Árligi Vetrarjazz festivalurin verður hildin 22.-28. januar 2023 í Havn – Og Havnar Jazzfelag eru sera spent, tí fyrireikingarnar hava verið í gongd í fleiri mánaðar.
Skráin sæst á www.jazz.fo ella við hesari leinkjuni: https://bio.to/Vetrarjazz
Havnar Jazzfelag hevur skipað fyri Vetrarjazzi síðani 2009, sum seinastu árini hevur ment seg frá at vera eitt lítið lokalt tiltak, sum vardi eitt vikuskifti, til ein vikulangan festival við føroyskum og altjóða jazzi á allarhægsta støði.
Spælistøðini í ár eru Norðurlandahúsið, Blábar, Sirkus, Niðri Undir, Reinsaríið, Perlan, Aulan í Finsen, Havnar kirkja og Tórshavnar Musikkskúli.
Tey útlendsku nøvnini, sum eru boðin at spæla, eru Supersport! (IS), Pierre Dørge & New Jungle Orchestra (DK), Insomnia Brass Band (DE), Ilaria Capalbo (SE), Flukten (NO+FO), Jeg Har Sagt Det Før (DK+FO) og Apus Apus (NO+FO). Havnar Jazzfelag heitir á allar jazzarar, at stuðla uppundir hesar konsertirnar, so okkara útlendsku gestir fáa eina góða uppliving!
Tey føroysku nøvnini á VJ23 verða Æðrasoppar, Mumi + Gø, Piparstertur, James Goodwin Trio, Íerva, Ikai, MonkeyRat, Oddur Joensen, Katrin á Borg, Nósi 40 ár, Tórshavnar Big Band + SWAY og KannSka. Vit gleða okkum alvorliga nógv at hoyra allar hesar bólkarnar, nýggjar sum gamlar!
Afturat konsertum, verður eisini annað jazzut á skránni, sum: Setan við Jazzfilmi og pizza (ókeypis), JazzQuiz, Yrkingaupplestur við jazztónleiki (øll fáa loyvi at lesa upp), Gentugjamm (allar gentur og kvinnur vælkomnar at gjamma saman), Gjamm fyri øll og Verkstaður fyri næmingum á MUMI.
Atgongumerki til konsertirnar í Norðurlandahúsinum, Reinsarínum, Perluni og Finsen, kunnu keypast áðrenn á nlh.fo og torsgota.fo. Annars ber til at gjalda við hurðina.
Stuðlar eru: Sendistovan, Norðurlandahúsið, Koda kultur, Mentanargrunnur Landsins, Uttanríkismálaráðið, Tórshavnar Kommuna og SMS.
Havnar Jazzfelag er: Kristian Blak, Marianna Winther Nagata, Dania O. Tausen, Katrina Olsen, Ólavur Gaard og Kristian Pauli Ellefsen.