Tað var ein rímiliga lang samrøða, og eg má hava úttrykt meg heldur fleirtðýðugt at døma eftir teirri niðurstøðu, sum verður løgd mær í munnin. At sjónvarpið sum stovnur er ónøgt við hækkingina av hyggjaragjaldinum, havi eg ikki sagt. Sjónvarpinum tørvar peningin og fer ikki at vísa hann frá sær. Men tað er eingin loyna, at hendan politiska loysnin av málinum, skapar misnøgd millum fólk og leggur stórt trðýst á stovnin. Hetta hava vit longu merkt í blaðleiðarum, lesarabrøvum og á trðýstinum á telefonir stovnsins.
Greinin gevur ta fatan, at Sjónvarp Føroya tekur avstand frá hækkingini, og at landsstðýrismaðurin hevur handlað heilt uttan samráð við sjónvarpið. Hetta er ikki rætt. Blaðkvinnan spurdi, um SvF hevði søkt um at fáa sjónvarpsgjaldið hækkað við 500 kr. Til hetta var svarið nei, tí SvF hevur ikki sent inn nakra beinleiðis umsókn um hækking av sjónvarpsgjaldinum.
Men tá tað er sagt, vil eg leggja fylgjandi afturat viðvíkjandi gongdini í málinum:
Tá Sjónvarp Føroya lat inn rakstrarætlan sína í sambandi við fíggjarlógina 2003, søkti stovnurin um at fáa eina rakstrarjáttan upp á 5 mill. krónur og eina játtan til loypandi tøkniíløgur upp á 3,5 mill. krónur. Gjørt varð vart við, at stovninum tørvar umleið umleið 3 mill. krónur afturat verandi inntøkum í 2003 fyri at halda somu framleiðslu sum í 2002. Stovnurin hevur, sum er, onga rakstrarjáttan á fíggjarlógini, men fíggjar virksemið við hyggjaragjaldi, lýsingarinntøkum og eydnuspæli.
Í august fór Annlis Bjarkhamar mentamálaráðharri undir at arbeiða við málinum um fígging av virkseminum hjá Sjónvarpi Føroya. Í tí sambandi legði undirritaði sum sjónvarpsstjóri fram eina langtíðarætlan fyri, hvussu virksemi sjónvarpsins kundi verið útbygt yvir eitt 4 ára skeið, soleiðis at tað í framtíðini kundi gerast eitt veruligt meginsjónvarp. Ætlanirnar at fáa eina breiða politiska semju um eina langtíðarmenning av sjónvarpinum vóru kortini lagdar til viks eftir nakrar vikur.
Tíðliga í oktober skrivaði sjónvarpið til Mentamálaráðið og gjørdi vart við, at varð einki gjørt fyri at bøta um fíggjarligu viðurskiftini hjá stovninum í 2003 fór at verða neyðugt at siga upp minst einum fimtingi av starvsfólkinum og at skera framleiðsluna niður við 30-50%. Í hesum brævi vísti SvF á, at Mentamálaráðið hevði møguleika til, sum ein seinasta útveg, at útvega stovninum pening við at hækka hyggjaragjaldið. Tal var tó ikki sett á hesa hækking frá sjónvarpsins síðu.
Mentamálaráðið arbeiddi tá við einum uppskoti um kringvarpsgjald, sum varð lagt fram fyri politisku flokkarnar miðskeiðis í oktober. Hetta uppskot vildi givið sjónvarpinum nakrar milliónir afturat árliga at arbeiða við, men vann tó ikki politiskan frama. Sum eina aðru strategi royndi Mentamálaráðið síðani at fáa politiska undirtøku fyri at taka av MVG'ið fyri sjónvarps- og útvarpsgjaldið. Hetta skuldi eftir ætlan geva SvF umleið 5 mill. kr. Heldur ikki hetta vann politiskan frama.
Eftir hetta valdi mentamálaráðharrin, sum í øllum málinum hevur havt forstáilsi fyri torføru fíggjarligu støðuni hjá sjónvarpinum og sýnt vilja til at finna eina loysn so at sleppast kundi undan einum fíggjarligum skrædli, at hækka sjónvarpsgjaldið við 500 kr. SvF varð kunnað um ætlaðu hækkingina frammanundan, og hevur ikki mælt frá henni. Sjónvarp Føroya kundi sjálvandi havt ynskt sær, at onnur av teimum fyrru loysnunum, sum vóru politiskt frammi, høvdu komið ígøgnum. Tað hevði verið lættari -og hugaligari- at farið undir tær ábøtur av tænastum sjónvarpsins, ið sjálvandi skulu fylgja við eini hækking av inntøkunum, uttan ta flóðalduna av misnøgd og ábreiðslum, sum hevur skolað inn yvir stovnin frá illum hyggjarum seinastu dagarnar. Men vit eru ikki ónøgd. Tað kundi verið so nógv verri.
Vóru ikki fingnar stovninum hækkaðar inntøkur so ella so í 2003, hevði niðurskurðurin av bæði starvsfólkahópinum og virkseminum verið so ógvusligur, at rættast hevði verið at tikið málið upp, hvørt tað yvirhøvur gevur eina meining framhaldandi at hava eitt alment føroyskt sjónvarp.
Hvørki eg ella nakar annar í Sjónvarpi Føroya fara tí at brigsla mentamálaráðharranum, at hon hevur nðýtt einasta útveg, ið hon hevði eftir, at tryggja at stovnurin ikki legst í sor komandi ár.
Hækkingin í hyggjaragjaldinum fer lutvíst til at fylla tey hol, sum útlit eru til í rakstrinum fyri 2003. Men vit á stovninum vilja gera alt fyri, at so nógv sum gjørligt fer at síggjast aftur í fleiri, betri og fjølbroyttari føroyskum sendingum.