Jenis av Rana
Góð ráð eru, um tú ilskast, at brúka øðini positivt, t. d. skapandi (og sambart tíðindaflutningi fjølmiðlanna seinastu vikurnar skuldi ivaleyst verið at tykist við á teim økjum, tygum fyri trimum árum síðani fingu litið upp í hendur frá Løgtinginum at røkja).
Sagt verður um tað at yvirdríva, at tað fremur forstáilsi. Men tað kann eisini lættliga skaða trúvirði! Bill Justinussen var landsstýrismaður í 18 og ikki 24 mánaðir, sum tygun boða lesarum Sosialsins - men tað vita tygun óivað. Um hesa tíðina Bill var landsstýrismaður, er mær sagt, enntá av Løgtingsins røðarapalli og tað meira enn eina ferð, at málini vóru mong, ið Bill og hansara virkisfýsna starvsfólk í familju- og heilsumálaráðnum loystu úr lagdi. Nøkur teirra vóru um at verða klár at leggja fyri løgtingið, men ósemja millum stóru landsstýrisflokkanir forðaðu hesum - val varð útskrivað. Tá var lag á manni at fara til verka - luturin gjørdist tygara, Hans Pauli Strøm, at heysta tað, Bill og hansara høvdu hugsað, fyriskipað og virkað. Hvør hevur borið hesi tíðindi? Jú keldan er hin sama, sum í Sosialinum mánakvøldið bítur frá sær - Hans Pauli Strøm, núverandi landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum!
Góði Hans Pauli! Fell ikki í grøv løgmans - at halda at øll hava misskilt alt. So leingi fólkaræðið er, hava vit øll tann forrætt at kunna úttala okkum til fjølmiðlanar, tá vit verða spurd. So gjørdi eg, tá blaðmaður Sosialsins ringdi til mín mikukvøldið. Eg svaraði, hann skrivaði. At tað øsir teg, er hamiligt, men vónandi til at liva við.
Alt tað besta