Veteranarnir skoraðu HB málini

Úrslitið á Sandi var, at HB vann 2-0, eftir at 1. hálvleikur var málleysur. Eftir at meistararnir í HB tríggjar tær seinastu ferðirnar eru farnir av vøllinum uttan úrtøku, so eydnaðist tað í kvøld at vinna fulla úrtøku.

HB vitjaði á Sandi, og í 1. hálvleiki var tað framvegis málleyst. Í 2. hálvleiki skoraði HB tvey mál, og í báðum førum vóru tað veteranar, sum vóru málskjúttar.

Andrew av Fløtum legði HB á odda, og liðformaðurin Fróði Benjaminsen staðfesti 2-0 sigurin, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.

Enn eina ferð var B71 undirmannað, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.

B71-HB 0-2 (0-0)

0-1: Andrew av Fløtum 66.

0-2: Fróði Benjaminsen br 82.

Dómari: Bárður Mortensen

B71: Símun Rógvi Hansen - Rúni Joensen, Bojan Zivic, Allan Tungá, René Clementsen - Høgni Midjord, Tijani Mohammed (Marcus Klementsen, 76.), Joseph Bassene, Bogi Hermansen, Ebbe Kristin Thomsen (Jóhannes Jensen, 82.) - Thomas Hans Rubeksen

Gult kort: Allan Tungá

Reytt kort: Bogi Hermansen 90.

HB: Marcin Dawid (Heðin Stenberg, 58.) - Pætur Jørgensen, Hans á Lag, Rólgvi Holm, Hendrik Rubeksen - Símun Samuelsen (Pál Mohr Joensen, 85.),Kristin R. Mouritsen, Kári Nielsen, Fróði Benjaminsen, Andrew av Fløtum - Jón Krosslá Poulsen (Ólavur í Ólavsstovu, 68.)

Gult kort: Símun Samuelsen, Ólavur í Ólavsstovu

---

Líkindini eru eitt sindur betri í 2. hálvleiki, enn tey vóru í 1. hálvleiki.

Marcin Dawid var í HB málinum frá fyrsta minutti, men hann var so mikið skaddur, at hann bað um at verða útskiftur, og so var Heðin Stenberg settur aftur í HB málið.

Hans á Lag er í HB miðverjuni.

---

75 min.

0-2

Liðformaðurin Fróði Benjaminsen hevur umsett brotsspark til mál.

60 min.

0-1

Andrew av Fløtum hevur miðskeiðis í 2. hálvleiki lagt HB framum.

--

60 min.

0-0

Enn er einki mál komið, men tað er HB, sum leikliga er omaná.

--

Tað er nógvur vindur á Sandi, har HB fyrsta í 1. hálvlekiki hevur verið væl meiri ágangandi enn B71, men enn hevur tað ikki eydnast at fáa mál.