Anfinn Olsen
?????????????
Síggi í Sosialinum nr. 24 frá 4. feb. 2005 at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Bjørn Kalsø sigur, at hann hevur sett eina arbeiðsætlan í trimum punktum í verk. Hann hevur sett sær fyri at:
?gera eina grundiga gjøgnumgongd av lógini um vinnuligan fiskiskap.
?Kann veiðitrýst og veiðuorku.
?Tálma umstiligheitina av fiskiloyvum og fiskidøgum.
Til tey bæði fyrstu punktini eri eg púra samdur.
Lógin um vinnuligan fiskiskap hevur verið ígjøgnum fleiri broytingar hesi 10 árini hon hevur verið í gildi, og møguligar broytingar, ið tit nú fara at gera, um gjøgnumgongdin vísir at hetta er neyðugt, verða neyvan tær seinastu broytingarnar ið verða gjørdar í hesari lóg.
Tað at vit hava eina fiskidagaskipan ger, at tað er ein íbygd eggjan til skipini til at gera hvønn fiskidag so effektivan sum møguligt. Við royndum og nýggjum teknikki vilja skip-ini, alt annað líka, gera høvnn fiskidag effek-tivari og effektivari, so hvørt sum árini líða.
Tað triðja punktið er at »tálma umsetiligheitina av fiskiloyvum og fiskidøgum«. Um tað verður soleiðis, at gjøgnumgongdin av teimum báðum fyrstu punktunum vísir, at niðurskurðurin, ið higartil hevur verið, (uml. 20% síðan lógin kom í gildi) ikki er nóg mikið, tí at skipini hava effektivisera hvønn fiskidag meir enn niður-skurðin. Um fiskidagar-nir skulu niðurskerjast meira, fyri at náa einum sokallaðum burðardyggum lutfalli (býti) millum veiðitrýst (fiskidagar) og fiskastovnar, so uppstendur ein heilt nýggj og trongd støða hjá hvørjum einasta fiskiloyvi (fiskiskipi) við Føroyar.
Her hevði verið natúrligt, at feløg við slíkum fiskiloyvum, stungu fingurin í jørðina og gjørdu sína støðu upp. Antin við at erstatta teir burturreguleraðu fiskidagarnar við at keypa aðrar fiskidagar frá øðrum fiskiloyvum,og á henda hátt tryggja mannskapi og skipi somu inntøkumøguleikar sum áður. Ella við at komið verður til mótsattu niðurstøðu ið er, at felagið gevst (minkar) við sínum fiskaríið og selur sínar fiskidagar til onnur feløg. Hetta vil gerra, at felagið ið selur, fær fíggjarorku til at avvikla sín fiskaríaktivitet, og feløgini sum keypa, halda á fram við somu heilársdrift sum áður.
Góði Bjørn: Neyðug hýra til hvønn einstakan fiskimann, rakstrarkostnaður saman við rentum og avdrøgum hjá fiskiskipunum minka ikki fyri tað, at fiskidagarnir verða reguleraðir niðureftir. Tak tí ikki frægasta tillagingarmøguleikan frá okkum, um fiskimálastýrið fer at gjøg-numføra nýggjar niðurskurðir í fiskidøgunum við at tálma umsetiligheitina.