Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg høvdu í kvøld torføran arbeiðssetning í bólki 2 í ovara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Tað gekk tó ikki verri enn ilt á útivølli móti verandi meistarunum, Odense. Viborg tapti dystin 27-32. Í fyrra hálvleiki gekk framúr hjá Viborg, ið var á odda 14-13 í steðginum.
Jana skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir, men stóð seg framúr væl við uppleggum til mál. Jana var noterað fyri seks assist í kvøld.
Viborg er saman við liðnum hjá Mariu P. Nólsoy, Horsens aftast í bólki 2 við ongum stig. Odense hevur seks stig og Ikast hevur fimm stig, og lítið er at ivast í, at hesi bæði liðini vinna seg víðari til hálvfinalurnar í endaspælinum.











