Við hamara og saksi

Læra og útbúgving hava lagt lunnar undir føroyska samfelagið síðstu mongu árini. Summi er sterkast bókliga, meðan tað hjá øðrum liggur betri fyri við tí handaliga. Og kanska er tað so at vit, sum samfelag, hava lagt ov nógva orku í at slúsa ov stóran part av okkara ungdómi gjøgnum siðbundna miðnámsskúlan.

Læra og útbúgving hava lagt lunnar undir føroyska samfelagið síðstu mongu árini. Summi er sterkast bókliga, meðan tað hjá øðrum liggur betri fyri við tí handaliga. Og kanska er tað so at vit, sum samfelag, hava lagt ov nógva orku í at slúsa ov stóran part av okkara ungdómi  gjøgnum siðbundna miðnámsskúlan.

 

Undir øllum umstøðum hevur lærlingataliðveriðminkandi seinnu árini.

 

Orsøkirnar eru helst fleiri. Ein av teimum kann vera, at vit íalmenna kjakinum ikki veita handaligu útbúgvingunum ta virðing, sum tær hava uppiborið.

 

Ein onnur orsøk er, at lærlingalønin er ómetaliga lág.

 

Ein triðja er, at sveiggini íbyggivinnuni gera vinnuvegin óstøðugan, og kunnu ræða ein ungling, iðvelur sær lívsyrki.

 

Eg havi núaltíðhavt trupulleikar viðhesum uppbýtinum, millum handaligt og bókligt. Haldi, at taðhandaliga íheilt stóran mun røkkur longur enn til hendurnar. Her er talan um eitt heilt annaðslag av kropsligum intelligensi, um eg so másiga.

 

Summi hava bara betri kropslig fatanarevni enn onnur. Og tábest liggur fyri, er taðein frøi at síggja úrslitini spyrjast burturúr.

 

Uttan mun til um taðer hamarin, saksurin, flakaknívurin ella skrúvublaðið, sum ganda, so er týdningurin eins stórur. Tey gera øll sítt til, at okkara samfelag veitir okkum borgarum tær tænastur, sum eitt nútímans samfelag eigur at gera.

 

Eg havi dittaðmær at sett spurning viðútbúgvingarpolitikkin, og okkara hugsan um læru sum heild. Kanska áttu vit at snara kumpassina nøkur stig, so útbúgvingarleiðin ístørri mun legði seg eftir tørvinum íføroyska samfelagnum.

 

Vissuliga skulu vit framhaldandi menna teir sterku bókligu knokkarnar, men taðer núeinaferðsoleiðis, at summi ”hugsa”best viðhondunum, og tey eru ikki minni týdningarmikil fyri Føroyar.

 

ll áReynatúgvu, løgtingsmaður og valevni hjáTjóðveldi.