Viðmerking til greinina -Nær skal barnið í skúla?-,sum Marjun Nielsen og Jóhanna Lindenskov Joensen hava skrivað

Fríðfinnur Johnsson, skúlastjóri í skúlanum í Eysturkommunu
---

Eg kann taka undir við nógvum av tí, sum stendur í greinini, og eg ivist ikki í, at tær kenna væl til menningina hjá børnum, og at tær eisini vita ikki so lítið um fólkaskúlan. Men eg er ikki samdur í niðurstøðuni, sum tær koma til. Tí hesar viðmerkingar til greinina.

Mín vitan um føroyska fólkaskúlan er frá royndum sum lærari í føroyska skúlaverkinum í meira enn tríati ár. Seinastu knøpp tíggju árini sum fyrstilærari, seinastu trý árini sum leiðari í fyrsta kommunala forskúlanum, sum bleiv stovnaður eftir fólkaskúlalógini frá 1997, har ið heimilað er kommunum at stovna forskúlar, sum eru partur av fólkaskúlanum. Forskúlin í Eysturkommunu bleiv stovnaður í 2010, so hann hevur sløk trý ár á baki. Eg skrivi út frá royndunum, vit hava gjørt hesi sløku trý árini..

Mín fatan er, at forskúlin, soleiðis sum hann er skipaður í Eysturkommunu, er eitt sera gott tilboð til tey 6-áragomlu.
Forskúlin ger - við leiki og læru- yvirgongdina frá barnagarði til skúlan sera lagaliga. Hann er tann besta og lagaligasta yvirgongdin, sum eg kenni. Hetta er nakað, sum lærarar, sum hava tikið móti børnum í nógv ár, eru samdir í. Fyri at sitera en lærara her í Leirvík, sum í meira enn tríati ár hevur tikið ímóti næmingum í fyrsta flokki. Hann sigur, at tað ongantíð hevur verið so lætt at tikið ímóti 1. flokki sum nú, tey hava gingið í forskúla.
Umframt at børnini fáa eina lagaliga yvirgongd frá barnagarði til skúla, so trívast tey sera væl í forskúlanum, og tey læra nógv. Ja, tey læra alt tað, sum nevnt verður í greinini hjá Marjuni og Jóhonnu, umframt at tey læra so nóg annað, sum eg skal koma inn á seinni í greinini. Forskúlin er eitt útmerkað stað til at læra tað, sum Marjun og Jóhanna nevna í sínari grein.
Men tað er serliga á einum øki, har ið forskúlin hevur nakað, sum barnagarðar vanliga ikki hava, og tað er í menningini av málførleikanum, tí partinum, sum mennir málmedvitið hjá børnum, har ið arbeitt verður við at fáa børn at skilja samnahangin millum ljóð sum svarar til ein bókstav, sum hevur eitt navn, og sum verður skrivaður við einum symboli. Tað er hesin parturin av málmedvitinum, sum granskingin hjá Jørgen Frost og Annemette Lønnegaard m.a. hevur tikið støði í.

Ì granskingini hava tey kannað tveir bólkar, sum tey so hava sammett aftaná. Annar bólkurin tók lut í tí, sum tey kalla málspøl, sproglege. Hin bólkurin gjørdi tað, sum tey vanliga gera. Børni vóru í forskúlaaldri.
Báðir bólkarnir blivu kannaðir, hvussu teir vóru fyri málsliga.
Í kanningini bar til at fylgja við, hvussu tað gekst bólkunum, bæði teimum sum vóru væl fyri málsliga og teimum, sum vóru illa fyri.

Stutt brot úr granskingini hjá teimum.
Sproglege síða 40.
Det er ikke svært at forestille sig, hvilken vanskelig situation svage elever stilles i, når de starter læseindlæringen med et udgangspunkt som kontrolgruppens svage elever gør det. Resultaterne viser, at børnene i oktober snarere er mere usikre, end de var i august, meget kunne tyde på, at de efter 10 ugers danskundervisning befinder sig i en slags kognetiv forvirring , hvor det lidt, de kunne fra starten, ikke kan udnyttes til forståelse af, hvad de skal gøre med de mange nye bogstarver. Nøglen til forståelse af det alfabetiske princip, at der til hver lyd i talen svarer et bogstavtegn, er ganske enkelt ikke tilgængelig, og hermed er grundlaget lagt for de vilkårllige læsestartegier, der bliver så svære at udrydde senere.......
Sproglege síða 43.
Samlet er det rimeligt at konkludere, at arbejdet med sproglegene både har en generel effekt og en forebyggende effekt. Ved at benytte sproglegene støtter vi således både de svage og de dygtige i deres læse- og staveudvikling.

