Viðvíkjandi »træla­haldi« á Marco Polo

Eddi Leyni, kokkur


Herfyri vóru tey á Marco Polo løgd undir trælahald, tá ein maður úr Tunesia segði seg hava arbeitt har uttan løn í langa tíð.

Eg havi einki ímóti Ben, men nú eri eg troyttur av at hoyra, at vit skulu hava trælir her á Marco Polo. Ben hevur ongantíð verið í starvi her sum kokkur, men hann hevur gingið okkum til handa, tá tørvur var á tí.
Kanska var hann so nógv her, at fólk hildu, at hann arbeiddi her, men veruleikin er, at hann hevði einki annað stað at fara. At vit so bóðu hann taka eina hond í, um okkurt var at gera, er væl saktans ikki annað enn rímu­ligt. Hann fekk hóast alt kost og losi.
At hann so eisini krevur umleið 400.000 kr í mistari inntøku er púra burturvið, tí so eru í øllum førum tveir kokkar undibetaltir, tá hann samstundis stórt forbrúk og búði í eini íbúð við øllum nýtímans hentleikum, so má hann hava havt pengar onkustaðni frá.
Eg havi sum sagt einki ímóti Ben, men tað mugu vera onnur, sum hava birt upp undir hann fyri at fáa hetta fram í miðlunum, so fólk fáa samkenslu við hon­um, fyri at hann kann fáa arbeiðsloyvi. Hann hevði eitt systkinabarn, sum gjørdi júst tað sama fyri nøkrum árum síðani.