Kári Petersen og Ina Hammershaimb, búskaparfrøðingar, hava vegna Fíggjarmálaráðið tilevnað og latið úr hondum upplegg, ið hevur yvirskriftina “Uppskot til eina haldføra pensjónsskipan fyri Føroyar”. Uppleggið sigst snúgva seg um eina komandi pensjónsnýskipan. Hóast hetta snýr nevnda upplegg seg einamest um heilt onnur evni, nevniliga um, hvusssu vit kunnu minka sonevndar “eldraútreiðslur”, t.v.s. útreiðslur til ellis- og røktarheim, til sjúkraviðgerð v.m., og viðger væntaðar skattahækkingar. At uppleggið einamest snýr seg um útreiðslur til ellis- og røktarheim, sjúkraviðgerð, skattatrýst v.m., er sera óheppið, tí arbeiðssetningurin, sum Fíggjarmálaráðið setti arbeiðsbólkinum at arbeiða við, skuldi snúgva seg um eina pensjónsnýskipan fyri føroyska fólkið.
Uppleggið sýnist at hava sum fremsta mál at fáa Fíggjarmálaráðið og Løgtingið at fremja stórar sparingar á fólkapensjónsøkinum. Hinvegin er lítið og onki í upplegginum, ið ítøkiliga vísir á, hvussu ella eftir hvørjum leisti komandi pensjónsuppsparing fyri føroyska samfelagið skal fremjast ella setast í verk. Í upplegginum verður tó eisini lagt upp til at avvikla fólkapensjónina sum hugtak og samhaldsfasta institutión. Landsfelag Pensjónista mælir frá at vikna um støðuna hjá fólkapen-sjónini, tí landsfelagið metir, at fólkapensjónin er góð universell og samhaldsføst institutión (fyri allar fólkapensjónistar), sum vit eiga at varðveita og styrkja, heldur enn at avvikla.
Uppleggið vísir, at Kári Petersen/arbeiðsbólkurin hevur broytt ætlanina um almenna lógar-ásetta pensjónsnýskipan á avgerandi hátt í mun til tað, sum Jóannes Eidesgaard, táverandi løgmaður, og ABC samgongan boðaðu frá í 2007 í bókini VISJÓN 2015.
Í VISJÓN 2015 verður nevniliga sagt, at pensjónsnýskipanin skal hvíla á:
fólkapensjón,
samhaldfasta,
eftirlønaruppsparing eftir avtalu millum løntakarar og arbeiðsgevarar,
meðan Kári Petersen nú - í juni 2009 sigur - at pensjónsnýskipanin skal hvíla á:
fólkapensjón og samhaldsfasta,
eina sáttmálabundna ella lógarbundna persónliga uppsparing,
fría uppsparing. (Landsfelagið heldur at henda súla eigur at verða hildin uttanfyri almenna geiran – og eigur ikki at verða partur av pensjónsnýskipanini).
Pensjónsnýskipanin, ið er nevnd í VISJÓN 2015, er reiðuliga solidarisk, hetta tí at tvær av súlunum snúgva seg um samhaldsfastar universellar skipanir - nevniliga fólkapensjón og samhaldsfasta, ið kunnu vera við til at fremja útjavning og solidaritet í samfelagnum. Meðan hinvegin nýggja uppskotið hjá Kára Petersen til pensjónsnýskipan snýr seg um tvær súlur (sáttmálabundna ella lógarbundna uppsparing og fría uppsparing), ið eru einstaklingatengdar skipanir, ið breiðka fíggjarligu gjónna millum landsins borgarar.
Uppskotið hjá Kára Petersen til nýggja pensjónsskipan er tilevnað sambært meginreglum hjá Heimsbankanum, ið er stýrdur av/úr Amerika og er stovnur, sum virkar eftir amerikonskum nýliberalistiskum leisti. Verður hetta nýliberalistiska uppskot til pensjónsnýskipan sett í verk, fer munurin millum rík og fátøk at økjast í samfelag okkara.
Landsfelag Pensjónista, ið arbeiðir fyri at allir fólkapensjónistar í landinum skulu hava góð fíggjarlig kor, metir, at samhaldsfastar universellar pensjónsskipanir (pensjónsskipanir, ið fevna um øll) eru besta amboð at fremja hetta mál. Landsfelag Pensjónista heitir tí á landsstýrið at nýttar verða tær tríggjar súlurnar, ið nevndar eru í VISJÓN 2015 - við smærri broytingum - sum grundarlag undir nýggju eftirlønarskipanini:
1) fólkapensjón,
2) samhaldsfasti
3) eftirlønaruppsparing eftir avtalu millum løntakarar og arbeiðsgevarar og/ella lógarbundin persónlig uppsparing fyri føroyska fólki.