Tey, sum hava áhuga at seta seg inn í hetta, eiga at lesa bókina “Sproglege, til styrkelse af sproglig bevidsthed” Tað eru Jørgen Frost og Annemette Lønnegaard, sum hava skrivað bókina.


Vit hava í forskúlanum brúkt lesivegleiðarar at leggja okkum lag á í hesum arbeiðinum, tað hevur víst seg at vera sera gott. Lesivegleiðarar kenna fortreytirnar fyri málmenning, og teir vita, hvussu arbeiðast skal, fyri at hetta verður gjørt so væl sum til ber. Teir kenna granskingarúrslitini hjá Jørgen Frost og Annemette Lønnegaard, og teir hava umsett og tillagað tað tilfarið, sum tey hava gjørt.

Jørgen Frost og Annemette Lønnegaard vísa í sínari granskina á, at um tað ikki verður arbeitt við málmedvitinum hjá børnum, áðrenn tey byrja formliga læru i lesing, so kann tað enda við eini vanlukku, serliga hjá børnum, sum ikki er væl fyri málsliga. Jørgen Frost og Annemette Lønnegaard vísa á, at hetta arbeiðið við at menna málmedvitið hjá børnum eigur at vera gjørt, tá ið børnini eru 6 ár.
Um eg skal nevna eitt ting, sum eg haldi, at forskúlin hevur fram um aðrar skipanir, so er tað hetta arbeiðið at menna henda partin av málmedvitið hjá næmingunum.
Men forskúlin kann eisini á øllum øðrum økjum menna næmingarnar, tað er heilt vist. At pástanda nakað annað er heilt burturvið, og hevur ikki hald í veruleikanum.

Mín niðurstøða er púra greið. Forskúlin, soleiðis sum hann er skipaður í Eysturkommunu, er størsta frambrotið í føroyskum skúlaskapi í nýggjari tíð.
Eg vóni inniliga, at land og kommunur ganga saman um at geva øllum børnum eitt líknandi tilboð. Tað hevði gagnað okkum øllum.
Forskúlin í Eysturkommunu er eitt tilboð, sum er ment í Føroyum. Hann bleiv stovnaður eftir einum áliti, sum bæði pedagogar og lærarar í Eysturkommunu høvdu gjørt. Eysturkommuna fylgdi næstan øllum í tilmælinum frá hesum bólki.

Síðani nakar viðmerkingar til nakað av tí, sum sagt verður í greinini, og sum eg ikki eri samdur í.
Sagt verður í greinini –sum fakfólk á økinum kenna vit bæði skúlaskipanina og dagstovanøkið í Føroyum.
Tað gera tit helst, men at tit ikki kenna forskúlatilboðið í Eysturkommunu, tað vísir greinin hjá tykkum. Tað sær heldur ikk út til, at tit kenna fólkaskúlan frá lærarasíðuni.


Nøkur dømi.
Normeringing.
Í Skúlaspíranum, sum er forskúlin í Eysturkommunu, er normeringin 1 starvsfólk til hvørjar níggju næmingar, helvtin av tímunum verða lisnir av pedagogum, teir hava somu fyrireiking sum lærarar. Hetta er ein góð normering, har ið til ber at taka sær av einstaka barninum, tað hava vit sæð hesi sløk trý árini, vit hava havt forskúla.

