Við babba í tyrlusimulatori

Systrarnar Erna og Gudny Jaokobsen hava júst verið við pápa teirra í Dallas, USA, har tær hava roynt at flogið í einum tyrlusimulatori. Pápin, Hans Erik Jakobsen, er leiðari fyri Tyrlutænastuni hjá Atlantsflogi, og er hann í USA til venjingar tíggjunda hvønn mánað

Solby A. Eliasen
[email protected]
??????????????????


Klaksvík: Krapi, vindur og vátaslettingur er. Koyrilíkindini eru vánalig og myrkt er eisini. Men tað er lætt at finna húsini hjá Hans Eriki Jakobsen, sum síggja út sum eitt stórt neystaloft, tí tey venda oman og niðan og standa undir Hálsi.
Hans Erik og tær fýra døturnar, Erna, Gudny, Annika og Bjørt eru inni. Tónleikurin streymar út úr hátalarunum og ljóðið frá Cartoon Network kappast við tónleikin. Bjørt situr púra hugtikin og hyggur at teknifilmi.
Hans Erik situr við telduna, meðan hinar tríggjar genturnar ganga og fjasast við ymiskt.
Ikki nakað tekin um, at nakar hevur verið uttanlanda og júst er afturkomin. Men tað eru Hans Erik, Erna og Gudny. Tey hava júst verið í USA, har Hans Erik saman við øðrum tyrluskiparum hjá Atlantsflogi hava vant í simulatori. Og genturnar sluppu tá eisini at royna seg.
Upplivilsi
Hans Erik hevur ofta hugsað um at hava onkrur av børnunum við, tá hann er farin eina slíka ferð. Og sjálvan jólaaftan í fjør, fingu tær báðar at vita, at tær skuldu við pápanum til Dallas í februar.
Sum flestar tannáringagentur vóru tær sera spentar upp á túrin. At sleppa til USA man vera ein tannáringadreymur hjá øllum.
Hans Erik sigur, at hann vildi, at genturnar skuldu sleppa at uppliva okkurt spennandi og síggja, hvat hann tekst við, tá hann er har. Tí tað er jú einaferð um árið, at hann fer til USA.
? Tað var sera stuttligt at hava tær við, tí tær síggja ymiskt á ein heilt annan hátt enn eg. Eisini løgdu tær tilmerkis ting, sum eg ongantíð havi hugsað um, greiðir hann frá, meðan tær báðar sita og njóta ta góðu køkuna, sum Heidi, mamma teirra hevur gjørt í sambandi við 13 ára føðingardagin hjá Gudny.
Sum at flúgva í tyrlu
Av tí at pápi teirra er tyrluskipari, so hava tær báðar verið mangan túrin við tyrrlu, og vita tí, hvat tað er.
Pápi teirra skuldi í skúla av og á, meðan tey vóru har, og meðan hann var í skúla, hugnaðu tær sær sum frægast á hotellinum. Tær siga, at tað vóru so nógvir ymiskir hentleikar á hotellinum, sum tær nutu gott av.
Men eina dagin sluppu tær við Hans Eriki í skúla, tí tá skuldi hann royna seg í simulatorinum. Og tær sluppu eisini sjálvar at flúgva.
? Tú skuldi sæð tær, sigur Hans Erik stórflennandi, meðan 14 ára gamla Erna talar harðliga at. Hon heldur ikki, at pápi hennara er so stuttligur at hoyra upp á alla tíðna.
? Vit dugdu ikki so øgiliga væl, men tað gekk hampuligt, kortini, sigur Erna, sum ikki heldur, at tað er nakar munur á simulatorinum og einari veruligari tyrlu.
Meðan prátið gongur lívliga fyri seg um royndartúrin í simulatorinum, sum vardi hálvanannan tíma, vísir Hans Eriki eina útskrift av rutuni, sum tey flugu í simolatorinum.
Og tá vaknar láturin aftur av álvara. Tí útskriftin, har hann sjálvur hevur flogið, vísir eina rutu, meðan tann hjá gentunum bara vísir, at tær hava flogið runt og runt og runt.
Flennandi sigur Gudny, at hon ætlar sær at verða tyrluflogskipari.
Hans Eriki sigur, at tað verður hon helst eisini. Tí hóast útskriftin vísir tað øvugta, so bar hon seg væl í simulatorinum.
? Aja, tær kláraðu seg bara heilt væl, men eg fekk nakað av sjóverki av teimum, tí vit bara flugu í kring, sigur hann og smílist argandi til døtrarnar.
? Hov, hov, eg lendi tó nakrar ferðir, talar Erna at., og pápin nikkar og sigur, at tað er rætt.
Besti skúlin
Vegleiðararnir á hesum skúlanum, sum tyrluflogskipararnir hjá Atlantsflogi fara til, eru sera royndir. Hans Erik sigur, at hetta er helst tann besti skúlin av sínum slagi í heiminum. Hann eitur FlightSafety, og tað er ein góð orsøk til, at tað júst er hesin skúlin, sum teir hava valt.
? Í einum simulatori kanst tú gera allar hugsandi feilir uttan at rinda fyri teir við tínum lívi, og tað er týdnignarmikið, at vit kunnu royna ymiskt, sum ein ikki hevði roynt, um ein sat í eini veruligari tyrlu, greiðir hann frá. Hann leggur afturat, at føroyskir tyrluflogskiparar koma út fyri so mongum umstøðum, har vandi er á ferð. Heglingsæl, torusláttur og nógvur vindur til dømis eru alt viðurskifti, har ein ikki hevur so nógv at ráða yvir. Og tí er tað gott, at teir kunnu fara til USA at royna ymiskt, sum teir ikki kunnu í einari tyrlu.
Hans Erik hevur hug at arga døturnar eitt sindur, meðan vit práta. Men tað er alt í spølni, og tað er stuttligt at síggja, hvussu gott sambandið er millum tey.
? Tú skalt ikki siga so nógv. Tú fekst onki skreytblað, tá tú hevði flogið. Tað fingu vit, sigur Erna og hyggur errin upp á Hans Erik, sum fer at flenna.
Onnur upplivilsi
Men tað var ikki bara simulatorurin, sum var spennandi á ferðini hjá teimum. Tær báðar tosa fyrst og fremst um, hvussu stórt alt er í USA.
? Har eru so ræðuliga nógvir politibilar, man fær næstan ikki vent sær fyri teimum, siga tær báðar, Erna og Gudny.
Tær vóru til rodeo, basketball dyst og sjálvandi keyptu tær eisini nógv. Klæðir og annað, sum gentum á teirra aldri dámar so væl.
Matin dámdi teimum ikki so væl. Hans Erik heldur fyri, at kokkarnir í USA, har tey høvdu verið og etið, mundu hava fingið kompleksir av gentunum, tí tær eru so kræsnar.
Trygdin
Øll vita, at síðani 11. september í 2001 eru trygdarkrøvini sera hørð í Amerika. Og tað fekk Erna at sanna, tá tey skuldu fara avstað aftur til Føroyar.
Hon hevði latið í seg í einar vanligar svartar buksur, men tíverri høvdu tær tveir ringar í, sum ikki gingu í gjøgnum trygdartólið. So hon varð tikin til síðis at kannast.
Erna bara flenti ímeðan, men hon heldur, at tað var sera flovisligt.
? Hon stóð har í einum fýrakanti við ørmunum úti. Hon mátti úr jakka, skóm og taka hálsketuna og oyraringarnar av, sigur Hans Erik.
Erna sjálv sigur, at tað var ikki tað ringasta. Hon mátti eisini taka belti úr buksunum, so meðan tann myrka kvinnan kannaði hana, hugsaði hon bara um, at buksurnar ikki máttu detta niður.
? Tað var so pínuligt. Har stóð eg við blóðreyðum kjálkum, og øll gløddu at mær, sigur Erna.
Tað var tó skjótt yvirstaðið, og so kundu tey fara víðari. Og tey sluppu í flúgvarin og so allan tann langa flúgvitúrin aftur til Danmarkar og so Føroyar.
Tær eru tó á einum máli um, at túrurin hevur verið eitt satt upplivilsi, og Erna er avgjørd í, at hon skal yvir aftur til USA eina aðru ferð.