“Vesturhavið Blíða” var fyrsta stállínuskipið, og kom tað til Føroya seinast í 1956, og var hetta ein søgulig hending í nútíðar fiskiveiðusøgu.
Tað, sum varð sagt í seinasta parti um søguna hjá línubátunum, er eisini galdandi fyri Vesturhavið Blíða. Men hetta skip hevur ta serstøðu, at tað var fyrsta stállínuskipið. Tað byrjaði fiskiskap í 1957, fyri 50 árum síðani, og er tí vert eina serliga umrøðu.
Fyrst er at siga, at skiparin var Jákup Andreas Vang, ættaður úr Kálvhúsinum á Glyvrum, er ein “legenda” í føroyskari skipasøgu. Hann var ein úrmælingur á mangan hátt. Fiskiklógv var hann, og hann var ein pressari sum fáur. Hann hevði verið skipari á gamla Columbus, har Tórhallur eisini sigldi við í fleiri ár, sum longu er greitt frá fyrr í hesi greinarøð. Jákup Andreas var roknaður at vera sjálvskrivaður til Vesturhavið Blíða. Tá so Højgaard-fyritøkan nøkur ár seinni fekk ein nýggjan fransktbygdan Columbus, gjørdist Jákup Andreas skipari á honum.
Vesturhavið Blíða fekk eina sera dramatiska byrjan bæði á ein og annan hátt.
Ein tann fyrsta ferðin hjá skipinum var at fara til Havnar at fáa útgerð og at fáa manningina tuberklakannaða. Hetta var beint undan nýggjárinum í 1957. Meðan manningin er uppi í Hoydølum, brestur eitt slíkt illveður á, at Vesturhavið Blíða ikki hevði annan møguleika enn at fara av Havnini aftur. Tískil kom manningin at liggja veðurføst í Havn nýggjárið av.
Tá ljóskastarin bjargaði lív
Tann 3. januar 1957 siglir íslendski trolarin Goðanes á Flesjarnar. Tá var boð eftir Vesturhavið Blíða, og tóku teir eisini lut í bjargingararbeiðinum, har tað eydnaðist at bjarga allari manningini uttan skiparanum, sum fórst.
Tað, sum kom at hava ein serligan týdning, var, at Vesturhavið Blíða hevði ljóskastarar, sum ikki var so vanligt tá. Tá bjargingin fór fram í myrkri, hevði tað avgerandi týdning, at Vesturhavið Blíða hevði hendan møguleikan at kunna seta ljós á, har tørvur var fyri tí. Tað var gamli Rókur hjá Skipafelagnum, sum stjóraði manningini av skipinum, sum øll kom umborð á Vesturhavið Blíða.
Hesum hava vit greitt frá í samband við 50 ára minningarhaldið fyri hesa hending fyrr í ár.
Fyrsti túrur kundi verið tann seinasti
Síðan verður farið til Íslands fyrsta túr. Og hetta kundi eins væl gjørst tann einasti túrur hjá skipinum. Aftanfyri hetta liggur ein sera dramatisk søga, sum bert hevur verið á prenti í FF-blaðnum.
Illveður var, tá ið teir koma undir jøkulin í Breiðaflógvanum at fiska. Tá hendir tað óhapp, at eina ferð teir eru lidnir at seta, fáa teir ein enda um skrúvuna, og maskinan steðgar við brestin. Hetta var tað allarringasta, sum kundi henda. Teir vóru nær við land, og tað var pálandsvindur. Tískil var tað bert ein spurningur um tíð, nær teir róku á land. Hetta vildi ikki verið gamansleikur, sum veðrið var. Roynt varð at fáa endan av aftur, men hetta bar als ikki til. Roynt varð eisini at sleppa út frá við seglum, men hetta gekk ikki heldur.
Tað var slíkt illveður, at íslendski flotin lá inni. Tó var ein íslendskur trolari á ísfiskaveiðu nærindis. Hann bjóðaði sær til at veita hjálp. Trupulleikin var bert tann, at hann, fyri at seta fast, kravdi eina millión føroyskar krónur fyri ómakin. Hetta var ríkiliga tað, sum skipið var vert.
Teir á Vesturhavinum Blíða høvdu ikki nógv forstáilsi fyri hesum kravi. Beint frammanundan hevði teirra skip verið við til at bjarga eini heili íslendskari manning uttan at krevja nakað afturfyri. Og nú skuldi ein íslendskur trolari gera sær dælt av støðuni, nú teir vóru komnir so illa fyri, sum talan var um her.
Støðan var hættislig, og allir skiltu álvaran í støðuni. Teir sóðu brimið við klettin, sum nærkaðist í hvørjum. Jákup Andreas hevði skipsráð á brúnni. Hann greiddi frá, at støðan var hættislig. Men varð kravið hjá íslendska trolaranum eftirlíkað, merkti hetta, at teir mistu hetta nýggja skipið, áðrenn tað var byrjað.
