Viðfarnir sum kongar

30 íslendingar hava seinastu góðu vikuna verið á einari heldur óvanligari vitjan í Føroyum. 20 teirra hava siglt við gummibáti úr Vestmannaoyggjunum um Hafnafjørð til Føroya. – Fyri at takka fyri tykkara vælvild, sum teir siga

Avgerðin um at sigla úr Vestmannaoyggjunum til Føroya fall so knappliga.

- Snorri Jónsson og eg sigldu í fjør ein túr runt um Ísland, ein ferð upp á 1400 fjóðringar. Vit sigldu í hvør sínum gummibáti, og vit tosaðu tá ofta um at gera eina slíka ferð til Føroya í ár, sigur Hilmar Kristjansson, sum er annar av stigtakarunum.

Hesin tankin hekk við, og so ein novemberdag í fjør, yvir einum kaffimunni, tóku teir báðir so avgerðina um at sigla í gummibáti til Føroya.

Ferðalagið vaks so líðandi úr teimum báðum og upp í 20 fólk, nú ferðin varð gjørd.

- Vit sigldu úr Vestmannaoyggjunum yvir í Hafnafjørðin. Tað tók okkum einar tíggju tímar. Síðani svóu vit fýra tímar, áðrenn leiðin varð løgd móti Føroyum, sigur Hilmar Kristjansson.

Men ferðin til Føroya gjørdist tó munandi meiri baldrut, enn tey høvdu roknað við. Tey, tí tvey av teimum 20 vóru konufólk.

- Tað var ikki nógvur vindur, men aldurnar vóru stórar, einar 5-6 metrar høgar. So hóast toppferðin hjá gummibátunum er heilar 50 míl, fingu vit ikki siglt meiri enn 15 í meðal, greiðir íslendingurin frá.

Tað var eisini hetta sum gjørdi, at ferðin gjørdist munandi drúgvari enn mett.

- Vit brúktu 19-20 tímar at koma í nærmasta land, sum var Eiði. Vit høvdu roknað við at brúkt munandi minni tíð, sigur Hilmar Kristjansson.

 

Hugnaligt í Gøtu

Leygardagurin gjørdist ein serligur dagur hjá íslendingunum. Og hjá fólki í Eystur kommunu.

Tí hendan dagin varð skipað fyri móttøku og tiltaki á bryggjuni í Norðragøtu, har heilsað varð upp á íslendsku gestirnar, røður vórðu fluttar fram og Eystur kórið førdi fram sangir.

Íslendingarnir vóru ógvuliga fegnir um móttøkuna, og kunnu í heila tikið ikki siga ov nógv rósandi orð um kenda føroyska blíðskapin.

- Vit vórðu viðfarnir sum kongar. Allastaðni, har vit komu kring um í oyggjunum. Og skrivar tú nakað, mást tú endiliga minnast til at nevna Martin Juul Jarnskor, siga teir seks íslendingarnir, sum støkka inn á gólvið í Miðlahúsinum við tí eina endamáli at takka føroyingum, ikki bara fyri blíðskap á ferðini, men fyri at vera teir fyrstu, sum rættu íslendingum bróðurhond, tá alt skramblaði saman hjá grannunum fyri vestan.

Teir báðir dagarnir í Gøtu gjørdust serliga minniligir fyri ferðalagið, ikki minst tí teir vórðu bjóðaðir at gista privat. Gøta er vinarbýur við Vestmannaoyggjarnar, og har eru fleiri, sum hava long og góð vinarbond, hvør við annan. Ikki minst Martin Juul Jarnskor, sum hevði ein stóran fingur við í spælinum, at skipað varð fyri tiltøkunum leygardagin.

Leygarkvøldið bjóðaði Eystur kommuna so til ein døgurðabita í Gøtubráð, sum er eldrasambýlið í Norðragøtu.

 

Ferðast kring oyggjarnar

Íslendingarnir hava annars ferðast kring oyggjarnar hesar dagarnar teir hava verið í Føroyum. Eisini fyri at vísa fram ein útróðrarbát frá bátabyggifyritøkuni Trevjar.

- Báturin Ólafur, HF 51, hevur fylgt við okkum á allari ferðini. Og tað var rættiliga tryggjandi, nú tað viðraði so illa á túrinum millum Hafnafjørðin og Føroyar. Høvi hevur so verið hjá fólki at sæð bátin, har vit hava verið, og hetta er so ein liður í at gera eitt lítið sølufremjandi tikltak samstundis, sum Ólafur hevur virkað sum eitt slag av fylgibáti, sigur Hilmar Kristjansson.

Teir komu sum nevnt inn á Eiði, og sigldu haðani á Runavík. Síðani hava teir siglt kring alt landið, og hava verið í Mykinesi, undir Vestmannabjørgunum, við Gjógv, undir Ennibergi, í Nólsoy, í Suðri, stutt sagt allastaðni í Føroyum.

Teir hava siglt í fýra gummibátum, har tann størsti hevði seks fólk umborð og tann minsti trý.

Á ferðini hava tey eisini tikið í túsundatali av myndum, umframt fleiri tímar av videoupptøkum. Og tað er ikki óhugsandi, at teir fara at gera ein dokumentarfilm um ferðina.

 

Rinda sjálvir

- Tá vit sigldu kring Ísland, fingu vit videotól við frá einari fyritøku. Vit tóku upp útvið 40 tímar av video, og ætlaðu at gera ein dokumentarfilm burtur úr tí. Men upptøkutólið var av einum slíkum formati, at tað ber bert til at síggja upptøkurnar aftur á videoinum og ikki í einum sjónvarpi, sigur Hilmar Kristjansson.

Annars hava teir rinda alla ferðina sjálvi.

- Vit søktu oljufeløgini um stuðul til brennievni, men tað var so eiðasørt. Vit fingu ikki so frægt sum ein dropa, sigur Snorri Jónsson.

Men eina hjálp fingu tey tó. Eimskip vildi sponsorera flutninginum av bátunum aftur til Íslands, so í verða teir fýra gummibátarnir við umborð á Eimskipi upp til Íslands.

Restin av ferðalagnum flýgur so heim aftur fríggjadagin.

- Tað komu níggju konur hjá nøkrum av monnunum við flogfari til Føroya, so vit eru útvið 30 í tali tilsamans, sigur Hilmar Kristjansson, sum undirstrikar, at hetta hava verið nakrir heilt framúr dagar í Føroyum.

Um fólk hava hug at síggja myndir og lesa um ferðina, ber til at fara inn á heimasíðuna hjá ferðalagnum: faereyjaferd.eyjavik.is