Eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at hatta brævið varð skrivað við einum keguligum tónalag. Tað var av tí einføldu orsøk, at brævið varð skrivað í øði fríggjadagin í seinastu viku, beint aftaná at politisku umboðini fyri føroysku afturhaldskreftirnar høvdu lovprísað Nyrup til skíggja, tí at hann ikki virdi Føroyar og føroyafólk tað allarminsta.
Javnaðarflokkurin
skifti kós
Javnaðarflokkurin hevur eisini síðani valið brúkt tað mesta av sínari orku at viðgera og niðurgera Tjóðveldisflokkin, so tit mugu ikki gerast skøkk, at onnur eisini viðgera tykkara flokk.
Javnaðarflokkurin hevur tey seinastu árini spælt eitt politiskt spæl fyri at tekkjast veljarunum. Flokkurin hevur nevniliga vent frá at vera ein av sjálvstýrisflokkunum í Føroyum til sína gomlu afturhaldssinnaðu sambandshugsjón. Áðrenn seinasta løgtingsval segði flokkurin, seg taka undir við tí sokallaðu ?íslendsku loysnini?. Eisini segði formaður floksins Jóannes Eidesgaard, beint tá ið samgonguskjalið varð undirskrivað, at hann gott kundi taka undir við fyrstu síðu í samgonguskjalinum. Á hesari síðu stóð millum annað, at ?Føroyar skal skipast sum eitt land við Fullveldi?. Ja, eg mátti ásanna at Javnaðarflokkurin, var vorðin ein veruligur Sjálvstýrisflokkur, og eg og onnur tjóðveldisfólk høvdu góðar vónir um, at flokkurin fór at taka undir við Fullveldisætlanum samgongunar. Men eg fór tíanverri so dyggiliga skeivur.
Síðani tá er nógv vatn runnið í ánni, og Javnaðarflokkurin hevur skift fullkomuliga kós. Fyrst bara eitt lítið sindur. Í tí bláa faldarinum, søgdu teir, seg nevniliga vilja alt tað sama sum Samgongan, og teir høvdu enntá eina ætlan um at minka blokkin eftir vøkstrinum í føroyska búskapinum. Tað einasta teir ikki vildu, var at taka Fullveldi ella fult ræði á egnum landi (Í móðurmálsorðabókini stendur at orði fullveldi merkir: ?Tað at hava fult ræði á viðurskiftum sínum?).
Hetta hevur flokkurin so hildi uppá heilt til nú. Men tá ið tað vísir seg, at samgongan hevur tikið ein part av javnaðaruppskotinum við, hvussu blokkurin kann minkast, taka teir heldur ikki undir við tí.
Edmund hevur rætt
Tíanverri hevur Javnaðarflokkurin í dag slept so nógvum av sínum Sjálvstýrishugsjónum, at Edmund Joensen helst hevur rætt, tá ið hann sigur, at andstøðan hevur eitt alternativ til Fullveldisætlanina. Tað alternativið er nevniliga ein moderna heimastýrislóg, sum í veruleikanum bara er at spyrja skøvurnar á tí gomlu. So Edmund til rós, tú hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri at toga Javnaðarflokkin til tín.
So eg eri samdur, tá tú sigur, at tykkara dirigentur er ótrúliga góður. Hann hevur megnað at fáa ein heilan flokk og Sosialistiskt Ungamannafelag at skifta kós so fullkomuliga.
Tryggjar Javnaðarflokkurin vælferðina?
Javnaðarflokkurin sigur seg tryggja vælferðina. Teir tykjast fullkomuliga at hava gloymt 80?ini og kreppuna í 90?inum. Allir flokkar, eisini Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, vóru við at koyra landið á heysin, og endin varð, at alt, sum kundi kallast vælferð í Føroyum, var burtur. Hetta hendi í heimastýrisskipanini ella tí sokallaða ?Ríkisfelagsskapinum?, sum afturhaldskreftirnar í Føroyum siga tryggjar vælferðina.
Í dag vil Javnaðarflokkurin aftur til valdið at brúka allar pengarnar, sum Karsten nú ansar so væl eftir. Í ?Krosskasti? í kvøld segði Jóannes Eidesgaard í ræmasta álvara, at javnaðarflokkurin helt at samgongan gjørdi ov fáar íløgur. Tað sigur hann, hóast búskaparfrøðingar, bæði føroyskir og danskir, mæla til størsta varsemi á fíggjarlógini, tí vandi er fyri, at búskapurin verður ov heitur. Willhelm Johannesen hevði eitt enn og ørari uppskot í Sosialinum fyrr í ár. Hann helt, at 300 milliónir skuldu gevast til skattalættar. Tað er tað, eg kalli ?óseriøst?.
Hví svarar Jóannes ikki?
Tað var eisini stuttligt at síggja í ?Krosskastið, hvussu Jóannes Eidesgaard tosaði uttanum allar spurningarnar Tróndur spurdi hann. Hann klárar ikki at svara, hvør skal hava evsta vald (Tað sama sum fullveldi) í Føroyum, danir ella føroyingar? Og hann hevur einki uppskot um skiftistíð, nú hann hevur kolldømt sítt egnað uppskot um at minka blokkin í mun til búskaparvøkstrin.
Eg kann eisini siga tykkum, at eg eri ikki tann einasti, sum havi lagt merkið til tykkara brøðralag við Nyrup. Tað gleðiliga er hent, at eisini onkrir javnaðarmenn hava varnast ?samansvørjingina?. Eg havi tosa við tveir javnaðarmenn, sum hava skift frá at siga ?nei? til at siga ?ja?.
Tað hevði verið gott, um Javnaðarflokkurin nú hevði somu støðu eina tíð, so føroyafólk greitt fekk at vita, hvar hann flýtur. Eg eri sjálvur ikki í iva, at flokkurin er ein Sambandsflokkur.
Hetta verður helst seinastu ferð, eg viðgeri Javnaðarflokkin á hesum sinni, tó kann henda, at eg nevni flokkin í onkrum øðrum samanhangi.
At enda ein áheitan á allar sjálvstýrissinnaðar javnaðarveljarar. Tað verður ikki við Javnaðarflokkinum at vit koma longri á sjálvstýrisleið heldur tvørturímóti. Um tit ætla at fáa einar frælsar Føroyar, gera tit tað best við at stuðla Samgonguni í hennara fullveldisætlan.
Í hjørtum okkara býr frælsið.
23. mars 2000
Rói Joensen
limur í Unga Tjóðveldinum