Viðmerkining til Annitu á Fríðriksmørk

Elin N. W. Tausen
Argir

Tað er sjáldan at eg geri viðmerkingar til tað, sum fer fram á Føroya Løgtingi, men hesuferð haldi eg, at eg kann ikki tiga.
Ofta verður havt at tingmonnum, tá teir av tingsins røðarapalli hava at føroyskum embætisfólkum fyri ymiskt, sum er farið fram í teimum ymisku ráðunum.
Eg haldi, at viðgerðin sum fór fram av nýggju nevndarlimunum í Vísindaligu Siðsemisnevndini, var undir alt lágmark.
Hví Bill Justinussen hevur valt júst hesar persónar, veit eg ikki, og ætli eg mær ikki at gera fyristillningar um hví. Eg eri limur í Miðflokkinum, men havi einki at gera við, hvat avgerðir landstýrismaður ella løgtingsmaður floksins taka. Ei heldur geri eg hesa viðmerking, tí Dánjal á Dul Jacobsen, nývaldur nevndarlimur í siðsemisnevndini, er fyristøðumaður í tí samkomu, ið eg hoyri til.
Orsøkin til at eg skrivi, er at eg eri sera ónøgd við mátan hesir nývaldu nevndarlimir vóru viðgjørdir. Ja, nøkur teirra hoyra nokk til eitt annað trúarsamfelag enn fólkakirkjuna, men tað ger tey ikki til verri persónar av tí. Einki verður nevnt um teirra arbeiðsroyndir og útbúgvingar í hesum høpi. Høvdu tey hoyrt til fólkakirkjuna, og høvdu tey somu arbeiðsroyndir og útbúgvingar, sum tey hava nú, ja, so vóru tey góðkend uttan at blunka. Er hetta ikki diskriminatión av ringasta slag? Serstakliga ringa viðgerð haldi eg, at Anne Lene Olofsson fær frá Annitu. Eg taki eitt sitat úr Dimmalætting: ?»tann fjóðri limurin í nevndini umboðar uttasta høgravongin í fólkakirkjuni, um talan yvirhøvur er um fólkakirkjuna, tí viðkomandi hevur ella er í ferð við at ríva seg leysan hagani«. Eg má spyrja, hvar Annita hevur hesar upplýsingar frá. Hevur hon ringt og tosa við Anne Lenu Olofsson? Ella er hetta slatur, sum Annita brúkar til grundgeving fyri sínari framløgu á tingsins røðarapalli? Tað er eyðsæð, at Anne Lene Olofsson ikki passar inn undir kategoriina hjá Annitu á Fríðriksmørk, hvør er fólkakirkjulimur.
Hesi fólk eru spurd, um tey vilja verða í hesi nevnd, og hava tey játtað tað. At tey skulu fáa hesa viðgerð á Føroya Løgtingi, haldi eg er sera ósømuligt og skammiligt. Hvat trúarsamfelag tú hoyrir til, er ein persónlig avgerð, og eigur hetta ikki at verða við til at seta fólk í bás.
Eg visti ikki, at í hesum landi verða tínar kvalifikatiónir dømdar eftir, hvørjum trúarsamfelag, tú kemur úr. Ja, kanska áttu vit øll, sum ikki hoyra til fólkakirkjuna, gingið runt við eini stjørnu ella onkrum líknandi, sum vísir, hvørji vit eru, so at ongin skal ivast í, at vit ikki eru kvalifiserað nokk til at taka ábyrgd og avgerðir.
Nei, bíða nú. Vit skulu jú yvirtaka fólkakirkjuna, og tá skulu vit øll gjalda, so tá eru vit øll sjálvskrivaðir limir í fólkakirkjuni, tí vit kunnu ikki bara gjalda og ikki valda.
Mær hevur altíð dámt Annitu á Fríðriksmørk sum polittikara, hóast vit ikki hava somu politisku sannføring, men hetta var alt ov langt úti. Eg haldi, at ein umbering fyri at tosa um nývaldu nevndarlimirnir á handa hátt hevði verið uppá sítt pláss. Ikki tí at øll skulu vera samd um nevndarvalið, men hesir limir hava einki við valið sjálvt at gera, og tí skal teirra persónur ikki viðgerast á tingið.