Fysiksu karmarnir.
Bæði umstøðurnar inni og úti eru góðar, tað høvdu tit sæð, um tit gjørdu tykkum tann ómak, at sett tykkum inn í viðurskiftini hjá Skúlaspíranum. Umframt alt tað, sum vanligir barnagarðar hava, so hava vit:
eina fimleikarhøll, har ið umstøðurnar til rørslu eru sera góðar.
eitt bókasavn, har næmingarnir altíð kunnu koma vitja
eina svimjihøll har ið forskúlanæmingarnir kunnu fáa undirvísing í svimjing, tí skúlin hevur svimjilærarar, sum hava neyðuga førleikan til hesa undirvísing.
eina miðhøll, har ið næmingarnir kunnu koma til felagstiltøk, umframt at teir kunnu framføra, um teir hava eitthvørt, sum teir vilja vísa hinum næmingunum. Hesum gera næmingarnir í forskúlanum brúk av. Viðvíkjandi miðhøllini, so havi eg hug at nevna morgunsangin. Her fáa næmingarnir í forskúlanum hvønn morgun eitt tónleikaligt upplvilsi, umframt at teir koma at kenna nógvar sálmar, sum nógvir av forskúlanæmingunum læra seg uttanat, uttan at nakar biður teir um tað.
Skúlin er væl útgjørdur við ljóðførum og tónleikalærarum, sum eisini næmingarnir í forskúlanum kunnu fáa gleði av.


Sagt verður í greinini –Vit seta hinvegin spurnartekin við, hvat henda politiska avgerðin og fakligu tilmælini at koyra børnini í skúla eitt ár fyrr, byggir á.

Her fari eg at enn einaferð at vísa á tað, sum eg fyrr havi sagt , nevnliga granskingina hjá Jørgen Frost og Annemette Lønnegaard. Hon sigur tíðiliga, at tað kann vera skaðiligt, at børn koma í skúla, um tey ikki hava arbeitt nóg miðvíst við at menna málsliga medvitið. Hesum eri eg samdur í. Eg sigi ikki, at hetta arbeiðið ikki kann gerast í barnagørðum, men mín fatan er, at forskúlin er tað rætta staðið at arbeiða við hesi málmennig. Eg havi heldur einki hoyrt um, at tey, sum tosa um at menna tilboðið í barnagørðunum, hava nevnt henda partin av málmenningini. Fyri mær virkar tað sum um nógv at tykkum, sum eru ímóti forskúlum, als ikki vita um hesa granskingina, ella látast tit, sum hon ikki er til. Men hjá mær er eingin ivi. Hetta er mest tíðandi gransking á hesum øki, sum eg veit um. Hon er fyri mær eitt av svarinum uppá, hví nógv børn í Føroyum ikki gerast nóg góðir lesarar. Ella fyri at sitera Hans Eli Dahl, ferrverandi leiðara í Skúlanum á Trøðni. Hann segði, tá ið hann bleiv settur sum stjóri: “Tað sær út til, at fólkaskúlin framleiðir børn við serligum tørvi”
So her er ein grundgeving fyri at stovna forskúlar, um tit ikki góðtaka hana, tað er eitt annað mál.

At enda verður í greinini sagt - ... Hví skulu vit tyngja fólkaskúlan við at koyra ein árgang aftrat inn í skipanini?-
Ikki júst nøkur rósandi orð, sum tit hava at siga um fólkaskúlan, og hetta sær út til at vera eitt gjøgnumgangandi tema hjá øll tykkum, sum eru ímóti forskúlum, tað er eins og fólkaskúlin einsamallur hevur ábyrgd av, at nógv børn ikki fáa eina nóg góða skúlagongd, tað haldi eg ikki. Fólkaskúlin einsamallur hevur ikki skyld í hesum, her eiga øll at taka í egnan barm og gera tað, tey kunnu.

Men eg haldi als ikki tit skulu vera so bangin um, at forskúlin fera at tyngja fólkaskúlan enn meira, sum tit málbera tykkum. Sum eg havi víst á, so eru okkara royndir, at forskúlin kann lætta væl um. Ja, í løtuni er hann besta boðið uppá, hvussu vit kunnu gera fólkaskúlan betri beint nú, og harvið minka tørvin á serundirvísing. Tað er alt sum týðir uppá, at vit við at seta inn fyrr fáa hjápt teimum børnum, sum av eini ella aðrari grund eru sakkað afturút, og sum tí eru í vanda fyri at fáa eina vánaliga skúlagongd. Tað er mín fatan.

Mín niðurstøða til greinina er, at forskúlin er besta svarið uppá tað tilboðið til tey 6-ára gomlu, sum tit í greinini sóknast eftir, tit vita bara ikki av tí.
Um tit hava áhuga í at seta tykkum inn í forskúlan, so fari eg at bjóða tykkum at koma at vitja, so tit sjálvi síggja, hvat tað er, sum eg skrivi um.

