REPORTAGA
Tað byrjaði einki serligt. Mjørkin vildi ikki loyva danska forsætisráðharranum, Anders Fogh Rasmussen at lenda í Føroyum.
Men forsætisráðharrin við fylgi lendu í Føroyum. Frá fyrsta fetinum á føroyskari jørð gekk forsætisráðharrin runt við einum stórum smíli á varranum.
Hetta er kanska ríkisfelagsskapurin tá hann er best. Minnini frá einari óðari mannamúgvu uttan fyri Hotel Hafnia, tá hin Rasmussen ? Poul Nyrup ? var í Føroyum sita enn í minninum.
Men við Fogh eru øll so glað. Ì øllum førum alment. Á almennu vitjanini verður kanska ikki so nógv tosað um politisk álvarsmál, men sjálvt á hesum økjum tykist alt at rigga. Við er eisini hjúnafelagi forsætisráðharrans, Anne-Mette Rasmussen, sum setir sín fríska dám á vitjanina.
Í heyst eru tvey ár liðin síðani, Anders Fogh Rasmussen við sínari VK-stjórn tók við stjórnarleiðsluni í Danmark.
Og vaktarskiftið á brúnni í Danmark merkist skjótt í Føroyum. Stutt eftir, at hann hevur tikið við, kemur Anders Fogh Rasmussen á stutta arbeiðsvitjan til Føroya. Innanfyri eitt lítið samdøgur fær hann allar flokkar at kenna seg sum sigursharrar. Produktið er ein felags yvirlýsing frá løgmanni og forsætisráðharranum.
Bólturin liggur á føroysku hálvini, og øll kanna sær bitan.
Í Suðuroy hendan góðveðursdag í juni verður eisini ein felags yvirlýsing, sum vit rópa tað, undirskrivað. Hesaferð snýr tað eisini aftur yvirtøkur, og ein nýggj semja um yvirtøkuleist er í nánd.
Avlýsa
Tá forsætisráðharrin ikki lendur í Vágum fyrr enn seint mikudagin, so verður skráin fyri hendan dagin, sum millum annað innibar eina vitjan á Viðareiði og í Klaksvík, avlýst. Eisini stórfingni døgurðin í Múllers Pakhús má avlýsast.
Løgmaður situr kortini við rokningum fyri lundarnar á Viðareiði og døgurðan í Havn.
Trupult er ikki at lenda í Froðba. Hildið verður, at tað hóskar seg best at hava sum mest av skránni hjá frosætisráðharranum í Suðuroynni, nú tað hevur verið á skránni. Sostatt verður fundur millum løgmann og forsætisráðharran hjá býráðnum á Tvøroyri eins og tíðindafundur verður hildin hjá kommunalu myndguleikunum.
Eftir at tyrlan hevur sett seg í Froðba heilsar forsætisráðharrin og Anfinn Kallsberg og hansara lívsfelagi, Berghild Kallsberg, upp á býráðslimirnar á Tvøroyri og ferðaleiðaran Ása Jacobsen.
Fyrst skal tað formella politiska fáast upp á pláss. Løgmaður og forsætisráðharrin hava ein fund saman, har bara teir báðir eru við. Ein nýggj felags fráboðan verður undirskrivað og latin almenninginum. Ikki tí. Hon er mestur gjørd áðrenn, men við hesum fær dagurin eitt sindur meira tignarligt virði.
Eitt slag av einari Tvøroyar traktat velur borgarstjórin at kalla fráboðanini, sum kann seta munandi meira ferð á yvirtøkurnar av málsøkjum í Føroyum.
Kirkja og sjúkrahús
À eini ferð kring Suðuroynna við løgmanni og forsætisráðharri nýtist tær ikki at kenna teg einsamallan. Ferðalagið er stórt. Forsætisráðharrin hevur sítt lið av embætisfólki og trygdarfólki.
Tey minna øll um hvørt annað. Eins ílætin og eins verumáta. Fylgið, sum gongur runt á Tvøroyri, má væl telja eini tretivu fólk. Hvat gera tey øll, liggur í tonkunum. Skil skal vera á øllum, og alt skal fyrireikast, sjálvandi. Og fleiri teirra sleppa eisini at bera allar hesar gávurnar út í bussin.
