Viðmerking um ferðina hjá Johannu

Ivan Niclasen
Sjónvarp Føroya
????????
Í einum longum lesarabrævi gevur Dennis Holm lesarunum ta fatan, at m.a. Sjónvarp Føroya als ongan áhugað hevur í ferðini hjá sluppuni Johannu til Íslands og Skotlands. Hetta er ikki rætt. Ferðin hjá Johannu varir í umleið 14 dagar. Tá tað gjørdist okkum greitt, at tað ikki lá fyri at senda reportara og fotograf við á ferðini - ið annars ikki var ókeypis - tóku vit samband upp við ís-lendska sjónvarpsliðið, sum skuldi við á ferðina. Í samstarvi við teir vænta vit sostatt í komandi vetrarskrá at hava frásøgn frá ferðini. Hesin møguleiki varð eisini umrøddur við fyriskiparnar stutt áðrenn Johanna fór úr Vági.
Viðvíkjandi raðfestingum annars, so eru júst søguligar hendingar og ferðir sum henda vanliga høgt raðfestar í føroysku loftmiðlunum. Hvørt mansbarn veit, at tað eru gjørdar óteljandi sendingar um annan veraldarbardaga og siglingina í tí sambandi. So leingi søgur eru at siga frá hesum tíðarskeiði eigur tað eisini at vera so. Í so máta man ferðin hjá Johannu eisini fáa sítt pláss í loftmiðlunum.
Sum Dennis Holm vísur á, so er ein slík søga positiv fyri Suðuroynna. Og tí skal hon eisini lýsast.
Á sama hátt sum fleiri beinleiðis sendingar í vár góvu eina heldur meira fjølbroytta og jaliga mynd av Suðuroynni. Hesa uppgávu fara vit sum fjølmiðil sjálvsagt framhaldandi at røkja. Tað eigur í hvussu er ikki at vera so øgiliga langt til Suðriar!