G'day mate!
Hetta er tann vinarliga heilsanin, vit hoyra allastaðni nú. Vit eru komin til Australia, og sigast má beinanvegin, at hetta er ein heilt nýggjur partur av ferð okkara.
Í vesturlendskum eygum er Australia eitt sera ungt land. Tað eru bert uml. 200 ár síðani, at hvíti maðurin búsettist her. Tey flestu munnu vita, at tað var hagar, at bretar sendu sínar lógbrótarar og brotsmenn fyrr, og hesi eru nú 200 ár seinni vorðin til australiarar. Tað er sjálvandi eitt sindur óreint at siga, men hetta leggur tú tó als ikki merki til, tí at øll eru barasta so fitt og blíð allastaðni. Upprunaliga er tað tó eitt sera gamalt land, tí at upprunafólkið, "The Aboriginals", hevur búð her í 40.000 ár. Teirra mentan og siðaarvur sæst aftur um alt landið. Hetta er eitt ógvuliga sermerkt fólkaslag, og líkist burtur frá øllum, vit hava sæð áðrenn. Í útsjónd eru tey krunkasvørt, eru mjadnabreið og hava sera kløn bein. Satt at siga halda vit, at tey síggja eitt sindur ræðandi út. Stórsti parturin av teimum uml. 200.000 aboriginals býr i Northern Territory, og tað var júst har, at vit byrjaðu ferð okkara í Australia. Vit flugu inn til Darwin tann 29.12.97, og longu á flogvøllinum sóu vit, hvussu ógvuliga lætt tað var at ferðast í Australia. Vit komu á miðjari nátt, og høvdu ikki væntað at sleppa at sova fyrr enn einaferð tíðliga næsta morgun, men aftaná at tey hjálparsomu fólkini í kunningarstovuni á flogvøllinum høvdu fingið at vita, hvar vit ætlaðu okkum at búgva, var tað 1,2,3, so vóru vit á gistingarhúsinum, og høvdu fingið eina song. Onki við at skula trætast, forklára ella prutta um prís, sum vit eftirhondini vóru so von við.
Kakadu National Park
Aftaná at hava bíðað eftir nýggjárinum - sum ikki var vert at fortelja um - settu vit kósina ímóti Kakadu National Park. Tað er ein av stoltleikunum hjá australiarum, og er á World Heritage List, fyri sítt einastandandi djóra- og plantulív, og tann stóra mentanarliga týdningin fyri aboriginal fólkið. W.H.T. er ein listi, sum S.T. hevur sett saman yvir tey støð i heiminum, ið hava stóran náttúruligan ella mentanarligan týdning fyri heimin, ella sum teir sjálvir orða tað "would be of an irreplaceble loss to the planet, if they were altered".
Orsakað av tí at tað var regntíð nú, sluppu vit tíverri ikki at síggja nøkur av teimum vakrastu støðunum, tí at vegirnir vóru undir i vatni. Nøkur av hæddarpunktunum vóru t.d. tá guidurin hjá okkum brádliga brásteðgaði jeep'inum, og fór spurtandi inn millum trøini. Vit skiltu onki, men so kom hann útaftur við einum Frilled Lizzard, ið bert kann samanlíknast við eitt av kríatúrunum frá filminum "Jurassic Park". Hetta gekk á tveimum beinum, hevði langan hala og hevði ein kraga um hálsin, sum hann spjaddi út fyri at ræða fíggindar.
Orsakað av regninum sóu vit sera nógvar fossar, har vit svumu og hugnaðu okkum. Sum sagt er Kakadu eitt av mentanarligu miðdeplunum hjá aboriginal fólkinum, og vit sóu eisini teir gomlu veggjamálningarnar í Ubirr- økinum. Aboriginals høvdu einki skriftmal, so tey nýttu sínar veggjatekningar til at geva víðari sína vitan, siðir og sagnir. Vit sóu t.d. hvussu tey høvdu teknað við ymiskum litum, hvørjir partar av skjaldbøkuni og einum ávísum fiski eru góðir at eta, og hvørjir eru vandamiklir. Tað var løgið at ímynda sær, at hesir málningar vóru 20.000 - 30.000 ára gamlir.
