Viðareiðis skúli fylgir ikki reglunum um vikarsetan

Føroya Lærarafelag fær nú frá einum av limum sínum kæruskriv viðvíkjandi setanarviðurskiftum við Viðareiðis skúla í summar.


Í avtalu, sum er staðfest í rundskrivi millum Føroya Lærarafelag og Landsstýrið, verður sagt, at um bæði fólk við fólkaskúlalæraraútbúgving og uttan fólkaskúlalæraraútbúgving søkja starvið, so skulu tey, ið hava fólkaskúlalæraraútbúgving, vera sett fram um tey, ið onga fólkaskúlalæraraútbúgving hava.

Viðkomandi lærari søkti um vikarstarv, men var umsóknin ikki gingin á møti.

Sum áður kunngjørt í fjølmiðlunum var aldrandi fráfarin lærari við eftirløn settur sum vikarur við henda skúla. Annars, sum varð settur, var uttan fólkaskúlalæraraútbúgving.

Føroya Lærarafelag fær nú hetta mál at taka støðu til.


P. S.