Vesturvón hevur freist til 25. mai

Enn hava reiðarin og skiparin ikki gjørt av um teir skulu taka av "tilboðnum" uppá eina bót uppá 160.000 krónur fyri ólógligan fiskskap

Skulu teir taka av ?tilboðnum? um 160.000 krónur í bót, ella skulu teir royna málið í rættinum?

Hetta er tað, sum skipari og reiðari á Vesturvón nú skulu taka støðu til.

Hósdagin varð Vesturvón tikin fyri ólógligan fiskiskap í norskum sjógvi og hann varð biðin um at sigla til Tromsø- ikki Tróndheim, sum vit av misgáum skrivaðu í gjár.

Brotsverkið hjá Vesturvón er, at teir hava fiskað 959,5 kilo av nógv av hýsu.

Men hetta lógarbrotið verður so álvarliga mett í Noregi, at teir hava álagt skiparanum at betala 30.000 krónur í bót og reiðaranum at betala 120.000 krónur í bót, umframt 10.000 krónur á sakarmálskostnaði.

Tilsamans halda norskir myndugleikar sostatt, at henda ?ránsveiða? uppá 959,5 kilo, skal kostað skipara og reiðara 160.000 kr.

Eftir at hava veitt trygd fyri pengunum, slapp Vesturvón aftur til fiskiskap fríggjakvøldið.

Enn er støða ikki tikin til, um takast skal av sektaruppskotinum, ella um málið skal roynast í rættinum.

Skipari og reiðari á Vesturvón hava freist til 25 mei at taka støðu. Hava teir ikki svarað tá, endar málið í rættinum í Tromsø. Reiðarin, Ólavur Petersen í Sørvági, sigur, at støða verður tikin til málið heilt skjótt.

Skiparin, Jónberg á Mýrini, segði fyri Sosialinum í gjár, at hetta lógarbrotið var so lítið, at hann tók hetta sum reina forfylging av føroyingum, og at hann vildi aldrin trúð, at norðmenn vóru so smáligir.