Skuldi skipið kortini fara, skuldu teir fyrst á ein annan hátt gera eina dramatiska roynd at sleppa úr trongdini, teir vóru í.
Avrátt varð við maskinmeistaran, sum var Hallgrim Poulsen av Strondum, at maskinan skuldi fyrst fáast at koyra við fullari ferð í tómgongd. So skuldi koblast í. Tá kundi væl henda, at maskinan fór í knús, og tá var so einki at gera. Men tað kundi eisini henda tað undur, at hetta kundi fáa loyst endan so frægt, at skrúvan fór í gongd aftur.
Og lukkuvís var tað júst hetta, sum hendi. Skrúvan fór at mala, og skipið fekk ferð aftur. Víst ikki so nógva, men so mikið, at tað bar til at sigla út frá landi aftur.
Uttanfyri lá íslendski trolarin og bíðaði eftir sínum “fongi”, sum nú fór av húkinum aftur! Men teir á Vesturhavinum Blíða sigldu runt trolaran og floytaðu! Síðan varð kósin sett á Reykjavík. Maskinmegin var lítil, so teir nýttu eisini segl. Kortini gekk so mikið seint, at hesin túrur, sum vanliga skuldi tikið fýra tímar, tók 28 tímar.
Tað skal eisini sigast, at maskinan slapp ikki óskalað. Árið eftir fingu teir ein ein stóran maskinskaða.
Móttiknir sum hetjur í Reykjavík
Á Reykjavík vórðu teir móttiknir sum hetjur, sum teir, ið høvdu verið við til at bjarga manningini á Goðanes beint frammanundan. Teir fingu nógva umrøðu í íslendsku bløðunum.
Hesin fyrsti túrur gav ikki tað stóra í fiski, eini 600 skippund (á 160 kg.) Síðan fóru teir ein túr við gørnum. Men tá frættist, at Brestir við Júst í Túni var farin at fáa fisk á Flemish Cap, so næsta túrin aftur varð lagt vestur um hav. Fyrst varð tó farið til Grønlands, men her var nógvur ísur, og tí var lítið at fáa.
Kundi fingið somu lagnu sum Titanic
So varð farið til Ný Foundlands. Hetta vóru heilt aðrar leiðir. Eisini tí, at her var neyðugt at duga enskt fyri at samskifta við land. Og tað var bert hendinga maður, sum kláraði tað. Trupulleikarnir vóru eisini aðrir, enn teir vóru vanir við. Einaferð lógu teir heilar fýra dagar inni í St. John, tí teir ikki høvdu syrgt fyri at hava rottusertifikat. Sama trupulleika høvdu onnur føroysk skip eisini.
Á veg til Ný Foundlands kundi aftur verið galið. Teir høvdu, eins og Titanic á sinni, ikki varnast, at ísur var á leiðini. So eina náttina sigla teir við fullari ferð beint á eina ísbrúgv. Tað var, sum rímiligt er, ein rættiligur hvøkkur, og teir vaknaðu allir umborð sum við kaldan dreym. Men tíbetur hendi eingin skaði. Teir sigldu soleiðis á ísbrúnna, at gronin fór undan upp á ísin heldur enn at brotna.
Men fiskurin var nógvur. Teir gjørdu tveir túrar hetta árið, og hvørgan av teimum høvdu teir 30 setur. Serliga minnist teir eina setu, har línan flotnaði upp av ovvaksnum toski. Teir hildu, at bert hendan setan gav útimóti 100 skippund ella ein tíggundapart av lastini.
Hørð drif
Flemish Cap verður roknað fyri at vera eitt illveðurshol. Men tað varð nærum altíð fiskað. Hargarð Tvørfoss minnist bert eina ferð, at teir ikki settu. Tá var so nógvar vindur, at línan feyk úr línurennuni, so tað bar snøgt sagt ikki til at seta hana.
Jákup Andreas var ein pressari. Men sagt verður eisini, at hann legði nú ikki meira á hinar enn seg sjálvan.
Annars er ein onnur søga um, at einaferð Brestir og Beinir komu inn á Skálafjørðin fyri illveður, fór Vesturhavið Blíða út til fiskiskap. Tá skuldi Eiler siga: “Ja, nú liggur fyri, tit hava alt havið fyri tykkum sjálvar”. Men hvussu var og ikki. Tá ið Brestir og Beinir hildu, at nú viðraði at fara út aftur, var Vesturhavið Blíða á veg til markna.