Fólkapensjónin verður kollvelt
Í álitinum hjá Fíggjarmálaráðnum verður mælt til stórar og kollveltandi broytingar í pensjónunum hjá núverandi fólkapensjónistum.
DØMI:
grundupphæddin skal takast av, og skal grundupphæddin í staðin leggjast saman við pensjónsviðbótini,
øll fólkapensjónin skal vera skattskyldug og pensjónsfrádráttur skal setast í skattalógina,
mótrokningarfría upphæddin skal setast niður frá 58.100 kr. (fyri 2009) til 0 kr.,
mótroknast skal í allari fólkapensjónini við 25-30%,
pensjónsaldurin skal hækkast til 71 ár og fólk skulu arbeiða longri,
pensjónin skal hækkast við lønarvøkstrinum minus 1 %.
Viðv. 1)
Landsfelagið mælir frá at taka grundupphæddina av. Í staðin eigur grundupphæddin at verða hækkað til nútíðarstøði og eigur grundupphæddin at verða hin sama til gift og støk, júst sum gjørt verður í londum uttanum okkum (í Danmark er grundupphæddin fyri 2009: 5.254 kr. um mánaðin fyri ávikavist gift og støk).
Grundupphæddin, ið er eitt mát fyri, hvat hvør einstakur vaksin persónur má hava til taks av peningi til mat og klæðir, má tó regulerast. Føroyska grundupphæddin, ið ikki er regulerað/-hækkað seinastu 10 árini, má regulerast og hækkast, soleiðis at hon gerst eitt veruligt mát fyri, hvussu nógvan pening, hvør vaksin persónur má hava til taks til mat og klæðir. Grundupphæddin til gift og støk kundi hóskandi verið 5.551 kr. um mánaðin sum hjá støkum fyritíðarpensjónistum í Føroyum.
Mótroknað eigur ikki at verða í allari grundupphæddini á slíkan hátt, sum Kári Petersen mælir til. Í DK verður bert regulerað í grundupphæddini, um arbeiðsinntøka fer upp um ávíst mark og er grundupphæddin ikki regulerað niður á 0 kr. fyrr enn arbeiðsinntøkan er komin upp á 463.500 kr. (2009). Í Danmark verður grundupphæddin ikki ávirkað av privatari pensjón ella øðrum privatum eftirlønarskipanum.
Landsfelag Pensjónista mælir til, at reglurnar viðv. mótrokning, ið verða nýttar í donsku fólkapensjónsskipanini ella líknandi reglur verða nýttar í nýggju fólkapensjónslógini.
Viðv. 2)
Landsfelag Pensjónista metir, at tað er í lagi, at øll fólkapensjónin gerst skattskyldug og at pensjónfrádráttur verður settur í skattalógina í staðin.
Landsfelagið heldur tó, at landskassin kann spara pening á fólkapensjónsøkinum, um mótroknað verður í pensjónsfrádráttinum við t.d. 25%, tá inntøkan, ein hevur afturat fólkapensjónini fer uppum ávíst mark, sum t.d. 300.000 kr. Slík broyting av pensjónsfrádráttinum vildi havt við sær, at fólkapensjónistar, ið hava høgar inntøkur afturat fólkapensjónini, ikki høvdu fingið fíggjarligt gagn av pensjónsfrádráttinum, meðan hinvegin fólkapensjónistar, ið hava onga ella bert lága inntøku afturat fólkapensjónini, vildu fingið fulla nyttu av pensjónsfrádráttinum. Slík mótrokning í pensjónsfrádráttinum hevði harumframt vent rætt sosialt.
Viðv. 3 og 4)
Landsfelagið mælir staðiliga frá, at mótrokningarfría upphæddin verður strikað og at mótroknað verður frá fyrstu krónu, hetta tí at fólkapensjónistar, ið bert kunnu forvinna lága inntøku afturat fólkapensjónini, missa ov stóran part av fólkapensjónini/nettoinntøku sínari, um mótrokningarfría upphæddin verður tikin av. Slík broyting stimbrar ikki arbeiðshugin, men tekur hugin at royna at vinna eitt sindur afturat fólkapensjónini.
