Umborð
Í gjár ringdu vit umborð á línuskipið Froyu og høvdu skiparan og haraldsundsmannin, Jógvan Paula í Kongsstovu, í telefonini.
- Vit liggja og draga norður úr Viðoynni. Veðrið er gott. Í gjáramorgunin var eitt lítið ”fýs”, men hann sigur gott veður. Hetta er annar dagurin. Í gjár fingu vit 52 kassar á 26 stokkum, sum er umleið 6.500 pund. Stívliga ein helmingur var hýsa, ein stórur fjórðingur toskur, og síðan var restin longa, brosma og onnur fiskasløg.
Fiskiskapurin í gjár var á leið hin sami, sum dagin fyri, men hetta er í undirkanti, sigur skiparin.
13 mans eru við Froyu hendan túrin, men vanliga eru teir 14.
- Við 13 monnum ganga vit vaktirnar sum vanligt, men vit kunnu bert hava ein mann í lastini.
Streymurin er góður, ein hampilig mising, sum skiparin tekur til.
Í februar verða tvey ár liðin, síðan teir keyptu nýggju Froyu. Skipið er bygt í Danmark í 1988, og tað vóru norðmenn, sum lótu tað byggja. Seinni varð skipið selt til Avstraliu, og tað var haðani, skipið kom til Klaksvíkar.
- Hetta er eitt nógv betri skip enn gamla Froya. Skipið er rúmligt, og manningarumstøðurnar eru góðar, sigur Jógvan Pauli í Kongsstovu.
Teir fýra, sum eiga í skipinum, eru allir við, men allir eru ikki umborð í senn.
Í fjør summar var Froya í Grønlandi og innhandlaði fisk, sum tað verður rópt. Skipið var har yviri frá hálvum mai til hálvan september. Tá vóru bert einir 6-8 mans við, harav tveir grønlendingar.
- Okkum dámdi hetta væl, og hetta var í eini tíð, har fiskiskapurin undir Føroyum sjáldan roynist nakað serligur. Ein vansi er tó, at allir menninir kunnu ikki vera við í Grønlandi, og tí kann tað verða torført at manna skipið aftur, tá ið komið verður heimaftur, og brúk er fyri fleiri monnum aftur, sigur skiparin.
Jógvan Pauli í Kongsstovu er føddur í 1957 og er soleiðis fimmti ára gamal.
Hann var ikki meira enn 14 ár, tá ið hann fyrstu ferð royndi sjólívið. Hetta var í summarfrítíðini millum 7. og 8. flokk og seinni aftur í frítíðini millum 8. og 9. flokk.
- Hesi bæði sumrini var eg undir Íslandi við snelluskipinum Havsbrún. Tað var Kamar Joensen, sum átti og førdi skipið. Vit royndu við hondsnellu, og Havsbrún tók eini 60.000 pund.
Um heystarnar og veturin róði Havsbrún út við línu, og tá plagdi Jógvan Pauli at egna hjá teimum.
Úr 9. flokki fór hann við saltfiskalínuskipinum Hans Eriki yvir á Flemmish Kapp við Mortani Olsen sum skipara. Brøðurnir Mortan og Jógvan Olsen plagdu at føra skipið.
- Vit fóru avstað um hálvan august og komu heimaftur sjálvan jólaaftan. Hesin túrurin var einki serligur til fiskiskap. Vit fingu eini 240 tons í saltfiski, men skipið lastaði eini 360 tons. So, lastin var ikki full.
Jógvan Pauli var nú fýra saltfiskatúrar í slag við Hans Eriki.
- Eftir hesar túrarnar fór eg á skiparaskúla í Klaksvík, og vit vóru teir seinastu, sum í 1976 tóku prógvið á Føroya Sjómansskúla í Havn.
Tá ið hann hevði fingið skiparaprógvið í hús, fór Jógvan Pauli aftur við Hans Eriki, nú sum 2. stýrimaður.
- Vit gjørdu ein skjótan túr, sum vardi í tveir dagar yvir tríggjar mánaðir. Skipið var fult, 360 tons í saltfiski. Tað var trupult at fáa fólk hendan túrin, og tí vóru fleiri ungir menn við, sum fóru fyrsta túrin. Kortini gekst okkum væl.
Í hesum umfari var hann tríggjar túrar við Hans Eriki.
