Í morgin, týsdagin 7. apríl, kemur ein nýggj instrumentalfløga út. Tað er Victor Carlsen, ið spælir klaver til vælkend andalig løg. Á fløguni, sum hevur heitið eru »Dreymar og veruleiki«, eru 12 vælkend anadalig løg.
Tónalagið á fløguni er avslappað og er ætlað at kunna njótast á ein stillføran hátt, og ikki minst boðskapurin í løgunum. Løg, sum t.d. »Førststående Gud«, »Crying in the chappel«, »Bert ein dag« og »Legg teg í Frelsarans armar« eru á fløguni.
Fløgan er partvís spæld inn í Amerika og í Føroyum. Noé Chapparro, versonir Victor, hevur samskipað tónleikin og latið hann í ein búna, sum sampakkar væl við klaverspælið.
Eftirsum eg fyri tveimum árum síðan fekk staðfest krabbamein, gjørdist støðan øðrvísi, tá hugsað verður um lívið og tilveruna, og tá settist lívið í annað perspektiv. Við hesum í huga og ta hjálp eg fekk frá Føroya Felag Móti Krabbameini, vil eg gjarna stuðla felagnum fíggjarliga av søluni, sum tøkk fyri hjálpina, sigur Victor, ið vónar at fløgan verður væl móttikin, og at hon verður til signing hjá teimum, sum lurta.
Victor hevur verið virkin tónleikari í umleið 45 ár og hevur luttikið í mongum samanhangum, m.a. eisini á fleiri innspælingum, sum hava verið givnar út.