fyri tey trý londini Føroyar, Ísland og Grønland. Ferðavinnustevnan verður hildin uppá skift í teimum trimum londunum, annað hvørt ár í Íslandi og fjórða hvørt í ávíkavist Føroyum og Grønlandi. Stevnan í ár er tann størsta higartil í Føroyum við yvir 400 luttakarum.

 

Móttøka var í Tórsgøta seinnapartin í gjár, Elsa Berg, býráðslimur, og Guðrið Højgaard stjóri í Visit Faroe Islands hildu røðu.

 

##med2##