- Nú fór eg út at sigla sum stýrimaður við Star Firth, sum var ein av teimum gomlu Star-bátunum. Eg mynstraði umborð í Las Palmas, og vit vóru heilt suðuri í Peru. Mær dámdi hetta væl sum so, men hugurin at fiska dróg, og tí var eg bert eitt hálvt ár í hesi sigling.
Tað næsta, sum hendi í lívinum hjá Jógvani, var, at hann og aðrir í Haraldsundi keyptu ein nýggjan 42 fót Viksund útróðrarbát í Noregi, sum fekk navnið Kunoyggin.
- Eg haldi, at hetta var á vári í 1979, og vit róðu út úr Haraldsundi.
Í eini 3-4 ár var Jógvan soleiðis útróðrarmaður burtur av. Seinni seldu teir bátin til Skálavíkar, og tá fekk hann navnið Grindafossur. Uppaftur seinni er báturin seldur til Grønlands.
Hans Erik var í mong ár afturvendandi møguleikin hjá haraldsundsmanninum, og tilsamans var hann níggju túrar við saltfiskalínuskipinum.
- Eftir tíðina á útróðri við Kunoynni, var eg aftur tveir túrar við Hans Eriki.
Fyrst í áttatiárunum fór Jógvan Pauli á stýrimansskúla og gjørdist stýrimaður í 1984.
- Nú hevði eg ”pausu” í eitt ár, var við Klakki um heysti og dreiv snelluskipið Dragan um várið.
Men haraldsundsmaðurin fór longur enn til stýrimann.
- Tá ið summarið kom, fór eg aftur í skúla og gjørdist skipførari í 1987.
Nú bar leiðin umborð á Star Viking og eisini umborð á Star Sagu sum stýrimaður.
- Eg hevði líkasum hug at royna hetta aftur og sigldi við hesum skipum í eini tvey ár. Jú, mær dámdi hetta lívið, men tað vísti seg, at sum tíðin gekk, dró fiskurin aftur.
Úr farmasigling fór Jógvan Pauli við laksa-og snelluskipinum Turid hjá Hans Paula Purkhús og Jaspuri Kruse.
- Vit royndu eftir laksi í vetrarhálvuni og vóru við kalvalínu í Íslandi um summarið.
Eftir tíðina við Turid, fór hann at undirvísa sum vikarur á Klaksvíkar Sjómansskúla, har hann eitt nú tók sær av trygd á sjónum, men hevði eisini aðrar undirvísingartímar.
- Eg var eitt nú umborð á Norrønu og umborð á skipum hjá Strandferðsluni og undirvísti í trygd, men undirvísingin fór eisini fram á skúlanum.
Tað var soleiðis, at trygdarundirvísingin byrjaði, áðrenn vit fingu Trygdarmiðstøðina, sum síðan hevur tikið sær av hesum.
- Eg var knýttur at skúlanum í eini tvey ár, og síðan havi eg loyst av sum vikarur í eini tveimum umførum. Eg var tó ongantíð í føstum starvi sum lærari. Mær dámdi hetta nøkulunda.
Eftir tíðina á sjómansskúlanum, fór Jógvan Pauli aftur við Turid. Nú var laksaveiðan hildin uppat, og teir róðu út um veturin og vóru við kalvalínu í Íslandi um summarið. Onkran túrin loysti hann av sum skipari.
- Í hesum umfari var eg við Turid í eitt ár ella so, og síðan bar leiðin útaftur at sigla. Nú fór eg sum skipari við donskum skipi. Hetta vóru sonevndir 499’arar, og vit vóru eitt nú á Miðjarðarhavinum og upp í Svartahavinum.
Eftir samfelagskreppuna í 1996-1997 fór Jógvan Pauli saman við øðrum aftur at hugsa um at keypa skip.
Teir keyptu tá Rókhamar, sum fekk navnið Jógvan S. Ein av eigarunum var Jógvan Lutzen.
- Vit høvdu skipið í hálvt annað ár. Síðan seldu vit og keyptu Skørina. Vit høvdu hetta skipið í hálvt annað ár, og síðan keyptu vit Barið aftrat. Tað vóru hesi bæði loyvini – hjá Skørini og Barinum - sum gjørdust til umstrídda loyvið hjá Jógvani S, gamla Ågot.
Jógvan Pauli í Kongsstovu hevur soleiðis verið línuskipari í meira enn 10 ár út í eitt.
- Mær dámar hetta væl, og eg veit mær einki annað sum er. So, hetta verður ivaleyst tað - fyribils, sigur fryntligi haraldsundsmaðurin, sum vit høvdu í telefonini av fiskifeltinum í gjár.