Viðmerking til Halgir W. Poulsen


 

Svenning Borg

Vágur


Í Sosialinum fyri 31. jan. ger tú viðmerkingar til eina møguliga loysing hjá Suðuroynni frá restini av Føroyum og heldur hetta vera skemt. Men hetta er ramasti álvari. Um tað ber til løgfrøðisliga, skal eg ikki gera meg klókan uppá, men roynast skal tað.

Eru vitandi um oyggj, sum hevur 8000 íbúgvar, ið hevur sjálvstýri, men ikki nærtil so gott grundarlag at byggja tilveruna á sum Suðuroyggin, sum við sínum stóru fiskigrunnum hevur at byggja á.

Tað búgva umleið 5000 fólk í Suðuroynni og skuldi tey klára hetta nógv betur enn nakar annar, um man hyggur at teimum møguleikum, sum Suðuroyggin átti at havt, um hon tekur loysing frá hinum oyggjunum.

Suðuroyingar vilja sjálvir sleppa at umsita tað ríkidømi, ið náttúrliga hoyrir Suðuroynni til, tað veri seg fiskiloyvir og oljuloyvir, og tað gerst best við loysing. Um tað so verður ein »regiónsloysing«, so er tað í ordan. Avgerðina hvat skal henda á okra grunnum skulu suðuroyingar hava sjálvir.

At samanbera okur við Afrika má bara vera skemt.