Við ungum stjóra inn í framtíðina

- At okkara heilsøla stendur seg í kappingini við tær stór, kemur fyrst og fremst av, at vit hava góðar vørur – og ikki minst góð starvsfólk, sigur klaksvíkingurin Eyðfinn Olsen. Hóast hann bert er 24 ára gamal, tók hann við starvinum sum stjóri í Kjølbro Heilsøluni í Klaksvík 1. oktobur.

Klaksvík: Tað vóru kanska mong sum undraðust á, at Eyðfinn Olsen skuldi verða nýggjur stjóri á heilsøluni í Klaksvík.

Mundi ein so ungur maður, sum nóg illa var fyltur 25, kunna leiða eina slíka søguríka og stóra fyritøku inn í avbjóðingarnar í framtíðini?

Eyðfinn hevur helst eisini hoyrt somu spurningarnar. Men svar hansara er greitt:

- Jú, tað kann vera at eg eri ungur. Men eg føli meg ikki ov ungan at verða stjóri her, slær hann fast yvirfyri Sosialinum.

- Tað hjálpir mær sera væl, at eg kenni fyritøkuna frammanundan. Tí dugi eg ikki at síggja, at aldurin skal vera nøkur forðing!


Lyfta í felag

Á samkomu í heilsøluni fríggjadagin í farnu viku varð fyrrverandi stjórin, Jákup Mikkelsen alment loystur av sum slíkur.

Fyri tann nýggja stjóran er greitt, at ein so stór fyritøka sum hansara, altíð stendur yvirfyri avbjóðingum í framtíðini.

- Eg eri væl yngri enn Jákup, men eg havi arbeitt her áður. Hjá mær verður uppgávan at halda fram við tí arbeiðinum, sum longu er gjørt - og at lyfta tað enn hægri upp.

- Tað er ein stór avbjóðing, tað veit eg. Men við góðu starvsfólkunum fara vit eisini at røkka hesum máli, slær hann fast.

Hann fer tí undir spennandi uppgávuna við góðum móti. Tí, sum hann sigur: - Her eru onnur fólk, sum hava verið leingi í fyritøkuni. Tað er altíð gott at hava nýggj og roynd fólk saman í eini fyritøku.


Góð menning

Eftir at hann fekk bjóðað starvið og síðani tók við stjórastarvinum, verður ein av uppgávum hansara at seta seg inn í alt tað, sum er hent hesa seinastu tíðina.

- Eg kann longu nú staðfesta, at felagið hevur verið í eini góðari menning. Og hesa gongdina ynski eg at halda fram við, sigur nýggi stjórin.

Sjálvur hevur hann bæði visjónir og ambisjónir fyri heilsøluna í framtíðini.

- Vit ynskja alla tíðina at veita ta bestu tænastuna til viðskiftafólkini. Hetta arbeiðið fara vit framvegis at leggja dent á.

- Men í kappingini við aðrar heilsølur er somuleiðis neyðugt at koma við nýggjum produktum, og eisini víðka um úrvalið av vørum, sigur hann bjartskygdur.


Væl umtókt

J.F. Kjølbro Heilsølan hevur virkað kring landið í meiri enn 45 ár. Og sum skilst ætlar nýggi stjórin at gera sítt til, at fyritøkan eisini fer at standa seg í framtíðini.

Slíkt kemur ikki av ongum, men sum Eyðfinn tekur til:

- Vit umboða nógvar góðar vørur og sum vit vita eru væl umtóktar av viðskiftafólkunum. Og so haldi eg eisini, at vit veita teimum eina sera góða tænastu.

- Hesi bæði tilsamans gera sítt til, at vit selja so væl, slær hann fast.



Kjølbro Heilsølan

Hevur heimstað í Klaksvík, og telist millum tær stóru heilsølurnar í landinum. Heilsølan selur serliga nógvar matvørur, eisini til proviantering av skipum, góðgæti og nógv annað.

Selt verður fyri ein stóran part í Klaksvík, men viðskiftafólk finnast haraftrat kring alt landið.

Á heilsøluni arbeiða umleið 20 fólk. 






Saltaði skinn sum 12 ára gamal

Hóast Eyðfinn nú er setstur í stjórastólin á Stangavegi 3, er hann als ikki ókendur við arbeiðið hjá – og í! – heilsøluni.

- Ja, eg byrjaði faktiskt her, tá eg var eini 12-13 ára gamal, greiðir hann frá. Hetta arbeiðið var í fyrstu syftu at salta seyðaskinn, og seinni var Eyðfinn eisini í starvsvenjing í heilsøluni, tá hann gekk í framhaldsdeildini í Klaksvík. Tað var kanska heldur ikki av tilvild, at Eyðfinn eftir lokna skúlagongd fór í læru á skrivstovuni í heilsøluni: Stjóri í fyritøkuni – Jákup Mikkelsen - var ein av lærarum hansara, og sum longu í ungum aldri hevði lagt merki til sjáldsomu evnini hjá unga dronginum.

Seinastu tvey árini hevur Eyðfinn arbeitt hjá grannskoðarafyritøkuni SPEKT í Havn. Hesa tíðina hevur hann ikki havt nakað við heilsøluna at gera.

- So eg havi eitt sindur at innheinta nú, sigur hann.