Sum eg í grein míni havi víst á, so eri eg als ikki samdur við tykkum í tí, tit skriva. Eg skilji heldur ikki heilt hvat tit meina við, tá ið tit siga, at forskúlin ikki er tað rætta tilboðið til tey 6-ára gomlu.
Eg fari tí at seta tykkum nakrar spurningar, sum fari eg at heita á tykkum um at svara í bløðunium, so eg og øll onnur, sum hava áhuga fyri teimum 6-ára gomlu fáa at vita, hvat tit meina.
Forskúli er bara eitt orð, men hvat meina tit við, tá ið tit siga, at forskúlin ikki er tað rætta tilboðið til tey 6-ára gomlu? Eg hugsi her um innihald, form o.a.

Hvørja útbúgving hava tit í at undirvísa?
Her kann eg nevna, at fyri at gerast lesivegleiðari, so mást tú fyrst hava lærararútbúgvin, hon tekur fýra ár, haraftrat skal tú taka ein eftirútbúgving í tvey ár. So í alt tekur tann útbúgvingin 6 ár.

Hvørjar royndir hava tit í at undirvísa í innskúlingini?
Eg hugsi serliga, um tit hava royndir, sum vísa, um munur er á at børnum, sum hava gingið í forskúla og børnum, sum ikki hava gingið í forskúla?
Her kann eg nevna, at vit hava lærarar, sum hava meira enn 30 ára roydir í at undirvísa í innskúlingini, og sum eisini hava roydir í at taka ímóti næmingum, sum hava gingið í forskúla og næmingum, sum ikki hava gingið í forskúla. Hjá teimum er eingin ivi. Byrjanarundirvísingin gerst nógv lættari, um børnini hava gingið í forskúla. Hetta samsvarar eisini væl við granskingina hjá Jørgen Frost og Annemette Lønnegaard. Men sum sagt, hvørjar royndir hava tit at vísa á?

Hvat er tað í forskúlaskipanini, sum tit ikki halda vera gott?

Er tað uppbýtið av degnum?
Um so er, kunnu tit greiða frá, hvat tað er, sum vit í forskúlanum gera skeivt, og hvussu tit halda, at dagurin eigur at verða, so hann eftir tykkara tykki er bestur fyri hesi børn?

Er tað innihaldið í degnum?
Um so er, kunnu tit greiða frá, havt tað er í innihaldinum, sum tit halda vera skeivt , og hvat innihaldið eftir tykkar tykki eigur at vera?

Er tað tíðin tey eru í skúla?
Eru tey møguliga ov leingi, og hví?
Eru tey møguliga ov stutt, og hví?

Er tað møtiskyldan?

Er tað umstøðurnar inni?
Um so er, kunnu tit greiða frá, havt ið er galið við umstøðunum inni, og hvussu tit halda, tær eiga at vera?

Er tað umstøðurnar úti?
Um so er, kunnu tit greiða frá, hvat ið er galið við umstøðunum úti, og hvussu tit halda tær eiga at vera?

Er tað útbúgvingin hjá teimum, sum starvast í forskúlanum?
Um so er, kunnu tit greiða frá, hvat ið er skeivt við útbúgvingini hjá teimum, sum starvast í forskúlanum, og hvørja útbúgving tit halda, tey eiga at hava, sum taka sær av teimum 6-ára gomlu.

Er tað normeringin?
Um so er, hvat halda tit, normeringin eigur at vera?

Er tað leiðsluviðurskiftini?
Um so er, hvat halda tit er skeivt við leiðsluni, sum hon sambært kunngerðini um forskúlan eigur at vera, og hvussu halda tit, hon eigur at vera?

Ella er tað annað, sum eg ikki havi nevnt, sum tit halda vera skeivt?

Eg vóni at fáa greið svar uppá hesar spurningar.
Tit kalla greinina –Nær skal barnið í skúla?, men tá ið tú hevur lisið greinina, so er eingin ivi um svarið. Tit eru negativar um forskúlan, men tit siga einki um hini tilboðini, sum eru til tey 6-ára gomlu. Hví seta tit bert spurnartekin við hetta tilboðið?