Við báti á Adelaide ánni
Eisini vóru vit á einum túri við einum báti á Adelaide ánni. Her liva sera nógvar saltvatnskrokudillur, ið eru ógvuliga vandamiklar. Hesar liva í stórum tali í Northern Territory, og hvørt ár doyggja nógv fólk av teirra ávum. Tað, sum vit vóru komin at síggja, var, hvussu kvikar/vandamiklar tær eru. Komin miðskeiðis út á ánna, tók manningin á bátinum hvør sína tráu við einum kjøtpetti á línuni. Hesum plaskadu tey so við á vatnskorpuni, og skjótt var ein krokudilla har. Tá hon skuldi gloypa bitan, togaðu tey hann upp. Hetta endurtók seg nakrar ferðir, og knappliga gjørdi krokudillan sær "renningarlop" undir vatninum, og leyp yvir ein metur upp úr ánni og gloypti bitan. Hetta gjørdu tey nakrar ferðir aftrat við øðrum krokudillum, og onkuntíð tá tær smekkaðu gapið saman, var tað eitt sovorðið buldur, so at tað sang eftir í. Vit vóru sannførd um, at tær eru ikki so sløvar sum tær síggja út til, tá tær liggja á áarbakkanum og sóla sær.
Eftir henda 3 daga langa túr, byrjaðu vit okkara ferðing gjøgnum landið. Vit hoppaðu í ein buss, sum koyrdi okkum suður til býin Alice Springs. Hesin 1500 km. langi teinur tók okkum tríggjar dagar at koyra, men vit steðgaðu eisini av og á at síggja ymiskt áhugavert. Tað einasta, ið er vert at nevna av hesum, var eitt tey kalla Devils Marbles. Hetta var úti í "The Outback", tí australsku, reyðu oyðumørkini. Vit kundu ikki fata, hvussu løgið náttúran kann bera seg at onkuntíð. Framman fyri okkum lógu hesir risastóru trillrundu steinarnir og javnvigaðu á øðrum vøkrum steinum, og tað sá út sum, at teir fóru á rull hvørja løtu. Aðrir vóru bara klovnir í helvt mitt ígjøgnum. Tað var eitt sovorðið landslag, sum tú bara sær í Cowboy filmum. Sjálvandi er ein logisk frágreiðing til alt, men tað loysir seg ikki altíð at greina alt so neyvt. Tað var okkurt við, at hetta ávísa slagið av gróti var so 'porøst', at regnið fór niður ígjøgnum, og við árunum - túsundtals árum - sum vatnið varð hitað og kølt niður av nátt og dag, brast steinurin so at siga. Hvussu tað bar til at teir brotna so neyvt í helvt, og hví teir gjørdust so trillrundir, heftu vit okkum ikki við. Stuttligari at ímynda sær frágreiðingina.
Ayers Rock
Orsøkin til at vit fóru til Alice Springs var tann, at hetta er nærmasti býur til Ayers Rock. Vænti ikki at nøkur frágreiðing er neyðug her. Tann reyði kletturin var eitt av høvuðspunktunum hjá okkum í Australia. Hóast Alice er nærmasti býur, so eru tað heili 400 km. út hagar. Vit vildu leiga ein bil saman við tveimum øðrum vit hittu í bussinum. Hetta var nógv bíligari enn at taka ein "busspakka". Aftaná at hava tømt tveir tangar av bensini - tað er tað sama sum at koyra úr Sumba til Fuglafjarðar 3 1/2 ferð - náddu vit júst at síggja sólina seta. Vit steðgaðu og fóru út at njóta sjónina. Tað var sera vakurt og friðsælt, men heldur torført at yvirskoða, tá tú stendur mitt í tí. Morgunin eftir fóru vit tíðliga upp at síggja sólina rísa, men vit vóru eitt sindur vónbrotin, tí torført var at taka til sín náttúruna, tá tað sita 200 japanarar har og eta kaviar og drekka sjampagnu.
Steinurin er ógvuliga heilagur fyri aboriginal fólkið, og tey vilja helst ikki hava at fólk fara upp á hann. Har er tó ein gøta, og John og Barney, vinmaðurin, hildu til gongu. Halla og Chelsea virdu aboriginal ynskið meira enn so - ella kanska tey 40 hitastigini? - og bíðaðu í bilinum. Útsýnið av toppinum var stórsligið, sjálvt um har er heldur tómt rundanum. Vit vóru øll fýra samd í, at ov nógv verður gjørt av um Ayers Rock. Vit vóru opin í sinni, men torført var at síggja hann skifta lit. Vit vænta, at tað sæst lættari á myndum, tiknar við ávísum millumbili.
