Viðmerking til Palla Jacobsen

Við róðrarkvøðu

Í Sosialinum, týsdagin 4. mars, hevur mín góði vinur, Palli Jacobsen, eina viðmerking undir yvirskrivtini: ?Jarnbardur til Scillyoyggjarnar??. Palli spyr í stuttum og greiðum orðum, um tað yvirhøvur er rætt at lata Jarnbard umboða Føroyar í Sillyoyggjum í ár, tí nógvar av vinnandi manningini í fjør eru ikki við longur. Heldur skuldi annar bátur sloppið av stað, og tað skuldi verið tann, sum hevði bestu somu manning sum í fjør, (í hesum føri Smyril í Vági). Sjálvt um vit í RSF hava tann sið, at vit helst ikki leggja okkum út í blaðkjak, skal eg tó svara spurningunum hjá Palla, so at eingin ivi skal taka seg upp um hetta mál, eins og eg skal koma við nøkrum upplýsingum um sillykappingina sum heild. Lat meg tí fyrst í stuttum siga, hvussu kappingin er íkomin og skipað.
Tað var av fyrstan tíð oljufelagið Amerada Hess, sum tók stig til hennara, tá ið tað beyð besta tíggjumannafarinum at royna seg í Sillyoyggjum. Felagið skipaði sjálvt fyri bæði kapping og ferð, og til gagns fyri føroyskan kappróður er Amerada Hess framvegis høvuðsstuðul og hornasteinur undir kappingini. Tá ið Róðrarsambandið eftir avtalu við oljufelagið fór at skipa fyri kappingini, varð hon broytt, soleiðis at allar manningar uttan fimmmannafør við dreingjum skuldu kappast um kjansin. Fyrstu árini dystaðust kvinnur og menn fyri seg, men av tí at tað gjørdist ov dýrt við tveimum manningum, varð avrátt, at besti bátur skuldi vinna sillykappingina. Samstundis varð gjørd reglugerð, sum segði, at var ikki øll tann vinnandi manningin tøk, skuldi báturin skaffa sær fólk av báti nr. 2, og um tað ikki bar til, so av báti nr. 3 o.s.fr. Henda reglugerð skuldi forðað fyri, at vinir og kenningar vóru tiknir við, heldur enn tey kappróðrarfólk, sum hava kappast um plássið. (Lagt kann verða afturat, at manningin má vera av sama kyni, tí í Sillyoyggjum er sum hjá okkum, at menn og kvinnur rógva ikki saman.)
Lat meg so venda aftur til Palla. Tað er rætt, at øll tann vinnandi manningin á Jarnbardi er ikki tøk til sillyferðina í ár. (Tríggjar eru tøkar, og at tað bert skal vera ein, man vera ein misskiljing). Tí hevur Jarnbardur, soleiðis sum reglugerðin sigur, vent sær til næstu bátarnar á listanum og hevur skaffað sær fólk av Páll Fanga, Riddaranum og Gongurólvi. Meir er ikki at siga um tað.
Eg eri onga løtu í iva um, at Smyril hevði verið góð umboðan at sent til Sillyoyggjar; men tað er nú eina ferð so, at Jarnbardur vann, og tískil fer Jarnbardur av stað. Her skal verða lagt afturat, at tær hava vant sera miðvíst síðan oktobermánað, og mangt eitt kvøldið havi eg staðið og eygleitt hesar kvinnur og verið hugtikin av teirra øgiliga vilja, tá tær í kavaroki, vindi, glaðustroki, myrkri og oysandi regni hava ligið úti á vágni og vant. Tað mundu verið mangir menn, teirra millum tú og eg Palli, sum høvdu aftrað seg við at sett seg við árarnar í slíkum umstøðum á vetrardegi. Tað hevði eftir mínum tykki verið skeivt at tikið heiðurin frá teimum. So svar mítt, Palli Jacobsen, er, at sjálvandi er tað rætt at lata Jarnbard umboða Føroyar í Sillyoyggjum í ár!
Tað er tó eyðvitað bæði gott og neyðugt at kjakast um málið. Tað er t.d. ikki óhugsandi, at reglugerðin fyri, hvussu vinnandi báturin skal verða mannaður, verður broytt komandi ár. Alt hetta er tó sjálvandi treytað av, at Amerada Hess framvegis við sínum góða hjarta stuðlar kappingini.