Tekstur og myndir:
Ernst S. Olsen
Tað var ikki sørt forkunnugt hjá vestmenningum at lenda á Scillyoyggjunum mánadagin tann 27. apríl. Eitt evarska lítið oyggjasamfelag, einans 25 fjórðingar í ein útsynning úr Land?s End, sum er sjálvt útsynningshornið í Onglandi. Ikki færri enn 111 bátsmanningar skuldu luttaka í »World Pilot Gig Championships«, og her skuldu føroyameistararnir 1997 vísa, hvør dugur er í føroyingum!
Vestmenningar valdu at koma nakrar dagar undan sjálva kappingina fyri at royna bátin, teir skuldu rógva. Ein »gig« er í stuttum ein gamal loðsbátur, langur og smalur við seks árum. Árarnar verða ikki tiknar inn til bringuna, men heldur fram við síðuni fyri at fáa longri tak. Ein líknandi bátur, Brendan, hevur verið nýttur til venjingar heima í Føroyum, men er hann í styttra lagi.
Báturin ikki
egnaður til kappróður
Nýggi báturin, teir fingu, kallaðist »Czar«, men við 120 árum á baki kundi »Czar« ikki júst sigast at vera nakar ársungi. Tungur og heldur flatbotnaður, sum tikið varð til. Báturin er stutt sagt ikki egnaður til kappróður sum so.
Saman við øðrum bátum, sum eisini vórðu bygdir í farnu øld, eru teir vanliga at finna í aftasta bólki, og er talan tí fyrst og fremst um at vísa fram hesar gomlu snekkjur. Men vestmenningar fóru ikki at vera nøgdir við at liggja aftastir!
Hóast veðrið var heldur kaldligt fyrstu dagarnar, vandu teir sum best upp til kappingina. Teir róðu fram við høvuðsoynni St. Mary?s og til aðrar oyggjar við, har teir kundu leggja bátin, meðan runnið varð runt um oynna.
Einaferð, tá teir høvdu runnið runt um oynna Tresco, bíðaði teimum ein heldur óvæntað sjón: »Czarurin« lá har, hann skuldi, men havið var alt horvið! Stóri munurin á flóð og fjøru hevði við sær, at báturin nú mátti berast ein sera drúgvan tein, áðrenn komið varð aftur út á djúpari sjógv.
Árarnar vóru høvuðstrupulleikin
Hóast góða venjing var tað enn ógjørligt at meta um, hvussu tað mundi fara at eydnast til sjálvan kappróðurin. Báturin er væl smalri enn føroyski báturin, og verður heldur ikki róð lið um lið. Árarnar, sum lógu niður á stokkin millum tveir pinnar, høvdu eisini annað skap í mun til tær føroysku.
Og júst árarnar blivu eisini høvuðstrupulleikin hjá vestmenningum. Av tí at teir vóru gestir, noyddust teir at bíða inntil hinar manningarnar høvdu tikið sínar árar, og sostatt máttu teir taka til takkar við tí, sum eftir var. Ein ítróttarliga sera óheppin støða, men vestmenningar sýndu hóast hetta ein ítróttaranda og bardagahug, sum hvørki nøkur longri ella styttri ár kundi sløkkja!
Fríggjakvøldið varð skipað fyri fyrsta kappróðrinum. Allar manningar, ið høvdu hug, róðu inn til molan í Hugh Town á St. Mary?s. Veðrið var ófantaligt, men flestu manningarnar vóru við hóast alt, og onkur manning róði við berum yvirkroppi; ein siður, sum ikki vildi boyggja seg fyri hvørki regni ella vindi.
Teir vestmenningar, sum skuldu luttaka í veruliga kappróðrinum leygardagin, lótu nú hinar sleppa framat, sum annars ikki sluppu at luttaka í kappingini. Fyri at fullmanna bátin henda túrin høvdu teir bjóðað nøkrum amerikanarum við, sum vestmenningar vóru blivnir væl við.
Hetta gjørdi seinni tað, at føroyingar og amerikanarar gjørdu sær eina innanhýsiskapping teirra millum, har æran stóð upp á spæl. Amerikanararnir høvdu hóast alt roynt seg á Scillyoyggjunum fyrr!
Vinnarin av hesi fyrstu kappingini fekk ein kassa av øl til ognar. »Czar« noyddist tó tystur heimaftur á gistingarhúsið, men frálíka úrslitið prógvaði tó, at vestmenningar ætlaðu at gera seg galdandi á Scillyoyggjunum 1998. Teir meintu so avgjørt »business«.
