Við fullari ferð móti FM

Skála megnaði ongantíð at hótta oddaliðið, sum nú hevur sett fulla ferð á móti heiðursmerkjunum

Fótbóltur

Eftir øllum at døma var talan um avgerðina í gullstríðnum, anno 2002, tá HB í farna vikuskifti vann oddadystin í Runavík. Enn er kjaftbandið tó ikki bundið fullkomuliga um, og tað var fyrst og fremst fyrsta stigið í hesum, sum var setningurin hjá HB, tá teir sunnudagin tóku ímóti Skála´.
Úrslitið boðar frá einum tryggum heiamsigri, so í so máta eydnaðist fyrsta stigið á tý-trins rakettini hjá HB, sum skal senda teir seinasta pettið til FM-heitið, og skal mestast einsamalt eftir hesum avrikinum, so er einki at ivast í, at tey í HB longu nú kunnu fara at fyrireika seg til gullveitsluna, sum helst verður í tveimum. Fyrru ferð umborð á Smyrli, tá HB skal ferðast heim frá seinasta dystinum, og seinnu ferðina í HB-húsinum, har ársveitslan er á skránni tann 26. oktober.

Eingin ivi
Tað var nevnliga ongan tíð soleiðis sunnudgain, at HB sýndi tekin um tey vælkendu gummibeinini. Frá fyrsta bríksli vóru tað teir, sum sótu á dystinum, men tað skal eisini leggjast afturat, at Skála ikki tóktist gera stórvegis, til tess at forða fyri yvirvágini.
Teir appelsingulu vóru heilt víst komnir á vøllin við tí fyri eyga at dyrgja eftir javnleikinum, men hugburðurin til uppgávuna tóktist kortini benda á, at vónin um hetta var evarska lítil.
Alt fyri eitt hevði HB onkrar hamupigar naskar royndir ? uttan at talan kortini var um upplagdar kjansir ? og tá knappir sjey minuttir vóru farnir, lá bólturin fyri fyrstu ferð í Skála málinum. Gheorghe Callo fekk fatur á einum leysum bólti á Skála-hálvuni, men hann nølaði dekan ov leingi við bóltinum, heldur enn at senda burtur. Endin av øllum varð, at Nocko Jokovic vann bóltin av honum, snaraði eina hálva ferð runt og prikaði inn um verjuna, har Jón Rói Jacobsen var ískaldur og lyfti bóltin framvið málverjanum, sum var komin ímóti.
Skála ella Gheorghe Callo mundu longu nú hava mist alla vón um stig, og høvdu teir ikki tað, so sá tað av álvara svart út, bert lítlan minutt seinni. Skála gav bóltin upp og spældi aftur til rumenan, sum tóktist hava góða tíð við bóltinum, Andrew av Fløtum gjørdi skjótt av. Alt fyri eitt var hann á miðvallaranum, og eftir at hava vunnið bóltin gjørdi hann ikki mætari enn at seta beina kós oman móti mállinu. Eftir eina draging slapp hann inn um verjuna, og við fløtum skoti sendi toppskjúttin í deildini bóltin inn um stólpan.