Annars minnist Hargarð ein tilburð, tá tað eisini kundi gingið galið. Teir stóðu vanliga 10 mans og egndu í øðrum skúrinum. Einaferð allir 10 vóru til kaffi, kom eitt slíkt óløgi, sum sendi fremru hurðina í egningarskúrinum aftur gjøgnum allan skúrin. Her hevur nógv staðið á. Hevði nakar verið har tá, var ikki lætt at vita, hvussu endin hevði verið.
Menn komu undan
Inntøkurnar vóru ikki framúr í mun til arbeiðið, men tó góðar í mun til, hvat ið kundi fáast við slupp. Vanliga varð roknað við, at ein “normal” ársinntøka við línuskipi lá um kr. 12.000. Tað var nógv umtalað, tá ið manningin á Columbus nakað inni í 60-unum hevði havt eina ársinntøku uppá heilar kr. 17.000! Hetta var fyri at vera hvønn túr við.
Teir flestu av manningini á Vesturhavinum Blíða vóru ungir menn. Og hesir fingu ein annan fyrimun vegna tess, at reiðaríið eisini hevði timburhandil. Tá kundi manningin keypa byggitilfar frá reiðarínum og gjalda tað av hýruni, so hvørt hon varð forvunnin. Tá kundi tað bera til skjótt at gerast skuldarleysur, og hevði hetta sjálvsagt eisini sín stóra týdning.
Jákup Andreas - framúr sum skipari og menniskja
Ein sum kom at sigla nógv saman við Jákup Andreasi, og sum kom at kenna hann sera væl, er Sámal Knudsen av Glyvrum.
Sámal byrjaði sum kokkadrongur við Vesturhavinum Blíða. Seinni gjørdist hann dekkari. Hann var av inn í millum, men kom so eisini at sigla saman við Jákup Andreasi við Columbus, har hann eisini hevur verið maskinmaður. Teir komu eisini at hava nógv saman, eftir at Sámal var givin at sigla, og lagnan vildi tað so, at Sámal helt í hondini á Jákup Andreasi, tá ið hann doyði í 1980 bert 65 ára gamal.
Sámal hevur bert alt tað besta at bera sínum gamla skipara - bæði sum skipara og menniskja. Eitt serkenni fyri hann var, at hann føldi eina serliga ábyrgd fyri teimum ungu. Hann bæði vildi verja teir, samstundis sum hann vildi venja teir til menn. Hansara umsorgan kom ikki minst til sjóndar, tá komið var inn í fremmanda havn, har freistingar kundu lúra. Tá hevði hann serligt eyga við teimum, so teir skuldu koma heilskapaðir umborð aftur. Tað var dømi um, at hann stóð á brúnni alla tíðina skipið lá inni av umsorgan fyri manningini.
Jákup Andreas var rokskipari, men hann hugsaði ikki bert um rúgvuna, sum annars onkuntíð hevur verið eyðkenni fyri føroyingar. Hann fylgdi væl við arbeiðinum umborð. Hann fór í lastina at tryggja sær, at alt var í lagi við hagreiðingini av fiskinum. Hetta gjørdi hann serliga fyrst á túrinum. Tí, sum hann segði, “grundarlagið skuldi jú vera í ordan”. Og tað var tað eisini. Tað var ikki fyri einki, at hann fleiri ár uppí slag fekk heiðursmerki frá landsstýrinum ikki bert fyri stóra veiðu, men eisini fyri væl hagreidda veiðu.
Royndi eisini nýggjar møguleikar
Jákup Andreas hevði eisini hugflog og vildi royna nýggjar møguleikar. Hesum greiðir Herman Mørkøre frá. Herman var annars við á sjálvari ferðini hjá Vesturhavinum Blíða heim til Føroya í 1956. Hann hevði siglt við norðmonnum í fleiri ár og gekk á skiparaskúla í Noregi. Hann kom tískil heim til Føroya í jólaferiu við nýggja skipinum.
Herman greiðir frá, at Jákup Andreas á heysti 1958 tók tað tá óhoyrda stig at fara til Grønlands á saltfiskaveiðu. Teir fóru avstað 2. oktober. Hetta varð roknað at vera slíkur ørskapur, at stórur partur av manningini ikki hættaði sær við. Teir fiskaðu út fyri Arsuk í Suðurgrønlandi, og seks vikur seinni komu teir heim við fullari last. Seinni gjørdist hetta ein av møguleikunum hjá línuskipunum.
Í seinnu árum keypti hann Vørðuna, sum fekk navnið Vesturhavið. Hetta var seinasta skip yvirhøvur, sum hevur verið í sjálvdrátti. T.v.s. at hvør maður fekk løn í mun til fiskatalið, hann dróg á dekkið. Hesin túrur var 23.5.-15.9 1975 ella 114 dagar. Og lønin pr. fisk var kr. 2,13.