Mótrokningarfría upphæddin eigur at verða varðveitt á verandi støði 58.100 kr. (fyri 2009), men eigur mótrokningin eftirsíðan at verða 30%, og ikki sum nú 60% - júst sum gjørt verður sambært donskum pensjónsmótrokningarreglum, har mótroknað verður við 30%.
Verður mótrokningin í pensjónsviðbótini lækkað frá 60% til 30% fer tað at loysa seg betur at arbeiða hjá mongu fólkapensjónistunum, ið einans hava møguleika at arbeiða eitt sindur og harvið vinna eitt sindur av peningi afturat fólkapensjónini. Í DK er mótrokningarfría upphæddin 57.500 kr. (2009).
Mótroknað eigur ikki at verða í allari fólkapensjónini, hetta tí at slík skipan vildi máað undir-tøkuna undan fólkapensjónsskipanini. Roknast má við at fólk, ið hava høgar inntøkur og soleiðis ikki kundu fingið nakrað fólkapensjón, um mótroknað varð í allari fólkapensjónini, ikki høvdu havt áhuga at stuðla eini almennari fólkapensjónsskipan, sum tey ikki sjálv kundu fingið lut í.
Ynskir Fíggjarmálaráðið at minka nettoinntøkuna hjá fólkapensjónistum, ið hava høga inntøku afturat fólkapensjónini, eigur slíkt inntriv at verða gjørt gjøgnum inntøkuskattaskipanina ella líknandi og ikki sum mótrokning í grundupphæddini.
Viðv. 5)
Arbeiðsbólkurin hjá Fíggjarmálaráðnum mælir til, at pensjónsaldurin verður hækkaður, soleiðis at landskassin fær minni útreiðslur til fólkapensjónir, og at tey eldru skulu verða longri á arbeiðs-marknaðinum.
Landsfelagið tekur fult undir við, at tey eldru skulu kunna verða longri á arbeiðsmarknað-inum, um hugur og orka er til tess. Felagið tekur tó ikki undir við, at pensjónsaldurin skal hækkast við lóg, tí Føroyar sum er hava ein tann hægsta pensjónsaldurin í heiminum.
Skulu fólk arbeiða longri, enn tey gera nú, er neyðugt at hildið verður uppat við at stoyta tey eldru av arbeiðsmarknaðinum. Landsstýrið má taka av almenna uppsagnaraldurin/70-ára frá-faringaraldurin. Neyðugt er sum skjótast at taka av almenna uppsagnaraldurin, tí tað ber ikki til at blása og hava mjøl í munninum í senn.
Um fólk kundu fingið hægri fólkapensjón við at arbeiða longri og úttsett fólkapensjónina, vildi hetta óivað verið við til at stimbra hugin at arbeiða nøkur ár út yvir vanligan pensjónsaldur (67 ár). Landsstýrið eigur at syrgja fyri at royna at minka útreiðslur til almannapensjónir við at leggja upp til, at fólk, ið arbeiða hjá tí almenna, kunnu verða í føstum starvi so leingi, orka og hugur er til tess. Í hesum sambandi eigur tað almenna at gera fleksiblar skipanir, har arbeiði og fólkapensjón kann kombinerast.
Landsfelag Pensjónista mælir til, at landsstýrið skjótast til ber ger nýskipanir á arbeiðs-marknaðar- og fólkapensjónsøkinum, ið hava við sær, at fólk kunnu fara niður í arbeiðstíð, tá tey koma í 60-árini, og at starvsfólk hjá tí almenna skulu hava møguleika at verða í føstum almennum starvi so leingi, hugur og orka er til tess.
Landsfelagið mælir tískil til, at landsstýrið skjótast til ber eigur at tilevna fleksiblar skipanir, har arbeiði og fólkapensjón verða kombinerað, hetta til gagns bæði fyri tey eldru og fyri landskassan.
Fólk, ið gerast 67 ár, eiga at kunna velja at arbeiða ávikavist fulla tíð ella 2/3, 1/2 ella 1/3 tíð.
