Í sambandi við, at stýrið fyri Fróðskaparsetrið hevur avgjørt, at tað ikki skal takast upp til bachelornám í søgu ella stjórnmálafrøði í ár, var samrøða við Helena Dam á Neystabø.
Hon segði m.a., at tíðin, meðan undirvísingin verður niðurløgd, skal brúkast til at førleikamenna deildina. Tað kann skapa eina fatan av, at okkara lesandi ikki hava havt kvalifiseraðar lærarar. Hetta er tíbetur ikki so, og við tað at vit standa við ábyrgd av undirvísingini, meta vit tað vera neyðugt at gera vart við tað. Allir lærarar á deildini hava tikið hægstu útbúgvingar, ið til ber til at taka; tann seinasti, sum fær doktaraprógv handað, er Kári á Rógvi nú 3. apríl.
Vit hava lagt okkum eftir at byggja upp samstarv við onnur universitet, haðani vit hava havt gestalærarar, ið somuleiðis hava doktara- ella professaraheiti og eru virknir granskarar og lærarar. Onkur tímalærari hevur ikki doktaraheiti enn, men hesir hava ikki staðið einsamallir um ábyrgdina, og undirvísingarroyndir er eitt av krøvunum fyri at tey kunnu fáa hetta heiti seinni.
Deildin hevur gjøgnum árini klakt fleiri masters í bæði søgu og stjórnmálafrøði, og fleiri og fleiri studentar ynskja at fáa henda møguleika, samstundis sum vit kundu ynskt okkum at styrkt hesa útbúgving við fleiri skeiðum á master-stigi og innan fyri fleiri serøki.
Men deildin er fáment, so her eru so fá fólk at útføra hesar uppgávur og at stíla fyri breiðari útboð av undirvísing, t.d. hægri skeiðum á master-stigi. Tað krevur, at fleiri fólk verða á deildini enn nú.
Helena Dam á Neystabø nevndi møguleikan, at vit kundu tikið í brúk fjarlestur. Vit eru samd í tí, at fjarlestur kann vera ein góð loysn. Hetta hava vit eisini fingið í boði – men tá hevur talan ikki verið um ein "pakka", ið verður keyptur frá øðrum lærustovnum, men sum eitt samstarv, har vit á jøvnum føti við vísindafólk á øðrum norðurlendskum universitetum menna netundirvísing innan fyri eitt fakøki. Hetta samstarv er avgerandi treyt fyri, at talan skal vera um at menna førleika n á deildini.
Tað, sum harmar okkum allarmest, er at sparingarnar ganga so hart út yvir Søgu- og samfelagsdeildina. Høvuðsgrundgevingin hevur verið, at her raka skerjingarnar minst her og nú. Vit hoyra ongar røddir, sum ásanna týdningin fyri samfelagið av at satsa upp á vitanarøki sum søgu og samfelagsfrøði. Í grannalondunum hava tey gjørt kanningar, sum vísa, at tað loysir seg at bjóða útbúgvingar í hugvísindum og samfelagsfrøði – vinningurin vísir seg skjótt og týðuliga!
Beinta í Jákupsstovu
Lektari í stjórnmálafrøði
Elin Súsanna Jacobsen
Lektari í søgu