Tað er greitt, at Viborg flytir úr superliguni og niður í 1. deild, men enn hevur jútska liðið ein dyst eftir at spæla í superliguni. Sunnudagin var næstseinasti dysturin á skránni. Viborg spældi ímóti grannunum úr Randers og tapti 1-0. Einasta málið í dystinum varð skorað longu eftir 9 minuttir. Súni Olsen var ikki á vøllinum í hesum dystinum.