- Verður hildið áfram at arbeiða fulla tíð, fær ein ikki fólkapensjón, men útsetta fólkapensjón
bonus eigur at verða givið fyri úsetta fólkapensjón
- Verður arbeitt 2/3 tíð eigur at verða møguligt at fáa 1/3 í fólkapensjón
- Verður arbeitt 1/2 tíð eigur at verða møguligt at fáa 1/2 í fólkapensjón
- Verður arbeitt 1/3 tíð eigur at verða møguligt at fáa 2/3 í fólkapensjón
Verður almenni fráfaringaraldurin hækkaður og broyttur á slíkan hátt, sum mælt til av Landsfelag Pensjónista, verða helst fleiri alment sett starvsfólk, ið velja at varðveita tilknýtið til arbeiðsmark-naðin útyvir fylta 67. ár – og vil slík broyting somuleiðis hava við sær, at vit fáa hægri skatta-inntøkur av arbeiði, og at minni landskassaútreiðslur verða til fólkapensjónir.
Landsfelag Pensjónista mælir harumframt til, at skipanin um framskundaða fólkapensjón aftur verður sett í gildi, hetta soleiðis at fólk, ið hava nátt 55 ára aldri, og sum eru “niðurslitin” og heilsuveik kunnu fáa rætt til framskundaða fólkapensjón.
Viðv. 6.
Í álitinum hjá Fíggjarmálaráðnum verður mælt til, at fólkapensjónin verður hækkað við lønar-vøkstrinum minus 1 %.
Landsfelagið mælir til, at fólkapensjónin á hvørjum ári verður regulerað við samlaða miðallønarvøkstrinum.
Samandráttur:
Landsfelag Pensjónista tekur fult undir við uppskotinum um at økja persónligu upp-sparingina komandi árini, men landið má gjalda hesa uppsparing, tá umræður fyritíðar-pensjónistar og borgarar, sum fáa langtíðar forsorgarhjálp í sambandi við arbeiðsloysi, sjúku, barsil v.m.
Landsfelag Pensjónista mælir frá at strika grundupphæddina og mælir somuleiðis frá at mótroknað verður í fólkapensjónini frá fyrstu krónu. Heldur eigur at verða mótroknað í pensjónsfrádráttinum, tá inntøkan fer upp um 300.000 kr., soleiðis at vit fáa eina regulering av inntøkuni hjá fólkapensjónistum, ið hava høga inntøku afturat fólkapensjónini.
Landsfelag Pensjónista tekur ikki undir við at hækka almenna pensjónsaldurin við lóg, men eigur landsstýrið at syrgja fyri, at starvsfólk ikki verða diskriminerað á arbeiðs-marknaðinum, men fáa møguleika at verða verandi á almenna arbeiðsmarknaðinum so leingi, orka og hugur er til tess – hetta fyri at spara pensjónsútreiðslur og hækka lívsgóðskuna hjá eldri borgarum, ið hava hug og orku at arbeiða fulla tíð ella parttíð nøkur ár útyvir vanligan fólkapensjónsaldur (67 ára aldur), og fyri at minka um útreiðslurnar hjá landskassanum.
Fólkapensjónin eigur at verða regulerað samsvarandi samlaða meðallønarvøkstrinum.
Fólkapensjónin og samhaldsfasti
Gift verða diskriminerað í fólkapensjónshøpi
Sum er verða gift fólk diskriminerað í fólkapensjónshøpi. Hetta er óskiljandi og órímiligt, tí ser-stakliga í føroyska samfelagnum verður hildið, at hjúnabandið er góð institutión og samfelags-skipan, sum ikki eigur at vera ein vansi – heldur ikki í pensjónshøpi.
Fólkapensjónin til gift og støk má javnstillast, og mugu gift og støk fáa somu grund-upphædd – júst sum gjørt verður í Danmark. Neyðugt er somuleiðis at broyta fólkapensjóns-reglurnar, soleiðis at einans verður tikið atlit til inntøkuna hjá pensjónistinum sjálvum og ikki sum nú, har inntøkurnar hjá báðum hjúnafeløgunum verða lagdar saman, áðrenn fólkapensjónin verður ásett.
