Tvey onnur feløg vóru eisini til, Lesbisk bevægelse og Bøsserens Befrielsesfront.
Bøssernes Befrielsesfront varð stovnað í 1971, og endamálið var at upplýsa um homoseksuell í Danmark. Eisini var endamálið at ávirka politiskt og stríðast ímóti tí vanliga kynsrollumynstrinum.
Lesbisk bevægelse varð stovnað í 1974 og hevði til endamáls at sláa fast rættin hjá kvinnum at liva uttan menn.
Tá Egin Markná sigur: ”Minnist til, næstu ferð hóttanirnar koma, at tað er ikki so langtsíðani at felagsskapurin at: ”Landsforeningen for Bøsser, Lesbiske og pædofile”, (…)”, so haldi eg, at tað er upp á sítt pláss, at hann kann koma við keldu fyri hesum. Tí hetta er lygn.
Pædofil í Danmark hava havt, og hava møguliga enn, ein felagsskap. Hesin felagsskapur hevur ongantíð verið partur av LBL, og LBL hevur ongantíð samstarvað við henda felagsskap á nakran hátt. Tað finnast uttan iva samkynd, ið eru pædofil, eins og tað finnast pædofil, ið ikki eru samkynd, men tað merkir ikki, at feløgini eru tengd at hvørjum øðrum. Pædofil eru uttan iva at finna bæði í feløgum fyri samkynd, fyri frímerkjasamlarar, fyri fuglaáhugað, á kristiligum samkomum og manga aðra staðni.
Egin Markná er tískil heilt burturvið í sínum lesarabrævi. Egin má fegin halda tað vera propaganda, tá samkynd royna at upplýsa føroyingar um homoseksuell, men er tað at upplýsa um ein seksualitet at føra propaganda? Og hvar kemur hesin propagandatankin frá? Til dømis hevur Friðarbogin ongantíð havt eina lýsingaherferð, har tey mæla fólki til at gerast homoseksuell, um tey ikki eru tað frammanundan. Tað, sum felagið hevur arbeitt fyri, er at gera tað liviligari fyri føroysk samkynd, soleiðis at tey tora at spretta og liva sum samkyndir føroyingar í Føroyum.
Og til spurningin um, hví vit ikki kunnu hava okkara seksualitet innanveggja – Flestu føroysku samkynd hava teirra seksualitet innanveggja! Hvussu nógvar dreingir sært tú leiða hvønn annan ella mussa hvønn annan á gøtunum í Føroyum?
Eg havi ikki sæð hetta í Føroyum enn!
Og um tað skuldi hent seg, at tú sást hetta, í morgin sum ein annan dag, hvat missur tú við hesum?
Vit blanda samfelagið upp í hetta, tí vit liva í hesum samfelagnum, eins og tú, og vit hava rætt at krevja broytingar, soleiðis at tað gerst liviligari.
At enda vil eg bara siga, at ongin orsøk er hjá tær og tínum at óttast. Broytingar eru nú gjørdar í lógini, so at sigast má, at tað er gingið nógv aftur á hond, síðan §266b við tógvið stríð varð samtykt. Felagið Friðarbogin er ikki eitt aktivt felag longur, og flestu samkynd eru flutt av landinum, ikki er løgið, at Føroyar í Politiken herfyri verða skírdar sum u-land; nú manglar næstan bara, at vit fara at hongja samkynd í gøtunum til skrekk og advarsel.