Sofus Strøm,
Finn Thomsen,
Súsanna Bertholdsen,
Jónsvein Hovgaard,
Alvi Mortensen,
Jacobina Thorsteinsson
Fyri stuttum royndi Jørgin Niclasen at billa fólki inn, at MRCC-støðin, sum allir aðrir stovnar, bert kundi vera í Havn. Men tíbetur slapp hann ikki so lætt, við tað at serkønur á økinum mótprógvaði hesum.
Í síðstu viku segði Halgir Winther Poulsen, advokatur, í viðtalu við Sosialin, at hann ikki kendi til, at partar av einum landi tóku loysing frá einum øðrum og helt, at hetta ikki bar til. Halgir er sum flestu politikararnir. Hann sleingir um seg við orðum setningum, sum bert hava til endamáls at villleiða fólk. Men so lætt eigur eingin at sleppa. Vit roknaðu við, at ein løgfrøðingur kunnaði seg um málið, áðrenn hann á ljótan hátt niðurgjørdi suðuroyingar. Nei, Halgir, hesin fyrispurningur var ikki ætlaður sum skemt, men var meintur í ramasta álvara.
At ætlanin ikki liggur so langt frá veruleikanum, kunnu niðanfyristandandi dømi tala fyri:
Her eru nøkur dømi:
1) Tá Komoroyar ? millum Madagaskar og Afrika ? loystu frá Fraklandi í 1975, fylgdi syðra helvt ikki við. Á syðru helvt, sum í dag eitur Mayotté, er støðan góð. Politiskt er støðan trygt demokrati, eins og tað gongur væl búskaparliga. Hetta kann tíverri ikki sigast at vera støðan á norðaru helvt. Har er skilið vánaligt, diktatur er og búskaparliga eru viðurskifti ring. So ringt er skilið, at íbúgvar á Komoroyum í dag vilja vága nógv fyri at sleppa til syðru helvt.
2) Arabarar eru sundur í sera mongum ríkjum.
3) Tá granni okra Írland fekk fullveldi í 1923, fylgdi Norðurírland ikki við.
4) Í syðra parti av Afrika var bretska hjálandið Rhodesia. Í 1964 loysti norðari partur og fekk navnið Sambia. Í 1965 lýsti Ian Smith Suðurrhodesia leyst av Onglandi og stýrdi landinum, til hann fall í 1980, tá landið fekk navnið Simbabve. Bæði londini eru í dag sjálvstøðug ríki.
5) Í 1864 tók Týskland í kríggi við Danmark alt hertugadømið Slesvík. Í 1920 atkvøddi norðari helmingur seg aftur til Danmarkar.
Í stremban okkara eftir einum samfelag, sum er fyri øll, vóna vit ikki, at fleiri serfrøðingar fara at fylgja í fótasporunum hjá Halgir W. Poulsen, løgfrøðingi.