Tað er ikki uttan orsøk, at floksformaðurin er so bjartskygdur.
Á valevnislistanum eru 14 fólk - av hesum eru sjey teirra roynd í politikki, meðan hini sjey nú fáa ein møguleika at royna seg í politiskum valstríði og arbeiði.
Eitt annað sermerkt við listanum er tann endurnýggjanin sum løgd er fyri dagin. Við hesum sjey nýggju valevnunum, er listin mannaður við rættiliga ungum fólkum.
- Ja, vit eru tann flokkurin sum til hetta fólkatingsvalið helst hevur lægsta miðalaldurin, vísir Jørgen Niclasen á. Elstur millum valevnini er Jógvan á Lakjuni, sum er 58 ára gamal.
Í valstríðnum fer fólkaflokkurin eisini at markera seg við einum nýggjum grønum og koksgráum búmerki - einum stórum A, sum er sett inn í eitt Føroya-kort.
Flokkurin hevur ikki havt umboð á fólkatingi seinastu fýra árini. Men við einum góðum blandi av royndum og endurnýggjan er vónirnar góðar hesaferð.
Á listanum eru annars hesi fólkini:
Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, Hoyvík
Halla J. Gullfoss, vinnurekandi, Hoyvík
Rannvá Isaksen, skrivstovukvinna, Klaksvík
Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, Fuglafjørður
Heini Magnussen, montør, Tórshavn
Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður, Klaksvík
Jørgin Niclasen, løgtingsmaður, Sørvágur
Rodmund Nielsen, stjóri, Runavík
Annika Olsen, løgtingskvinna, Tórshavn
Niels Petersen, stuðul, Froðba
Rigmor Rasmussen, lærari, Skáli
Brandur Sandoy, borgarstjóri, Sandur
Jógvan Thomsen, vinnurekandi, Hoyvík
Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, Akrar.
Formansval ella fólkatingsval?
Tað hevur í seinastu verið eitt ávíst orðaskifti um, hvør skal standa við endan í fólkaflokkinum í framtíðini.
Frammi hevur verið, at Annika Olsen var áhugað at bjóða Jørgeni av, men enn er eingin avgerð tikin í hesum máli. Fyrst skal hetta valið fáast aftur um, áðrenn eyguni verða vend ímóti landsfundinum í flokkinum í oktober mánaði.
Undir framløguni varð Jørgen Niclasen spurdur, hvørt hetta valið kundi metast sum ein uppgerð ella ein meting av, hvønn persón ið veljarar floksins vilja hava í henda týðandi sess sum formann ella forkvinnu.
Formaðurin gjørdi púra greitt, at hetta valið hevur einki við eitt møguligt komandi formansval at gera.
- Fólkatingsvalið er eitt. Formansvalið er eitt annað. Og løgtingsvalið komandi er eitt triðja val. Vit velja formann á hvørjum landsfundi, og tað koma vit eisini at gera hesaferð.
- Tann sessurin fer so ikki at standa tómur, sló hann fast.
Ynskja samstarv við danir
Fólkaflokkurin fer í valstríð við eini víttfevndari skrá, og sum tey vóna at fólk vilja taka undir við.
Á Fólkatingi vil flokkurin virka fyri samstarvi millum lond okkara. Ávirkan okkara byggir á áræði, ábyrgd og álit undir samráðingum. Fólkafloksumboð á Fólkatingi fer at virka óheft av donskum flokkum. Í Føroyum skulu føroyingar ráða, og tí skulu danir ráða i Danmark. Sjálvstýrisstríðið skal førast í Føroyum.
Á Fólkatingi vilja vit arbeiða fyri okkara fólk. Tað er svárt, tá sjúka rakar, og tí mugu vit tryggja okkara sjúklingum bestu sjúkuviðgerð. Vit vilja tryggja okkara ungu bestu útbúgvingarmøguleikar og vit vilja undir ongum umstøðum lata frá okkum sjálvræði á okkara tilfeingi í sjónum.
Fólkaflokkurin vil á Fólkating at skapa praktiskt samstarv um praktisk mál.
Ideologisku spurningarnir um høgra/vinstra og um sjálvstýri/samband taka vit í Løgtinginum. Nógv kann røkast við praktiskum samstarvi um praktisk
mál.
Tað vil fólkaflokkurin
• Vit vilja samstarv
• Vit vilja verða Føroya longdi armur
• Vit vilja styrkt samstarv um útbúgving og heilsurøkt
• Vit vilja tryggja og varðveita rættindi hjá føroyingum í Danmark
• Vit vilja tryggja, at í samband við yvirtøkur skulu danskar ognir her
latast okkum uttan gjald
• Vit vilja við lóg tryggja landsstýrinum fult innlit í gongdina í føroyska bankakervinum, so stig kunnu takast, áðrenn tað gongur galið.
• Vit vilja, at í hvalaveiðifelagsskapinum IWC skal okkara rødd hoyrast og atkvøða telja, ella skulu vit úr felagskapinum
• Vit vilja slóða fyri, at vit fáa fasta eygleiðarastøðu í ST sum eina byrjan til fullan limaskap
• Vit vilja slóða fyri at gerast sjálvstøður limur í heimshandilsfelagsskapinum WTO
• Vit vilja yvirtaka okkara loftrúm
• Vit vilja taka ábyrgd frá Danmark, so hvørt Danmark letur ábyrgd til ES, og vera vakið eyga við nýggjum ES-reglum, sum ávirka okkum.
• Vit vilja virka fyri tollsamgongu við ES
• Vit vilja virka fyri praktiskum loysnum
• Vit vilja slóða fyri frælsum felagsskapi millum Føroya og Danmarkar, ein ríkjafelagsskap millum tvey javnbjóðis lond.
10 - 4
Á valevnislistanum til fólkatingsvalið eru 14 fólk - 10 mans og fýra kvinnur. Á myndini síggjast 11 teirra - vinstrumegin: Brandur Sandoy, Jógvan Thomsen, Bjarni Djurholm, Jacob Vestergaard, Halla Gullfoss, Rodmund Nielsen, Rigmor Rasmussen, Annika Olsen, Jákup Mikkelsen, Jógvan á Lakjuni og uttast høgrumegin Jørgen Niclasen