Við Atlantic Airways kring heimin

Vit hava hópin av tilboðum til ferðafólk í summar. Bæði tað sum vit kunnu bjóða, og tað sum vit bjóða í samstarvi onnur flogfeløg kring um í heiminum, sigur Jákup Sverri Kass, sølu og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways.

Atlantic Airways hevur nógv at bjóða sínum kundum í ár. Í samstarvi við Iceland Air bjóðar felagið flogferðir til kend ferðamál í USA, har ferðast verður um flogvøllin í Reykjavík. Í hesum sambandi verður eisini arbeitt við fleiri nýggjum tilboðum, sum verða galdandi alt árið.


Atlantic Airways hevur eisini víðkað familjupakkaferðirnar til Danland frítíðarstøðini og til Dancenter summarhús í øllum Danmark.


Eisini bjóðar Atlantic Airways flogferðir suður í heitari lond um Stansted Airport í London, umframt tær vanligu pakkaferðirnar til Stavanger, London, Keypmannahavn, Billund og Aalborg. Fyri at tillaga seg til eftirspurningin verður í summar flogið til Reykjavíkar tríggjar ferðir um vikuna.


Atlantic samstarvar eisini við føroysku ferðaskrivstovurnar, umframt verður arbeitt miðvíst við at víðka um online tilboðini, sum kunnu bókast beinleiðis á atlantic.fo. Her er serliga talan um booking av leigubilum, hotellum og flogferðum.


Vit arbeiða alla tíðina við at víðka okkara netverk og samstarv við útlendsk flogfeløg við t.d. ferðum til aðrar heimspartar sum t.d. Asia, sigur Jákup Sverri Kass, sølu og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways.