Tónleikafestivalurin við Brúnna, ið verður hildin á Oyrarbakka 9. juli, hevur í dag kunngjørt trý tey fyrstu nøvnini, ið trína á pall á ársins festivali.
Talan er um Black Panthers, Jens Marni Hansen og Bára Silvansdóttir.
Sostatt fáa festivalgestirnir møguleikan fyri at uppliva Black Panthers á palli fyri fyrstu ferð í meira enn fimtan ár.
The Black Panthers, varð stovnað og spældi alment fyrstu ferð í 1973.Fram til 1980 var manningin skiftandi, men frá fyrst í 80'inum var manningin meira stabilisera og var manningin tey nógvu síðstu árini, Ólavur Øster solo-guitar og kórsang, Asker Hansen keyboard, Bjørn Djurhuus rythmeguitar og forsangari, Thorberg Johannesen bassguitar og sang, Kristjan Geyti Johansen trummur.
Bára Silvansdóttir er 20 ára gomul og úr Kollafirði. Hon gav eina EP út í februar í ár, sum nevnist Skuggar sum er sera væl móttikin. Serliga eru tað sangirnir, Skuggar og Loyndarmál, ið verða nógv spældir og eru teir sum fólk kenna aftur. Hon kemur at framføra við bólki til tiltakið. Bára er í gongd við eitt nýtt staklag í løtuni, sum verður at hoyra í næstum.
Jens Marni Hansen luttekur á øðrum sinni við Brúnna. Í 2014 stóð hann á palli sum einstaklingur, hesaferð verður tað við bólki aftanfyri seg.