Fremsti bólkurin
hjá »Czar« nakrantíð
Leygarmorgunin skuldi ein samlaður startur finna fram til bólkarnar í kappingini. Teir 12 fyrstu komu í bólk A, teir 12 næstu í bólk B o.s.fr. niður til bólk E. Vestmenningar komu í bólk B við einum 16. plássi. Hetta er samstundis fremsti bólkurin, »Czar« nakrantíð hevur verið í!
Áskoðararnir kundu velja millum at fylgja við frá landi ella við at fara út við bátum, sum fylgdu inneftir við kappróðrarbátunum.
Nú skuldi manningin heim at hvíla seg áðrenn næsta róður, har bátarnir aftur skuldu rógva fyri bólkin. Tað er nevniliga soleiðis, at tríggir teir fremstu flyta upp í bólkin omanfyri, meðan tríggir teir aftastu flyta ein bólk niður. Vestmenningar blivu nummar 8 í hesum róðrinum og varðveittu sostatt plássið í bólki B.
Sunnudagin skuldi bólkurin verjast enn einaferð áðrenn sjálvan finaluróðurin. Veðrið var eitt sindur betri henda dagin. Sólin bakaði, men nakað av vindi var inn á síðuna. Vestmenningar høvdu nú lært, at starturin var sera torførur at hava við at gera, og høvdu teir higartil longu sviðið fyri hetta.
Men hesa ferð bar so á, at vestmenningar júst vóru í ferð við at skjóta á, tá skotið varð av. Úrslitið gjørdist, at »Czar« endaði næstaftastur og flutti harvið niður í bólk C. Serliga torført var kanska við árunum, sum vóru ójavnar í longd. Eisini høvdu pinnarnir lyndi til at brotna eins og árarnar lupu uppúr, soleiðis at róðurin mestsum steðgaði.
Men eitt var tó púra vist: Føroyar skuldu vinna móti »the United States of America«!
Starturin mátti eydnast betur
Fasti fysioterapeuturin hjá vestmenningum, Sonja Skúvadal, gjørdi sum vant sítt til, at menninir skuldu vera sum best fyri, nú seinasti róðurin stóð fyri framman. Nógv varð tosað um, hvat ið kundi lærast av undanfarnu róðrunum. Semja var um, at starturin skuldi eydnast betur, um nøkur vón skuldi vera um at fáa eitt heiðurligt úrslit við heimaftur.
Og hesaferð gekk betur. Starturin gekk væl, og tá avtornaði gjørdust føroyameistararnir frá 1997 nummar 2 í bólki C ? við øðrum orðum nummar 26 av 54 bátsmanningum. Men lítið er at ivast í, at teir ikki hesa ferð høvdu ligið aftastir, høvdu teir róð í bólki B. Sera spennandi var, og stuttligt var tað eisini, tá USA, sum hóast alt var við fyri aðru ferð, varð afturútsiglt av okkara monnum. Jú vissuliga: »Enn eru knotur í føroyskum kongum!«
Hetta var eitt ógvuliga gott úrslit. Sjálvandi var nógv, sum kundi verið øðrvísi, men samanumtikið er neyvan líkt til, at nøkur onnur manning har á staðnum hevði fingið so frægt úrslit undir somu fortreytum, sum vórðu settar vestmenningum á Scilly. Allastaðni høvdu fólk virðing fyri føroyingunum og bóru rósandi orð. Fólk vónaðu eisini, at føroyingar aftur vera umboðaðir til kappingina í 1999.
Eftir finaluna fingu vinnandi manningarnar steyp, og fingu vestmenningar stórt steyp fyri »sportmanship« ella ítróttaranda. Røðarin, sum annars rør við »Czar«, rósti manningini sera nógv fyri tað, sum hann helt vera eitt framúrskarandi úrslit. Tá rópti onkur úr mannfjøldini, at nú skuldu hann og felagar hansara so royna, um teir kundu fáa eins gott úrslit og føroyingarnir? leggjast skal afturat, at amerikanararnir ongantíð hava vunnið hetta steypið.
Síðani skipaðu allar pubbirnar fyri felagssangi, og klokkan 23.00 var »barbecue«-bál á einum bóndagarði uttan fyri býin. Har savnaðist alt, sum kundi ganga og krúpa. Manningar hittust og fingu skift orð um leyst og fast. Amerikanararnir heilsaðu vestmenningum við sigrinum og søgdu seg vera áhugaðar í at vitja í Føroyum. Eisini søgdu hollendarar seg hugaðar í at royna seg í føroyskum bátum. Tað fer tíðin so at vísa.
Morgunin eftir fóru vestmenningarnir so aftur inn á bretska meginlandið í vónini um at sleppa víðari til Danmarkar. Men orsakað av verkfallinum har máttu teir liggja nátt í Heathrow í London. Týsdagin varð farið yvir Manchester til Billund, har nátt skuldi liggjast enn einaferð, áðrenn sloppið varð heimaftur á klettarnar.