“Samhaldsfasti” eigur at verða styrktur
Í núverandi samgonguskjali millum A, B og C (Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðar-flokkin) verður boðað frá, at samhaldsfasti skal styrkjast. Landsfelag Pensjónista tekur fult undir við hesi ætlan hjá ABC-samgonguni, tí hetta kundi bøtt munanadi um útgjaldið úr samhaldsfasta. Og kundu fólkapensjónistar, ið bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, soleiðis fingið meira pening til lívsins uppihald og kundu liva eitt virðiligt lív uttan fátækradømi. Í hesum høpi skal leggjast afturat, at topppolitikarar úr politisku flokkunum, bæði úr samgonguni og andstøðuni, í august mánaða 2008 á fundi við Landfelag Pensjónista søgdu, at útgjaldið frá samhaldsfasta beinanveg átti at hækkað í minsta lagi við 1.000 kr. um mánaðin, men gjørdist henda útmelding sum kunnugt ikki veruleiki (útgjaldið hjá samhaldsfasta hækkaði einans við 230 kr. um mánaðin hin 1. januar 2009).
Útrokningar, sum Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, gjørdi í 2007 vegna Landsfelag Pensjónista viðv. samhaldsfasta, vísa, at útgjaldið úr samhaldsfasta kundi verið væl hægri um nøkur ár, um inngjaldið til samhaldsfasta varð hækkað við ¼ % frá ávikavist arbeiðstakarum og arbeiðsgevarum 4 ár á rað, t.v.s. við í alt 1 prosenti frá ávikavist arbeiðstakarum og arbeiðs-gevarum. Sambært hesum útrokningum kundi útgjaldið úr samhaldsfasta verið hækkað við 1.533 kr. um mánaðin longu í 2016 - hetta um inngjaldsprosentið varð hækkað við ¼ % í 2008, 2009, 2010 og 2011. (kelda: Sigurd Poulsen, stjóri í Landsbanka Føroya).
Landsfelag Pensjónista, ið m.a. hevur sum endamál at virka fyri at allir fólkapensjónistar skulu hava góð fíggjarlig kor, ikki minst fólkapensjónistar, ið bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, mælir tí til, at inngjaldið til samhaldsfasta sum skjótast verður hækkað (við ¼ % um árið í fýra ár á rað) ella tilsamans við 1% frá hvørjum parti. Slík hækking av inngjaldinum og harvið av útgjaldinum úr samhaldsfasta hevði eftir fáum árum munað væl hjá fjøld av føroyingum, tá serstak-liga hjá ófaklærdum arbeiðarum, fiskimonnum, heimaarbeiðandi kvinnum v.fl., ið ikki hava nátt ella ikki hava havt møguleika at spart upp til privata pensjón/eftirløn at tryggja sær virðilig og livilig fíggjarlig kor á eldraárum.
Ólavsøkupakkin 2009
Í Ólavsøkupakkanum 2009/sparipakkanum verður lagt upp til, at fólkapensjónirnar skulu skerjast við 25 mió. kr í 2010.
Verður hetta pensjónsspariuppskot framt í verki, fær hetta ómetaliga óhepnar fíggjarligar og sosialar fylgjur fyri stóran hóp av lágløntum, fátækum pensjónistum.
Av hagtølum hjá Hagstovu Føroya vita vit, at meira enn helvtin (56%) av fólkapensjónistum í Føroyum, ella í alt 3.443 fólkapensjónistar í 2008 høvdu bert ella nærum bert fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av.
Pensjónistar, ið einans hava lága inntøku afturat pensjónini, tola ikki at missa burturav pensjónini/nettoinntøkuni. Sambært altjóðastovninum OECD (Organisation for Economic Co-operation and Development) eru pensjónirnar í Føroyum, sum er, ov lágar og lógu undir fátækramarkinum hjá OECD í 2008. Pensjónsspariuppskotið í Ólavsøkupakkanum 2009 er tískil púra burturvið og eigur at verða tikið aftur.
Landsfelag Pensjónista mælir staðiliga frá, at pensjónistar framhaldandi verða noyddir at liva undir fátækramarkinum. Hjá giftum fólkapensjónistum lá nettoinntøkan t.v.s. fólkapensjón og samhaldsfasti eftir skatt 3.504 kr. undir fátækramarkinum hjá OECD í 2008.
Í staðin fyri at skerja fólkapensjónina eigur Fíggjarmálaráðið og Løgtingið hinvegin at syrgja fyri at nettoinntøkan hjá fátækum fólkapensjónistum kemur upp á eitt sømuligt og rímuligt støði, og eiga at syrgja fyri - sum áður lovað - at útgjaldið úr samhaldsfasta sum skjótast verður hækkað.
Tórshavn, hin 08.08.2009
nevndarformaður
(undirskrivað av Sigvald Kristiansen)