Á veljarafundi í Nólsoy, var eg í drúgvum orðakampi við ein sitandi býráðslim, hesin orðakampur vísti ógvuliga væl hugburðin hjá summum av sitandi býráðslimum. Hesini sitandi býráðslimur brúkti fleiri ferðir somu umbering : Jú men, tað er ein landsuppgáva og ikki kommunalt, tá skúladepilin í Marknagili, Tjóðpallurin og Eldrarøktin kom á breddan.
Hesin hugburður er vælvirkandi til at høvuðsstaðurin er í minking.
Vit í Framsókn hava ásanna, at um vit í høvuðsstaðnum ikki gera tað sum er neyðugt fyri at steðga tí negativu gongdini í fólkatalinum, so heldur hon áfram... hendur neyvan nakað. Maktin í Løgtinginum og Landsstýrinum liggur uttanfyri høvuðsstaðin.
Marknagilsdepilin, sum hevur so stóran týdning fyri útbúgving og lestur í høvuðsstaðnum, er í stórum vanda fyri at steðga upp, tí Landsstýrismaðurin ikki roynir at finna pengarnar sum mangla í. Henda verkætlan má ikki steðga nú, og tí eigur Tórshavnar Kommuna at fara inn og hjálpa til. Hetta er ein íløga sum er alneyðug fyri okkara land og høvuðsstað. Á íløguætlanini hjá Framsókn eru 40 milliónir settar av til Marknagilsdepilin.
Eg skammist av umstøðunum hjá Tjóðpallinum. At Tjóðpallurin skal liva undir so vánaligum korum, og fyri at gera ilt verri, er raktur av fleiri bakkøstum í seinastuni, so sum herverk, vatn og royk staða. Í Framsókn eru vit sannførd um, at tað einasta rætt er, at Tórshavnar Kommuna setur pengar av til at byggja ein Tjóðpall. Á íløguætlanini hjá Framsókn eru 40 milliónir settar av til Tjóðpallin. Vit fara at virka fyri, at kommunan fer at samráðast við landsmyndugleikarnar um at byggja pallin.