Frá kommunalu umsitingini í Tvøroyri gongur leiðin í kirkjuna, har Ási Jacobsen greiðir frá. Hann er royndur ferðaleiðari, og hann er eisini við í bussinum og greiðir frá, tá forsætisráðharrin ferðast í bláa bussinum hjá bygdaleiðum runt í Suðuroynni.
Eftir kirkjuna er túrurin komin til sjúkrahúsið á Tvøroyri. Hundraðogtjúgu milliónir stóra verkætlanin er eitt modernað sjúkrahús. Ronnie Midjord og Thyra Thorsteinsson vísa runt á sjúkrahúsinum. Heilsað verður upp á fleiri av sjúklingunum. Onkur teirra hevur eisini glett seg til at fáa vitjan, og ein av bókunum hjá forsætisráðharranum liggur frammi hjá einum av sjúklingunum.
Tað ger tað ikki verri, at forsætisráðharrin hevur konu sína Anne-Mette við. Sjálvur er forsætisráðharrin ótrúliga professionellur. Smílið hjá honum situr rimmarfast allatíðina. Hetta er ein maður, sum er vanur við at vera í sambandi við fólk og føra seg fram.
Men á hina síðu hevur kona hansara nakað meira natúrligt yvir sær. Hon starvast til dagligt fulla tíð sum pedagogur á eini dagstovni í Holte. Men av og á noyðist ein avloysari at traðka til, tá hon skal á almennar vitjanir og tílíkt. Og setir avgjørt ein postivan dám á.
Í skúlanum í Trongisvági bjóðar kommunan til ein frokost, sum tað verður róppt. Birgir Enni hevur gjørt ymsar fiskarættir, og turr grind og spik eru eisini á stóra sjálvtøkuborðinum.
Býráðið hevur rættiliga spílað seg út. Dansarar frá Suðuroyar norðara dansifelag kvøða nøkur ørindi. Eftir frokostin sleppur Fogh eisini við í ringin. Hann hevði eitt sindur torført við at koma á lagið, kunnu vit siga.
Einki føroyskt borðhald uttan røður. Umframt borgarstjóran heldur eisini Ólavur Rasmussen, próstur, røðu sum fyrrverandi brævavinur hjá forsætisráðharranum fyri 30 árum síðani. Hóast forsætisráðharrin ikki minnist so nógv av tí, so er røðan hjá próstinum bara skemtilig fyri forsætisráðharran.
Bæði Anders Fogh og Anne-Mette fáa føroyskar troyggjur í gávu. Eisini fær Anne-Mette alt silvurið til tey føroysku klæðini.
Sverri Midjord handar eisini Anfinni Kallsberg ein fjallstav, sum hann heldur vera eina so symbolska gávu.
Føroya gull
Hetta er sjeyndu ferð, at Anders Fogh Rasmussen er í Føroyum. Men hann hevur kortini ognantíð áður verið í Suðuroynni ? lítla Danmark, sum fleiri røðarar kalla tað.
Umframt steðgin á Tvøroyri verður eisini farið til Vágs. Her verður vitjað á Ullavirkinum og Sirri. Árni Brattaberg og kona hansara hava bygt sær eina hampuliga stóra fyritøku við teirra ullavøran, sum eisini skuldu bróta upp úr nýggjum eftir truplu kreppuárini í Vági.
Greitt varð frá um ymiskt, og Anne-Mette fekk eisini eina troyggju, men Anders noyddist at bíða til næsta dag, áðrenn hann fekk sína í Havn.
Eftir steðgin í Vági varð farið til Sumbiar og so til Skúvoy, men fyrst varð steðgað uppi á Heysti. Har tók borgarstjórin í Sumba ímóti, og Gunnar Poulsen greiddi eitt sindur frá um Beinisvørð og seinni Akraberg.
Seinni um kvøldið var døgurði í Havn. Fríggjamorgunin varð farið aftur til Danmarkar.
Tann ætlaða tríggja daga vitjanin gekk ikki heilt eftir ætlan. Men í góðveðrinum í Suðuroy var tað ikki so galið at vera við Fogh á ferð.