Við Eli Smith í Spania

Listarmaðurin Eli Smith er í Spania. Hann ferðast í húsbili. Ferðin verður gjørd fyri at fáa íblástur til listarligt arbeiði og til at fáa frið og umstøður at avgreiða listarligan setning, sum hann hevði við sær úr Føroyum. Eli hevur sent Sosialinum hugleiðingar, sum hann á sín sermerkta hátt hevur skrivað á ferðini. Hetta er fyrsti partur, og hetta snýr seg um tríggjar ferðir, sum Eli áður hevur verið í Spania

Við Eli í Espania í 1961

Sum seks ára gamal minnist eg meg liggja og grátt í hospitalssong í Keypmannahavn. Eg hoyrdi dunið av propelflúgvarum, sum fóru framvið. Eg hugsaði, at nú fóru tey avstað til, ja eg visti ikki um nakað annað land enn Føroyar. Men landið var Spania, og eg helt, at tey fóru hagar uttan meg: mamma,babba, Jens og Johan. Eg kendi meg so fremmandan her.
Eg skilti ikki tað, sum tey søgdu, og longsulfulli gráturin helt á. Eg var ótroystiligur og bara græt og græt, inntil eg hoyrdi málið á kvinnu, sum tosaði føroykst. Hon var sjúkrasystir og megnaði at steðga grátinum. Hon hevði kærleiksfulla og mjúka móðurrødd, og hon segði mær, at tey fóru ongan veg uttan meg. Hon fortaldi mær, at tey í flúgvarum, sum vit hoyrdu, vóru onnur enn familjan hjá mær. Samstundis rætti hon mær skál við frukt. Eg minnist, hvussu forkunnugt og spennandi tað var at eta víndrúur og perur. Hetta uggaði meg, og eg var aftur glaður.
At eg var innlagdur komst av, at vit tríggir beiggjarnir vóru farnir yvir á eitt spælipláss á Sundbyvesterplads úti á Amager, har abbi mín, Hillebert Andreassen, búði. Tit kunnu ætla, at hetta spæliplássið var ein dreymur hjá okkum havnardreingjum. Ótarnaðir fingu vit loyvi at royna allar møguleikar. Har vóru dandir, karosellir, klatristativ og sandkassar. Tað, sum hugtók okkum mest, var rutsibanin. Av honum fingu vit summarfuglar í búkin, og vit skiftust um at royna hann: Jens og Johan og so eg. Niður komnir, so beina leið til leytaran og upp, ein rutsjutúr afturat, og vit hildu bara fram at skreiða, og tað gekk bara villari og villari fyri seg.
Tá var tað, at ólukkan hendi. Eg klatraði á bananum, og tá ið eg var komin næstan heilt upp, kom Johan bróðir skreiðandi og rendi á meg. Bum og eg bleiv sendur eftir høvdinum niður í harða asfaltið. Meiri mintist eg ikki, fyrrenn eg vaknaði aftur á sjúkrahúsinum. Tey søgdu, at eg hevði fingið heilaskjálvta.
Eg mundi ikki vera so leingi á sjúkrahúsinum. Tá ið eg var útskrivaður, var familian Smith aftur samlað. Tað næsta, sum eg minnist, er, at vit vóru á einari heitari strond í Spaniu í býnum Palma á oynni Mallorca. Sum myndin av familjuni boðar frá, so er hetta ein góð løta. Mamma og babba í besta blóma og vit tríggir í einari røð.
At ferðast í Spania var ikki vanligt tá á døgum. Foreldur míni vóru kreativ og arbeiðssom, og tað var orsøkin til, at tað bar til at fíggja sovorna familiuferð.
Minnist at eg dúkkaði við svimjubrillum. At síggja alt lívið undir vatnskorpuni var so grípandi, at eg næstan gloymdi at fara upp at anda. Eg sá fiskar millum tara og steinar. Onkuntíð bleiv eg eitt sindur bangin, tá ið onkur størri fiskur kom til sjóndar.
Àðrenn eg visti av tí, dugdi eg at svimja. Fegin var eg, og skundaði mær at siga mammu og pápa frá hesum. Men svimjingin hevði sín prís! Ryggurin skáldaðist av sólini, so eg mátti fáa okkurt gott at smyrja uppá frá mammu, og so var eg noyddur at halda meg í skugganum, inntil svárasta pínan var av.
Pápi mín var eisini gripin av at dúkka. Við snorklinum váðaði hann sær út á djúpari vatn og var burtur eina góða løtu. Mamma gjørdist bangin um hann og reistist fyri at vita, hvar hann var, fekk sær sólbrillurnar uppá fyri at skymast her pg so har og spurdi so eitt sindur fjálturstungin, um vit høvdu sæð babba. Tað gekk ein løta, jú so sá hon hann svimja har úti. Og so vendi hon sær á og fór aftur í stólin at fáa nakrar sólstrálir afturat.
Stóribeiggi, Jens, minnist, at Johan bróðir var farin út at svimja. Meðan Jens tókst við okkurt á sandinum, hoyrdi hann snjøllu røddina á Johan rópa um hjálp. Jens, sum var góður svimjari, og hevði fingið øll heiðursmerkini í tí tá nevndu SAJ svimjingini, helt á blámann og svam út til Johan bróðir, sum ræðslusligin royndi at halda sær uppi. Jens fekk fatur á honum og bjarga honum.
Vit ferðaðust við Spies og búðu fyrst á einum hotelli, sum æt Hotel Isel. Skjótt var neyðugt at evakuera okku frá nógvu tvístertunum og øðrum smákyktum. Danski ferðaleiðarin fekk skjótt annað hotell.
Ein av útferðunum var at vitja eina dryppsteinsholu. Hetta var sera romantiskt. Jens sigur seg minnast, at meðan vit skoðaðu undrunarverdu steinarnar kom lítil bátur siglandi inn hagar, sum vit vóru. Hann var mannaður við lítlum orkestri, sum hjartanemandi spældi annan sats av Sigøjnarvalsinum.
Øll arenan kókaði, og har var rómur og róp hvørja ferð óði tarvurin fekk lítið spjót í seg. Johan bróðir sigur, at tað lógu 9 tarvar eftir á, tá ið dysturin var av. Eitt, sum vit minnast eisini frá tí túrinum, var tann eina dagin, meðan vit sólaðu okkum, at nøkur av starvsfólkunum á hotellinum trivu í at syngja tann vælkenda sangin Ave Maria, meðan tey vaskaðu upp, og tað ljóðaði bara so vakurt at hoyra hesu glaðu fólk syngja. Vit sótu við andakt og lýddu á, meðan tey hjartanemandi sungu fleiræddað. Hesin sangur fekk ein bráðan enda, tá ið yvirtænarin kom óður innar og bað tey tiga í stundini. Ja ein sovorðin ljósasløkkjari. Eg gloymdi at siga, at vit sigldu bæði niður til Danmarkar og uppaftur við Tjaldrinum, sum endaði sínar dagar í Chile. Soleiðis var skilið tá!

