Viðv. kommunusamanlegging ímillum Elduvíkar og Runavíkar kommunu

Liss Joan Hansen, Funningsfjørð

Eg var ein av teimum, sum møttu á bograrafundi í skúlanum í Funningsfirði 3. apríl 2004. Á fundinum greiddi fyrst Hilmar Høgeni um ymiskt viðvíkjandi kommunulógum, og síðan greiddi Rodmundur Nielsen frá ymiskum hesum viðvíkjandi. Soleiðis fingu vit fleiri sera góðar grundgevingar fyri at leggja kommunurnar saman.
Eg hevði sæð í SVF frammanundan, at okkara borgarastjóri er ímóti samanleggingini, og tí spurdi eg Andrias Hammer, borgarastjóra, um hann kundi siga mær, hvørjar grundgevingar hann heldur vera ímóti at leggja saman. Aftursvarið var, at hann metir, at vit kunnu fáa nógv meiri burturúr at samstarvast meiri. Tað var alt. Men tað er ikki eitt nóg gott svar hjá okkum at taka støðu út frá. Tí ynski eg mær at fáa at vita, hvat hann meinar við, tá hann sigur seg vilja hava eitt tættari samstarv, og á hvørjum økjum hann ætlar at samstarva meiri um? Hvussu ætlar hann at loysa teir fíggjarligu trupulleikarnar av t.d. at fáa eina góðkenda kloakkskipan í báðum bygdunum?
Vit hava havt alla ta tíð, sum higartil er gingin, til at uppbyggja »eitt tættari samstarv« við m. a. Runavíkar kommunu, men higartil er tað ikki blivið meiri enn tað sama. Eg kundi enn sera væl hugsað mær at fingið eitt útgreinað svar upp á spurningin, eg setti okkara borgarastjóra á borgarafundinum. Tí seti eg hann nú fram í bløðunum:
Hvørjar góðar grundgevingar eru ímóti at leggja saman við Runavíkar kommunu?
Fólkatalið í Elduvíkar kommunu er minkað seinastu árini, og fer helst at minkað enn meiri. Í Elduvíkar kommunu eru ikki serliga góð útlit fyri fólkavøkstri og harvið einum vaksandi skattagrundarlagi. Í Elduvík er bara ein barnafamilja, annars eru bara heilt fá fólk, sum ikki eru farin upp um pensiónsaldur. Samstundis er hetta ein bygd, sum ikki hevur nakað arbeiðspláss, dagligt busssamband, handil ella annað, sum kann fáa fólk at velja sær at búseta seg har. Jú, tað er vakurt í Elduvík, men tað kann man ikki liva leingi av, tíverri!
Í Funningsfirði eru nakrar barnafamiljur, skúli, okkurt arbeiðspláss og busssamband, so skúlabørnini sleppa aftur og fram úr skúla. Men her er eisini ein fráflyting. Tey ungu støðast ikki her, tí her er ov lítið hjá teimum at fáast við eftir skúlatíð. Og tá tey vaksa til, flyta tey flestu burtur úr heimbygdini, tí her er einki arbeiði til teirra. Bara tað, at tey nýggjastu sethúsini í bygdini eru 16 ára gomul, sigur nógv um støðuna.
Um so er, at man óttast fyri at bygdirnar verða gloymdar ella forsømdar eftir at samanlegging er framd, haldi eg, at um vit hyggja at teimum smáu bygdunum í Runavíkar komunu, so eru tær bygdirnar nógv berti røktar enn Elduvík og Funningsfjørður. Hygg bara eftir Æðuvík! Annars kann ein spurningur eisini verða, hvat munurin er á um vegastubbarnir ikki verða asfalteraðir orsakað av gloymsku, ella um teir ikki verða asfalteraðir orsakað av manglandi fíggjarorku?
At enda vil eg spyrja Andreas Hammer eitt sindur afturat:

1.Væntar okkara borgarastjóri at nøkur tilflyting verður til okkara kommunu, tá skattaprosentið liggur uppi á 22% og helst skal hæðkast fleiri % afturat fyri at fíggja eina kloakkskipan, sum er lógarkravd?
2.Væntar hann, at tey, sum framvegis búgva her, ikki flyta aðrastaðni, um so er, at skatturin hækkar við fleiri prosentum afturat?
3.Hevur borgarstjórin onkra aðra loysn, enn at hækka skattin, upp á hvussu tað, sum verður kravt av kommunum í Føroyum í dag og í framtíðini, verður fíggjað?

Við vón um eitt greitt svar til mín og allar aðrar borgarar í Elduvíkar kommunu, sum skulu atkvøða um samanleggingina tann 17. apríl.