Tíðindaskriv - Havnarkórið:
Havnarkórið hevur aftur í ár sett eitt av stóru kórverkunum á skrá. Hesa ferð er talan um messu í h-moll hjá J.S. Bach. H-moll messan varð skrivað yvir fleiri áratíggjur, har elstu partarnir vórðu skrivaðir longu í 1720unum. Kyrie- og Gloria-partarnar skrivaði Bach í 1733. Tað var ikki fyrr enn í 1748, at Bach samlaði verkið í eina heild, ið inniheldur allar tey føstu liðini í katólsku messuni: Kyrie, Gloria, Credo, Sanctus-Benedictus og Agnus Dei.
Eingin ivi er um, at Bach sjálvur sá messuna fyrst og fremst sum kristniboðan í tónum og orðum. Tónleikurin og serliga vokaltónleikurin hjá Johann Sebastian Bach bera ovurhonds nógv dømi um tónleikaæstetiskar grundreglur, sum vóru galdandi í barokktíðarskeiðnum. Tónleikurin skal lýsa kenslunar hjá einum menniskja, sum verður ávirkað av einumhvørjum. Trúarinnar affektir: Gleði og takksemi fyri lívið, skaparverkið og Kristi uppreisn av deyðum, vónina um frelsu og ævigt lív. Harafturat sorg og angist fyri deyðanum og vónin og longsulin til ævigt lív. Allar kenslurnar sameinast í messuni. Kanska er hetta orsøkin til, at Bach javnan í tónleikabókmentum verður kallaður ”Hin fimti evangilisturin” ella ”Tónleikans apostul.”
Verkið er í høvuðsheitum skrivað fyri fimm-ræddað kór (SSATB); fimm solistar og orkestur.
Bach skrivaði omanfyri 1.000 tónleikaverk, men saman við Kunst der Fuge hevur H-moll messan serstøðu millum hansara verk. Hesum báðum verkunum arbeiddi hann nógv við síðstu árini av lívinum, og bæði verkini innihalda hegni og uppfinnsemi, sum vit nærum ikki síggja makan til í tónleikasøguni. Kompositiónshátturin er í høvuðsheitum kontrapunkt, og hesin stílurun nær í hesum verkum sínum hæddarpunkti.
Havnarkórið undir leiðslu av Leif Hansen hevur vant messuna síðani í januar og eru nú klár at framføra saman við frálíkum solistum úr íslandi og einum væl samansettum orkestrið.
Messan er ikki framførd í Føroyum fyrr, og tí eru kór, tónleikarar, solistar og dirigentur sera spent uppá at framføra hana.
Konsertir verða í Fuglafjarðar kirkju Kristi himmalferðadag 29/5 kl 16.00 og í Hoyvíkar kirkju fríggjadagin 30/5 kl 18.00