Vesturvón, sum hevur fiskað í russiskum sjógvi í Barentshavinum, fer at sigla heim um vikuskiftið. Reiðarin, Anfinn Olsen, sigur, at hann tosaði við teir í morgun.
- Ætlanin var at koyra trolið út, men veðrið var so vánaligt á leiðini, at tað var ivasamt, um tað gjørdist fiskiveður í dag.
Tað skrivar heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen í dag.
Lagt verður aftrat, at Vesturvón kemur at hava umleið 600 tons í flaki, tá teir fara at sigla. Kvotan í Barentshavinum er tá uppfiskað, Vesturvón hevur onga aðra kvotu, so teir verða helst liggjandi á Fuglafirði til í januar næsta ár.
- Tá Vesturvón kemur heim, helst mitt í komandi viku, fara teir á Fuglafjørð, har teir leggja veiðina upp hjá Bergfrosti, skrivar heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen.