Vesturvón skifti manning í Kirkenæs

Vesturvón, sum roynir í Barentshavinum, hevur havt rokfiskiskap, seinastu tríggjar vikurnar hava teir fingið góð 300 tons. Í morgun fór nýggj manning við Atlantsflog til Kirkenæs, heimaftur kom manningin, sum seinastu 3 vikurnar hevur rokast umborð á Vesturvón í Barentshavinum. Vesturvón skuldi fara aftur til fiskiskap í kvøld.

Enniberg, sum eisini er eystanfyri, hevur eisini havt góðan fiskiskap.

Í farnu viku kom Sundaberg heim, teir høvdu 300 tons, sum teir fiskaðu í 5 vikur. Kvotan hjá Sundaberg eystanfyri er liðug, teir fara nú til Grønlands at fiska svartkalva.