Viðhaldsfólk tyrptust um søguliga Gasolin-uppboðssølu

Eitt risasavn av Gasolin-plátum og savnaralutum var í dag selt á uppboðssølu í Randers í Danmark.

Í savninum vóru umleið 2000 lutir, sum ein av teimum allar fyrstu Gasolin-fjepparunum, sum doyðu fyri fýra árum síðani, átti.

##med2##

Eftir hann var eitt óvanliga stórt savn av Gasolin-plátum og savaralutum frá yndisbólki hansara.

Ein stórur partur av hesum var settur til sølu á uppboðssøluni á spælistaðnum Værket í Randers.

##med3##

Umleið 300 áhugaðir keyparar vóru møttir til uppboðssøluna.

Teir umleið 2000 lutirnir vóru býttir í 1000 katalognummur – harvar 350 til sølu á uppboðssøluni í dag.

Restin verður á uppboðssøluni á heimasíðuni hjá Campen Auktioners fram til leygardagin 6. apríl.

##med4##

/ritzau/