Kings Canyon
Tað, sum vit ikki sóu vid rokkin, sóu vit afturfyri við Kings Canyon. Hetta er eitt risastórt øki 200 km. norðanfyri Ayers Rock, fult av djúpum gjáum og brøttum bergveggi. Her gingu vit runt í nakrar tímar, og vit svørja uppá, at vit hava aldrin í lívinum sæð so bláan himmal fyrr. Ikki eitt tað einasta skýggj, bara reytt grót, hvít eycalyptustrøð og kvirra. Ein sera góður dagur, sum endaði við eini stjørnuklárari nátt á einum stórum picnicborði, í hvør sínum soviposa. Afturkomin til Alice Springs hildu vit leiðina norðureftir aftur, hesaferð móti eysturstrondini til Cairns. Tey kalla býin "kavaranna Mekka", og hetta var júst endamálið hjá okkum. At fara út á heimsins sjeynda undur, Great Barrier Reef, at kava. Hetta 2000 km. langa sker av livandi og deyðum korallum fylgir mestapartinum av eysturstrond Australia, og á stødd við Stórabretland. Í veruleikanum eru tað 2600 einstøk sker, og er hetta einasta livandi fyribrigdi, sum sæst frá mánanum.
Svumu millum korallirnar
Tad byrjaði við einum fimm daga skeiði, tveir dagar í einum djúpum svimjihyli, og tríggjar dagar úti á skerinum. Aftaná hevði John fingið sítt kavaraloyvi, og Halla fingið staðfest, at hon og vatn rigga ikki saman. Nakrar av royndunum tú skalt klára - ein, faktisk - var ov ræðandi, so avgjørt varð at spara eitt sindur av pengum og nógva tíð við bara at snorkla úti á skerinum . Kavaralærarin var ein ógvuliga fittur amerikanari, sum ongantíð hevði hoyrt um Føroyar, og var sera áhugaður. Eitt sindur ivasamt var í fyrstani, um vit kundu fara út við bátinum, tí ein orkan lá og lúrdi í umráðinum, men til seinast løgdu vit frá landi. Tað tók uml. ein tíma at koma út hagar, og tá vit so løgdu stilt sóu vit beint niður yvir hesi løgnu djór, tey kalla korallir. Vitanin um hesi djór eru sera nýggj. Tað var ikki fyrr enn í 1981, at tey funnu út av, hvussu tey nørast. Vit høvdu verið til ein sera áhugaverdan fyrilestur um Great Barrier Reef, áðrenn vit fóru, og vóru sera spent at sleppa niður har at vita, um vit kendu nøkur djór aftur.
Aftaná ta fyrstu kavingina, - har Halla svam runt uppi yvir og eygleiddi - var tann ringasti spenningurin lagdur, og vit sigldu víðari til eitt annað sker. Har hoppaðu tey flestu út í aftur, og tann fitti lærarin segði, at nú skuldi Halla eisini gera seg klára. So hoppaðu vit eisini út í, og hann helt í hondini á henni alla tíðina. Tað er ein løgin kensla at ferðast niðri í hesum ókenda heimi, nógv meira livandi enn tú trýrt. Løgnir fiskar í øllum ælabogans litum, og korallirnar síggja út sum blómur, tallerkar, lítil trø og enntá heilar. (brain coral)
Alla tíðina hoyrir tú eitt knitrandi ljóð, og funnu vit út av, at tað eru fiskarnir, sum eta burtur av korallunum. Vit sóu ein "featherfish", ið meira líktist einum krossfiski. Hann sveimaði yvir botninum við sínum átta ørmum, fýra niður og fýra upp í senn. Tað líktist balletdansi, sera vakurt. Tom, lærarin, segði, at tað var fyrstu ferð í lívinum, at hann hevði sæð ein flyta seg, og hann hevði kavað í 30 ár!
Ein stór uppliving
Tað var á ein hátt lættari at kava enn at snorkla, tá hugsað verður um anding, men tey grunnu skerini, har vit snorklaðu, vóru nógv meira litrík enn niðri á tí djúpa. John kavaði einaferð um náttina, tá hittu teir ein háv. Hesir "Reefsharks", eru ikki vandamiklir og verða uml. 1,5 m. Eisini sóu teir ein "Manta ray", ið kanska kallast ein blanding av einum risakalva og einum stórum fugli, tí teir nærmast flúgva gjøgnum vatnið.
Tann seinasta dagin kom ein kameramaður niður við og tók upp á band. Halla var eisini við. Vit gjørdu ymiskt stuttligt, og hann tók upp tað djóralívið vit sóu tann dagin. Knappliga fekk hann eyga á eina skjaldbøku, og hana spældu vit so við eina løtu. Umráðandi er ikki at leggja trýst á ryggin hjá teimum, tí tær kunnu gerast ræðsluslignar og drukna av berum sjokk. Vit sóu nakrar av teimum teir tríggjar dagarnar har úti.
Vit hildu so leiðina móti landi aftur, eitt stk. video-band og nógv upplivilsi ríkari. Sum heild dámdi John best, tá teir kavaðu um náttina, meðan Halla var glaðast um at hava sæð ein risakrækling, ið var yvir 1,5 m. breiður.