Við flogfari til Florida

Sunnudagin kom rúmdarferjan Discovery aftur til Kennedy-rúmdarstøðina í Florida, eftir at hon hevði staðið á Edwards-flogstøðini í Kalifornia, síðani hon kom aftur uttan úr rúmdini.

Upprunaliga skuldi Discovery seta seg í Florida, tá hon kom aftur av rúmdarferðini, men vánaligt veður har gjørdi, at hon noyddist at seta seg í Kalifornia. Sunnumorgunin varð ferjan sett oman á ryggin á einum Boeing 747-flogfari, sum síðani flutti hana teir umleið 2.000 kilometrarnar til Florida.

Serfrøðingar fara nú at kanna Discovery, tí rúmdarferðin vísti, at Discovery hevði somu trupulleikar sum ferjan Columbia, sum sprongdist á veg aftur til Jørðina fyri hálvum triðja ári síðani. Talsmenn hjá NASA hava sagt, at Discovery verður ikki skotin út í rúmdina aftur fyrr enn í fyrsta lagi í mars næsta ár.