Tómgongd
Skjóta tvey-mála leiðslan tók mest sum alla luftina úr dystinum, longu áðrenn hann var byrjaður. Gaman í var lagið á áskoðaraplássunum av tí allarbesta, har áskoðararnir longu vóru farnir undir síni »Hååå-Beee«, men á vøllinum var tað eyðsæð, at her skuldi HB ikki gera stórt annað enn at koyra sigurin heim. Uttan at teir á nakran hátt overvaðu seg, varð bólturin fyri tað mesta hildin burtur av vandaleið, og tó at nakrir heilt góðir møguleikar spurdust burturúr, so var tað ongan tíð so, at HB spenti seg út til tess at vinna nakran stórsigur.
Kanska kundi støðan verið øðrvísi, um Jonhard Frederiksbert fekk brotssparkið, sum hann av røttum átti á hálva tímanum, tá Jan Dam sópaði beinini undan honum, men ta ferðina tagdi floytan, og burtur sæð frá eini góðari roynd frá Paula Hansen, so var hetta eisini tað, sum Skála hevði at bjóða fyri steðgin.
Og tá so HB kom upp á 3-0 stutt fyri steðgin, mundi seinasta luftin eisini fara úr gestunum. Málið var kanska eitt sindur margháttligt, tí helst var tað ætlað sum ein sending, tá Rúni Nolsøe mest sum av baklinjuni smekkaði flatt inn í málteigin, men onkursvegna sneiddi bólturin sær kortini inn um nærmara stólpan.
Í seinna hálvleiki helt tómgongdin sum so fram, men hevði HB havt stóra yvirvág fyri steðgin, so var talan nú um totalan dominans. Stútt og støðugt var bólturin spældur kring Skála brotsteigin, har innskifti Heini Kristiansen hevði úr at gera við at fáa hendur á innleggunum, og fyri tað mesta, so eydnaðist hetta eisini hjá unga málverjanum, men tá HB seinasta hálva tíman økti tvær reisur, var ungi málverjin prísgivin.
Í fyrru atløgu var talan um eitt sjáldsama vakurt mál, tá Rógvi Jacobsen lyfti inn um verjuna, har Andrew av Fløtum í ferð tamdi bóltin við bringuni, áðrenn hann smekkaði flatt í handara síðunet. Seinnu ferðina var talan um gjøgnumbrot í høgru, har Tór-Ingar Akselsen at enda sendi flatt innfyri, og við handara stólpa skuldi Eyðun Samuelsen ikki gera stórt annað enn at seta innaru síðuna á bóltin, so hann kundi beinasta seinasta pettið í kassan.

Spenningurin er í botninum
Við sigrinum syrgdi HB mest sum fyri, at tann seinasti ferðilin av spenningi, sum enn er í kappingini, fór sín veg. Vónin hjá KÍ og NSÍ var helst, at havnarliðið skuldi hoykna undir trýstinum, nú gullmerkini eru somikið nær, men eingi tekin vóru um hetta sunnudgain. Eftir skjótu leiðsluna var talan snøgt sagt um professionelt arbeiði, har tað fyrst og fremst ráddi um at varðveita leiðsluna, og har leikararnir ikki komu í støður, sum kundu kosta kort ella skaðar.
At talan so kortini gjørdist um stórsigur, komst fyrst og fremst av, at Skála hevði somikið lítið at bjóða uppá. Mest av øllum tóktist tað so, at teir bara vildu sleppa inn aftur í Eysturoynna, og tað sluppu teir so eisini eftir eina 90 minuttir langa eyðmýking, sum so ruddiliga ? og kanska ov týðiliga ? staðfesti munin á oddi og botni í føroysku fyrstu deild.
Nú er talan sjálvandi um eina fullkomuliga øðrvísi uppgávu komandi vikuskifit, tá Skála fær vitjan av TB, og kanska rúmaði hendan eins nógv í høvdinum sunnudagin, sum HB-dytsurin gjørdi. Men tað stendur so púrasta víst, at um hugburðurin til uppgávuna ikki er ein heilt annar til ta tíð, so fáa teir hjá Skála meira enn trupult við at endurnýggja tilveruna í bestu deildini.

HB-Skála 5-0 (3-0)
1-0: Jón Rói Jacobsen 6
2-0: Andrew av Fløtum 7
3-0: Rúni Nolsøe 43
4-0: Andrew av Fløtum 67
5-0: Eyðun Samuelsen 78
Dómari: Jens Petur Brattalíð: Hevði ein sera friðarligan seinnapart.

HB: Bárður Johannesen ? Hans á Lag, Jóhannis Joensen, Jan C. Dam, Janus M. Joensen ? Rújni Nolsøe, Hallur Danielsen, Rógvi Jacobsen ? Jón Rói Jacobsen, Nocko Jokovic, Andrew av Fløtum
Skála: Eugen Voda ? Ronni Hansen, Pauli Poulsen, Bent Djurhuus, Áki Petersen ? Hanus Thorleifsson, Rúni Rasmussen, Gheorghe Callo, Pauli Hansen, Kári Nielsen ? Jonhard Frederiksberg