ein av teimum fýra hvølpunum í Leirvíkar bygdarráð
Havi altíð havt sera stóra virðing fyri tí arbeiði, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd stendur fyri, og bleiv tí ikki sørt skakkur, tá eg hoyrdi formannin í ráðnum, Rúnu Sivertsen útala seg um vegaføringina um Leirvík í útvarpinum á middegi leygardagin.
Hetta var jú beint ímóti tí, hon segði fyri uml. 300 áhoyrarum, á almennum fundi í Bygdarhúsinum í Leirvík fyri nøkrum vikum síðani,- tá metti hon at allar vegaføringarnar vóru nóg ferðslutryggar og annars als ikki vildi blanda seg uppí, hvør loysn varð vald, tí hetta segði hon vera eina politiska avgerð.
Gangi út frá, at Ráðið fyri Ferðslutrygd nú ikki bert hevur mett um niðastu loysnina, men hevur havt eina neyva gjøgnumgongd av øllum vega- og tunnilsloysnunum um Leirvík. Gangi eisini út frá, at Ráðið hevur kortlagt allar fyrimunir og vansar, og at starvsnevndin kemur við eini útførligari frágreiðing/rapport, og at fráboðanin hjá Rúnu Sivertsen bert var ein samandráttur av hesi.
Taki eisini sum givið, at útalilsini hjá Rúnu Sivertsen ikki kunnu gerast partur av nakrari viðgerð á Løgtingi og í Vinnunvndini hjá Løgtinginum, fyrr enn starvsnevndin hjá Ráðnum fyri Ferslutrygd hevur almannakunngjørt rapportina um vegaføringina um Leirvík.
Annars undrar tað meg ikki sørt, hví Ráðið fyri Ferðslutrygd ikki hevur stuðlað einum samdum bygdarráði í Leirvík og uml. 95% av leirvíkingum í at fáa framt tunnisloysnina har niðri í bygdini, sum nevnliga hevur sum høvuðsmál at fremja ferðslutrygd, og at koma uttan um bygt øki.
Tað undrar meg enn meira, at Ráðið fyri Ferðslutrygd onga viðmerking hevur til, at øll ferðslan til og frá Norðoyatunnlinum í uml. 2 ár skal koyra beint ígjøgnum Leirvíkar bygd eftir tí vegnum, har meginparturin av øllum skúlabørnunum í Leirvík skulu tvørtur um fyri at koma til og frá skúla!!!!!!
Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur rætt í, at verður vegurin lagdur har niðri í bygdini, fer hann ígjøgnum bygt øki, men gloymur at fortelja, at talan bert er um eini 3 sethús, har fólk búgva, at tað bert eru vinnuvirki á niðaru síðu á vegnum, og at stór orka annars er løgd í at gera vegin ferðslutryggan.
Argumentini hjá teimum, sum vilja leggja landsvegin oman fyri bygdina niðan fyri Bygdarhúsið, er, at vegurin verður at rokna sum ein vanligur bygdarvegur, sum skal integrerast við allar útstykkingar, hann kemur fram við. Eisini hava tey lagt stóra orku í at greiða frá, at handlar o.l. koma at hava so at siga fría atgongd til Landsvegin - ella sagt við øðrum orðum, byggjast skal fram við øllum vegnum eins og var hetta ein vanligur 50 km/h bygdarrvegur. Hetta er, sum eg skilji, beint ímóti tí, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir til.
Meirilutin í Leirvíkar bygdarráð hevur altíð havt ta áskoðan, at ferðslutryggasta loysnin er ein tunnil har niðri í bygdini, og at tá ið talan er um veg, er vegurin har niðri í bygdini tann besta og tryggasta loysnin, samtundis sum antin tunnil ella vegur har niðri í bygdini ótarnað loyvir okkum at útbyggja bygdina niðaneftir.
Av teimum uppskotum sum fyriliggja, er tunnil ella vegurin har niðri í bygdini nærmast »0 hugsjónini«, meðan integreraða loysnin oman fyri bygdina sæð við »0 hugsjónareygum« er ein líka stór katastrofa, sum at leiða alla ferðsluna til og frá Norðoyatunnlinum beint ígjøgnum Leirvíkar bygd í 2 ár.
Annars er mín hugsan, at hetta málið nú er farið fullkomuliga »út at koyra«, og er lítið hugaligt at fáast við. Fari tí inniliga at heita á Løgmann, um at eftirkanna alt hetta málið og byrja við seinasta útspælinum, nevnliga úttalilsinum hjá formanninum í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Rúnu Sivertsen, leygardagin 22. apríl á middegi.