Viðmerking til Nicolinu Jensen Beder og tær foldaðu hendurnar

Gerhard Lognberg

Nicolina er úr góðum bergi sprot­in. Eisini veit hon so væl úr teimum Heilagu skrift­um. Eingin skal verða í iva um, at eg persónliga haldi, at Nicolina hevur ótrúligar holdningar til Guds orð, men Gud havi lov, at vit hava rætt at siga tað vit vilja í okkara landi.
Einaferð í einum skrivi hevði tú at fólki, sum buk­aðu onnur í høvdið við skrift­støð­um úr Bíbliuni.
Nú haldi eg, at flest fólk sum tú ikki er samd við, ganga við nógvum pentum í høvdinum, sum tú bukar onn­ur við skriftstøðum.
Skriftstøðini úr bíbliuni og artiklarnir eru so langir, at man næstan noyðist út í tún at lesa teir.
Men eg rokni bara við, at tú meinar tað tú sigur, og tað ger meg enn meira ør­kyml­aðan.
Men tá tú fer at gremja teg um, at løgtingmenn eru til bønarmøti, so standi eg púr­asta á berum - og eri mál­leys­ur!
Er tú so uppgirað, av tí at grein 266b varð samtykt, og sær bara fyri tær, at best var at øll vóru kyns­vill­ing­ar!
Aftur til bønarmøtini, sum tú so staðiliga frá­ræð­ur.
Tú sigur, at tú hevur hoyrt, at tingmenn hava bøn­ar­møti áðrenn tingfundin, og tað fráræður tú stað­i­liga.
Nicolina, og hvat so? Gævi at so var. Eg veit einki um hesi bønarmøti. Neyvan eru tey, tí slíkt verður væl­sak­t­ans ikki hildið loyn­i­ligt.
Men Nicolina, tað eru and­aktir umleið einaferð um mánaðin niðri á Gamla Ap­oteki, hevði tað kanska ver­ið betur at slíkt ikki var loyvt, eg spyrji bara.
Um onkur hevur bøn­ar­møti í løgtinginum, so vildi eg gjarna verið við, tí eg havi brúk fyri bøn og for­bøn.
Men Nicolina, umskylda at eg sigi tað. Er tú ikki á mark­i­num, at fara ov langt, hvat øðrum sum tú metir ikki eru líka trúgvandi sum tú?
Til seinast, er tað nakað vit í okkara landi hava brúk fyri, so er tað fólk, sum folda hendur og rópa til hin liv­andi Gud, bæði á bøn­ar­møti og í loynikamarinum.
Eg føli meg noyddan at svara tær aftur, tí tann, ið teg­ur, hann samtykkir verð­ur sagt.