Við bussi inn í sjónleikin

Í annaðkvøld fer Bárður Persson – ikki á pall - men upp í ein buss við einmansleikinum »Náttin áðrenn skógin«.

SJÓNLEIKUR



Leikurin snýr seg um fremmandagering, har tann navnleysi høvuðspersónurin ongastaðni kennir seg heima. Hann er arbeiðsleysur í einum landi, hann júst er fluttur til, og tí er hansarsa einasti samleiki, at hann er »arbeiðari«, fremmandaarbeiðari.

Tað var stjórin á Tjóðpalli Føroya, Jenny Petersen, ið fekk hugskotið at spæla hendan leikin í einum bussi. Hetta er ongantíð roynt áður, hóast leikurin er framførdur nógvastaðni. Tjóðpallurin lænti tí ein býbuss til sýningarnar.

Fransmaðurin Koltés skirvaði leikin í 1976. Í leikritinum verður einki sagt um, hvør persónurin er, hvar hann er staddur, ella hvønn hann tosar við. Tað verður alt latið upp í hendurnar á leikara og leikstjóra.


Øll hava roynt tað


Frá Tjóðpallinum verður sagt, at hugskotið at spæla leikin í einum bussi komst av, at tað er júst á einum slíkum almennum staði, tú kanst fáa eitt sindur av innliti í tankarnar hjá persóninum, tú annars ongantíð hevði funnið upp á at sett teg í samband við. Øll hava roynt tað onkuntíð, siga tey á Tjóðpallinum: maðurin í bussinum, sum ikki kann lata vera við at tosa, og øll hini, sum ikki kunnu lata vera við at lurta – tí hesin maðurin hevur sínar tankar og dreymar. Áskoðarin sleppur sostatt so at siga at »lúra«.

Bussurin tekur fólk upp í Steinatúni í Havn, og sían verður koyrt runt í býnum tann góða tíman, leikurin varir.

Bárður Persson hevur sjálvur týtt »Náttin áðrenn skógin«, og Hans Tórgarð leikstjórnar. Leikurin verður framførdur til 15. juli.




MYNDATEKSTUR


»Náttin áðrenn skógin« er ikki bara ein ferð inn í sinnið á einum navnleysum, fremmandum arbeiðara – hon er eisini ein heldur óvanlig ferð við bussi, har sjálvur sjónleikurin fær ein øðrvísi leiklut enn vant.


Mynd: Sunva Lassen