Eli í Epania í 1974

Í 1974 vóru hesir vøkru unglingarnir í Costa Del Sol. Um tit skuldu verið í iva, hvørjir teir eru, so eru tað Jákup Simonsen úr Fuglafirði, Jóannes Hansen úr Klaksvík og eg. Eftir at hava steðgað í Keypmannahavn í tveir dagar, flugu vit spentir og lívsglaðir til Spania. Nú skuldu vit rættiliga njóta tað. Komu til Toromolinos, sum er ein gamal fiskarabýur, men sum so nógvir aðrir býir í Andalusia, so sóu tey her sær størri vinning í ferðavinnuni.
Vit búðu á týskum hotelli, sum lá nakað niðan frá strondini, eitt gott hotell við svimjuhyli, kafé og øllum hentleikum. Tá vit ikki sólaðu okkum, vóru vit og handlaðu ella í barruni. Minnist ein guitarspælari, sum setti sín dám á, vit høvdu fortalt honum um Føroyar, og um at Føroyar var ein fiskuvinnutjóð. So tá vit komu í kaféina næstu ferð, stóð hann frammanfyri okkum og við guitarinum næstan uppi undir nøsini improviseraði hann ein sang um Føroyar, Faroe tralla de Bacalao.
Í kaféini var ein skotsk genta, sum dugdi væl at tekna andlitsmyndir, og vit tríggir lokkaðu hana at tekna okkum, og har sótu vit sum model.
Størsta hendingin á ferðini var tað, tá ið vit á hotellinum fingu vitjan av tveimum fótbóltspælarum á týska landsliðinum, sum bara nakrar vikur frammanundan var vorðið heimsmeitari í fótbólti á heimavølli. Teir vóru Berti Vogts og Rainar Bohnhof, sum báðir vóru frá Borussia Mönchengladbach, sum tá var eitt tað kendasta felagið í Vesturtýsklandi. Allan Simonsen spældi eisini í tí felagnum tá.
Fólkið flokkaðist sjálvandi um hesar hetjurnar, og vit smæddu okkum heldur ikki burtur. Tað eydnaðist at fáa autograf og mynd avtikna av okkum saman við teimum, og tit kunnu ætla at vit vóru stoltir av tí.


Eli í Spania í 1978
Meðan eg sigldi við danska nótabátinum Strømegg, vóru ein skipsfelagi, Oddur Jensen úr Skopun, og eg eina viku á Ibiza. Flestu føroyingar kennast við Ibizasaltið, sum saltkongurin Hans Pauli Johannesen umboðaði. Ibiza er ein av Balearoyggjarnar oyggjunum. Kendast av teimum er Mallorca, sum er væl størri enn Ibiza.
Ibiza er kent frítíðarstað, sum hevur verið nógv vitjað síðani eina ferð í trýssunum. Her slappaðu vit báðir ungkarlarnir okkum og slappaðu av eftir tríggjar strævnar mánaðir á sjónum. Vit leigaðu bil og koyrdu alla oynna runt og kannaðu vakra landslagið. Serliga vakurt var har norðuri at síggja mandul, oliven og figutraðsplantagurnar, og eisini tey skógarklæddu fjøllini. Minnist ein regndag tá ið vit koyrdu uppi í fjøllunum eftir smølum grúsvegum, og tá ið vit at enda komu oman móti havinum til lítla og óspilta bygd. Vit fóru inn í tað lokalu matstovuna at fáa okkum ein bita. Eg minnist, hvussu hugnaligt tað var at sita og eta í primitivu matstovuni, meðan regnið oysti niður á takið. Onkur av teimum lokalu vóru á matstovuni. Tey hugdu at okkum. Tað var eyðsýnt, at tey vóru ikki von við at hava fremmanda fólk.
Ofta eru tað sovorðnar ørvísi hendingar, sum tú minnist aftur á.