Viðmerking til greinina »Gudiligur ørskapur forpestar meira enn nøkur ølsøla« eftir Hilmar Simonsen 4/7-2002

Greinin hjá tær fekk meg ovfarnan av hugburðinum. Har tú góðtekur næstan alt tað, sum er ringt og ikki gott.
Ikki føla teg ov nógv raktan, Hilmar. Tú ert helst eitt gott menniskja, men ert blindur í tínum hjarta. Men tað kunnu vit rætta eitt sindur uppá báðir.

Hilmar, eg haldi tú hevur misskilt áskoðanina hjá Bill Justinussen. Havi varhugan av at tú hugsar at Bill er úti eftir at oyðileggja alt tað góða. Tað er akkurát øvugt. Hann roynir at niðurbróta tað, sum er ringt og uppbyggja tað góða.
Bill forfylgir ikki nøkrum ávísum bólkum í samfelagnum. Men ger eina roynd at hjálpa hesum, ið tú kallar forfylgd.
Tú tosar um at tað væl kann vera at rúsdrekka elvir til trupulleikar, um tað ikki verður brúkt við hóvsemi. Soleiðis er tað í dag og soleiðis hevur altíð verið.
Eg skal minna teg á, at umleið 50 fólk doyggja árliga av alkoholismu í Føroyum. Eg spyrji bara, kann hetta góðtakast, skal hugsanin vera, at soleiðis er tað í dag, og soleiðis hevur altíð verið?
Ein nokk so vanlig hugsan hjá føroyingum í dag er, at tað er bara spell, at hann/ hon ikki hevur tamarhald á rúsdrekka/evnum. Tað kann eg ikki blanda meg uppím tað mugu tey um.
Eg kann lýsa eitt líknandi dømi, sum heilt sikkurt ikki varð góðtikið millum manna.
Dømi: Hugsi mær at frí søla av dynamittstongum skal vera í Føroyum (fyri at fylgja tíðarandanum). Eg kann ikki gera nakað við, at umleið 50 fólk spreingja seg sjálvan í luftina hvørt árið, tí tey duga ikki at brúka dynamitt. Tað kann eg ikki gera nakað við, ella kann eg?
Hilmar? Minst til at rúsdrekka/evni drepa ? dynamitt drepur. Kann hetta góðtakast???
Eisini nevnir tú, at nýtsla kann vera gagnlig, meðan ovurnýtsla er av tí ónda. Tú nevnir misnýtslu av religión.
Eg kann rættleiða teg við at rættur kristindómur ongantíð kemur undir misnýtslu. Hetta er ikki ein pástandur, tí tað renna streymar av kærleika, friði og fyrigevingaranda frá einum sonnum trúgvandi í dagligdegnum.
Tá ið ein Jesus trúgvandi fær mótgongd, er viðkomandi á rættari leið. Tí samvitskan talar at hjá mótpartinum (Jesus bleiv jú eisini spottaður).
Tín misskiljing av religión kann eisini vera avleiðingar frá teimum, ið eru navn kristin. Tað eru fólk, sum ganga undir heitinum at vera kristin. T.d. »Føroyar eru eitt kristið land«. Tó eru hesi ikki persónliga kristin og kunnu tí geva ástoyt fyri hini.
Eisini kemur tú við nøkrum fáum dømum um positivar avleiðingar frá alkoholi. Hví nevnir tú ikki nevativar avleiðingar eisini fyri at fáa eina breiða niðurstøðu? Um tú ert erligur, so fært tú skjótt stórsigur av neg. avleiðingum. Dømi: Harðskapur, ferðsluvanlukkur, lygnir, sjálvmorð, alkoholisma brýtur út og viðførir ofta deyðan.
Havi uppfatan av uttan at kenna Bill persónliga, at hansara stívrendu pástandir, sum tú rópar tað, ikki eru pástandir, men heldur íblástur frá Gudi til Hann. Tí Bill roynir í veruleikanum at hjálpa fólki úr neyð, og eftir mínum tykki er tað ein góð gerð. Gud er kærleiki, so alt tað góða, vit gera, er frá Gudi. Tí í okkum menniskjum býr einki gott, av okkum sjálvum.
Eg vil ikki fara ov langt inn í Bíbliuna nú, men kann leggja afturat, at alt, sum skrivað er av Gudi gjøgnum profetarnar fyri fleiri 1000 árum síðani, er gingið út, so ikki kann sigast, at tað bert eru pástandir, men veruleiki.
Hilmar! Tú kanst gera eina roynd at lesa sjálvur, tí uttan at lesa og uppsøkja Harran Jesus verða tað sjálvandi pástandir og ikki upplivingar.
Mín meining er, at politikkur, grundaður á kristindómin og ikki kristindómur á politikkin, er fínur.
Hví ikki tað í einum sokallaðum kristnum landi?
Bill! Eg meini at tú eigur ikki at boykotta sølu av rúsdrekka, tí tað skapar øsing.
Eg haldi einasta rætta leiðin til at broyta hugburðin til rúsdrekka/evnir, er at menna upplýsingararbeiðið um avleiðingar, sum standast av nýtslu og misnýtslu. Hetta tekur langa tíð. Miss ikki mótið.
Eg veit, at stórt fyribyrgingararbeiði verður gjørt. Tað er gott. Men nakað, ið er stórt, kann blíva størri.

Við friðarkvøðu til Hilmar og Bill.